týsdagur 23. august 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Øll menniskju hava skiftandi
dagar í góðum og ringum
hýri. Hetta er heilt vanligt.
Tá eitt fólk fær tunglyndi
– depressión - rakar tað bæði
sinnið og kroppin, og hýrurin
svarar ikki til tað, tú vanliga
upplivir.
Sjúkueyðkennini til tung
lyndi eru sera ymisk, og tað
er eisini ymiskt í hvønn mun,
sjúkueyðkennini
kunnu
ávirka einstaka fólkið. Hetta
ger, at tunglyndi kann vera
torført at staðfesta.
Kanningar vísa, at umleið
50
prosent
av
teimum,
ið dragast við tunglyndi,
ongantíð hava fingið sjúkuna
staðfesta, hóast tey hava
verið hjá lækna.
Sálarlæknar skilja millum
1) lættar depressiónir, 2)
miðal depressiónir og 3)
tungar depressiónir.
Tað er talið av sjúkueyð
kennum, ið ger av, hvat slag
av depressión talan er um.
Ofta fleiri orsøkir
Tunglyndi er ein sálarlig
sjúka. Staðfestast kann, at
tunglyndi kann gerast ein
fólkasjúka.
Fyri kvinnur er vandin
fyri at fáa tunglyndi onkun
tíð á lívsleiðini umleið 15
prosent, og hjá monnum er
vandin umleið 8 prosent.
Tunglyndi
kann
vera
arvaligt. Er onkur í familjuni,
sum hevur havt tunglyndi,
er vandin fyri at fáa sjúkuna
størri enn í familjum, har
hetta ikki áður er staðfest.
Ivaleyst er tað so, at
evnini at stýra tørvinum
av signalevnunum í heilan
um eru arvalig, men hóast
eingin í familjuni hevur
havt tunglyndi, kann sjúkan
eisini standast av ymiskum
hendingum á lívsleiðini, eitt
nú álvarsligari sjúku, van
lukku, strongd ella barns
burði.
Ofta eru tað fleiri orsøkir,
ið saman elva til tunglyndi.
Kemur sníkjandi
Tunglyndi kemur ofta sníkj
andi, og sjúkueyðkennini
gerast sjónligari so hvørt,
sum sjúkan mennir seg.
Sjúkueyðkennini
eru mong:
• ringur hýrur
• tungir og daprir tankar
• vónloysi á fleiri økjum
• væntandi áhugi
• trupult at taka avgerðir
• sjálvábreiðslur og
skuldarkensla
• pína í vøddum og liðum
• tankar um deyða og
sjálvmorð
• ringur matarlystur og
vekttap
Samtaluterapi
ella heilivágur
Læknin staðfestir tunglyndi
við
einari
persónligari
kanning. Spurningar verða
settir um ymiskar støður
í lívinum hjá viðkomandi.
Læknin ger eisini eina um
fatandi
heilsukanning.
Úrslitið av øllum hesum er
avgerandi fyri, hvør viðgerð
in verður.
Týdningarmikið
er,
at
sjúklingurin undir viðgerð
við heilivági fær holla vitan
um
sjúkuna,
samstundis
sum hann verður stuðlaður
og vegleiddur um lekingar
møguleikar.
Er talan um ikki so
álvarsligt tunglyndi, kann
samtaluterapi
verða
nóg
mikið.
Antidepressiva er heili
vágur, sum kann gera, at
tamarhald fæst á sjúkuni.
Heilivágur kann eisini fyri
byrgja, at tunglyndið verður
afturvendandi í framtíðini.
Tað eru fleiri sløg av heili
vági. Sløgini virka ymiskt, og
árinini eru eisini ymisk.
Er talan um álvarsligt
tunglyndi,
verður
altíð
viðgjørt við heilivági, tí uttan
viðgerð
kann
tunglyndi
føra til eina vandamikla
støðu, har sjálvmorðsroynd
verður framd. Tí er sera um
ráðandi, at fólk, ið dragast
við tunglyndi, verða tikin
í álvara, og at alt fer fram í
samráð við lækna.
Heilivágur lekir ikki
Heilivágur fyri tunglyndi
verður niðurbrotin í livrini,
og tað er sera ymiskt frá fólki
til fólk, hvussu drúgv niður
brótingin er. Tí eru skamtan
inar eisini sera ymiskar.
Við at taka blóðroyndir
kann skamtanin ásetast so
neyvt sum gjørligt fyri at
minka um hjáárinini.
Ymiskt er, hvussu heili
vágurin virkar, og hvussu
álvarsligt tunglyndið er. Tí
er ofta torført at finna røttu
viðgerðina beinanvegin.
Heilivágurin virkar ikki,
fyrr enn viðgerðin hevur
vart í einar tvær ella tríggjar
vikur – alt eftir, hvør heili
vágurin er, og í nøkrum før
um kann viðgerðin vara upp
til seks vikur, áðrenn úrslitið
sæst.
Í hesum tíðarskeiði kann
gerast neyðugt at taka annan
heilivág samstundis, eitt nú
bensodiazepinir.
Heilivágur lekir ikki tung
lyndi, men linnir. Tí skal
heilivágur takast so leingi,
sum tunglyndið nívir. Í miðal
tekur hetta umleið hálvt til
eitt heilt ár.
Eru
eingi
sjúkueyð
kenni eftir ávísa tíð, verða
skamtaninar minkaðar, og
so steðgar viðgerðin. Koma
sjúkueyðkennini
aftur,
verður aftur viðgjørt við
heilivági.
Eftir fyrstu depressiónina
er vandin fyri, at hon kemur
aftur, størri. Nøkur hava tørv
á lívslangari fyribyrgjandi
viðgerð við antidepressivum
heilivági.
Á
heimasíðuni
hjá
Tjaldurs Apoteki – www.
apotek.fo – verður neyvari
greitt frá ymiskum sløgum
av heilivági móti tunglyndi,
og hvørji hjáárinini eru – alt
eftir, hvør heilivágurin er.
Ert tú tunglynt/-ur og
ikki ert í viðgerð, eigur tú
at seta teg í samband við
lækna. Sama er galdandi, 1)
um støðan versnar, 2) um
tú fært hug at gevast við
heilivágnum, 3) um tú hugsar
um sjálvmorð og 4) um tú
hevur aðrar trupulleikar í
samband við viðgerð.
Hevur tú spurningar um
heilivág
móti
tunglyndi,
kanst tú altíð spyrja teg
fyri á apotekinum, ið hevur
førleika at geva serkøna
ráðgeving á økinum.
Tunglyndi er ein álvarsom
og langdrigin sjúka, sum
í
stóran
mun
ávirkar
lívsgóðskuna, og tunglyndið
fevnir
um
nógv
ymisk
fyribrigdi.
Kelda: www.apotek.fo
Ein langdrigin sjúka
Tunglyndi kemur ofta sníkjandi, og sjúkueyðkennini gerast sjónligari so hvørt,
sum tunglyndið mennir seg. Heilivágur lekir ikki sjúkuna, men linnir
Hevur tú fyrst havt eina depressión, ert tú í størri vanda fyri, at hon kemur aftur
Á www.apotek.fo verður neyvari greitt frá ymiskum sløgum av heilivági móti
tunglyndi, og hvørji hjáárinini eru - alt eftir, hvør heilivágurin er
HEILSA
Tunglyndi