týsdagur 23. august 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
20
Á skránni verður eitt nú stór ókeypis konsert við nógvum kendum og dugnaligum
nøvnum, og her verður ókeypis morgunmatur, smakkiroyndir og barnatiltak
SEINSUMMARTILTAK
Vilmund Jacobsen
Tað hevur eydnast heima
sandsfólki at leggja eina
fjølbroytta skrá fyri tiltakið
Seinsummardagur,
sum
verður hildið á Sandi leyg
ardagin komandi, 27. august.
Hetta verður ein dagur, har
nakað verður til allar aldurs
bólkar, og felags fyri flestu
tiltøk er, at tey eru ókeypis.
Lagt verður fyri leygar
morgunin klokkan 10, tá
borðreitt verður við góðum
morgunmati, sum er eitt
ókeypis tiltak.
Tá Sands kommuna við
millumbilum bjóðar morgun
mat, plagar nógv fólk at
savnast. Hetta er altíð ein
hugnaligur
morgun,
har
bæði børn, foreldur, ommur
og abbar plaga at vera við.
Felags morgunmaturin er
ein góð byrjan upp á dagin.
Samstundis, sum morgun
maturin byrjar klokkan 10 og
varar til middags, lata eisini
ókeypis hoppiborgir upp, og
hesar fara eisini at hava opið
seinnapartin.
Klokkan 13 leygardagin
verður skjótikapping Úti
í Støð, og klokkan 14 lata
Listasavnið og Bygdarsavnið
í Koytu upp og verða opin til
klokkan 16.
Matur og drekka
Á skránni fyri Seinsummar
dagin á Sandi verða ókeypis
smakkiroyndir og søla av
mati og drykkjuvørum.
Klokkan 15 fer Sandoy
Seafood at bjóða ókeypis
smakkiroyndir úr saltfiski,
og her verður eingin minni
enn Birgir Enni, skipari á
Norðlýsinum, kokkur.
Um somu tíð fer eisini
Føroya Bjór at bjóða ókeypis
smakkiroyndir.
Seinnapartin leygardagin
- frá klokkan 15-17 - verður
ókeypis barnatiltak í tjald
inum.
Hetta
er
tiltakið
“Ævintýraferðin”,
og
tað
verða Búi Egason Dam og
Dánjal á Neystabø, sum fara
at skipa fyri.
Klokkan 15 byrjar eisini
søla av mati og drykkju
vørum, og frá klokkan 18-
22 fer Resturant 11 at grilla
leskiligar seinsummarbúffar.
Stór ókeypis konsert
Men, hetta er ikki alt, sum
fer fram á Sandi seinsumm
ardagin, leygardagin.
Á skránni verður eisini
nógvur tónleikur - og einki
minni enn ein stór ókeypis
konsert við fleiri góðum og
kendum tónleikanøvnum.
Konsertin verður í tjald
inum á Ljósafløtti, og tað
verður eingin minni enn
Signar í Homrum, sum fer at
leggja fyri klokkan 19.
Tá Signar í Homrum
hevur spælt og sungið í
umleið ein tíma, verður
tað Húsaorkestrið við gest
um, sum fer á pallin. Húsa
orkestrið er mannað við
Kristoffuri Mørkøre, Bjarna
Lisberg, Jóhan Ziskason og
sandinginum, Henningi Hjalt
Nicodemussen.
Gestirnir, sum fara at
spæla og syngja á Sandi leyg
arkvøldið, verða Nicolina &
Eyðbjørn,
Eyðun
Nolsøe,
Ólavur Højgaard, Danny &
Páll Brim og Dynamit Hit við
Niclasi Hera.
Klokkan 21.45 fara Tinga
nest á pallin, og sambært
skránni verður ókeypis kon
sertin liðug klokkan 22.30.
Midnáttarsangur
og dansur
Tá stóra konsertin er liðug,
verður felagssangur og mid
náttarrøða í tjaldinum, og
her verður hildið á í umleið
hálvan annan tíma.
Seinsummarkvøldið
á
Sandi endar við dansi í ung
mannafelagshúsinum Virk
inum, og her verður ikki
helmað í fyrr enn umleið
klokkan 04 sunnumorgunin.
Tað verður Ólavur á Váli
Band, sum fara at spæla.
Seinsummardagur á Sandi
- og flestu tiltøk eru ókeypis
Ókeypis morgunmatarborðið plagar at savna nógv fólk á Sandi
Búi Egason Dam og
Dánjal á Neystabø skipa
fyri barnatiltakinum,
“Ævintýraferðini”