Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96 HUGLEIÐING ÐUR OG AT TAKA SMÁTT kúgv ella ein rættiligur oksi eisini flett. Summarbrúdleyp Tað kundi sjálvandi henda, at fólk, tá sum nú, vóru ótolin, tá tað kom til tað kynsliga, og tóku sær til rættis í so máta, áðrenn tey vóru gift, og tá kundi tað eisini henda, at kvinnan varð við barn av óvart og tað uttan fyri vanliga veitslu­tíð. Tá var ikki annað at gera, enn at halda brúdleypið sum skjótast. Tað vóru prestar, sum talaðu at hes­um, tí teir vistu, hvussu vorðið var, um brúdleyp varð um várið ella um summarið. Til slík brúdleyp var tað heldur ikki óvanligt, hjá teimum, sum áttu væl av jørð, at taka seyð til brúdleypsdøgurðan, sjálvt um tað var uttan fyri alla sóknartíð ella skurðtíð. Til summarbrúdleyp hjá van­ ligum fólki, varð lítið gjørt burt­ur­ úr. Tað, sum ráddi um, var at barnið kom at verða føtt í hjúnalagi. Hvussu leingi konan gekk, tað hev­ ði minni at siga. Men teimum gomlu dámdu ikki, at brúðurin bar seg fram undir følskum flaggi, ella um so var, at hon var við barn, prýddi seg við tí, sum hoyrdi tí óskalaða moy­dóminum til. Í eldri við leysum hári og seinni, tá tað kom at verða siður, í sløri og myrtukransi. Tað var tí ikki av ongum, at ein pápi í Kvívík, ið var fegin um at dóttirin skuldi giftast, kortini tók hana til síðis og segði við hana, at “Eitt sigi er tær, ert tú við barn, so bert tú ikki myrtukransin”. Glaður var hann, tá hon kom inn um kirkju­gátt í myrtukransi og at barnið ikki kom í heimin fyrr enn 9 mánaðir aftan á brúdleypið. Skurðfjøllini Ikki tykkum at siga, so hevur seyða­ mentanin í Føroyum elli­gaml­ ar røtur. Seyðahaldið er í roynd og veru í høvuðsheitunum lít­ið broytt frá tí, sum vit kenna til í Seyðabrævinum frá 1298. Prinsipp­ ini eru tey somu, um vit síggja burtur frá einstøkum mod­ern­is­ ering­um av rættum, seyðahúsum og í handfaringini av seyðunum. Fjøll­ini verða gingin um somu tíð bæði á várið og um heystið. Vit fletta um somu tíð, sum vit altíð hava gjørt, júst sum tey gjørdu tá Seyðabrævið var skrivað. Hvussu tað var frammanundan, tað vita vit ikki rættiliga, men í Føroyingasøgu fáa vit at vita, at teir gingu á fjall og sviðu seyðarhøvd. Kortini er eitt og annað, sum bendir á, at okkurt kann hava verið øðrvísi, tí sagt verður frá, “at ein dagin um summarið fór Sigmundur í oynna Lítlu Dímun á skútu. Tórir og Einar Suðuroyingur vóru við hon­um, tí at Sigmundur vildi taka skurð­seyð, sum gekk á oynni.” Hvussu vanligt tað hevur verið at taka skurð­seyð um summarið, tað er ilt at siga, kanska var tað bert soleiðis í Lítlu Dímun, sum helst ikki hevur verið røktur sum hagar flest, tí har var ikki so lætt at koma til, men yvirhøvur var tað so, at fjøllini vóru ikki gingin fyrr enn um mikkjalsmessuleitið – 29. september. Taka smátt Tað undraði meg tí leingi, hvussu tað kundi bera til, at fjallmenn fingu seyðarhøvd, blóðmør, avroð og feskt kjøt at eta hjá bóndanum, longu, tá teir komu aftur, eftir at hava gingið tey fyrstu skurðfjøllini. Hetta vísti seg at vera seyður, sum bóndin frammanundan hevði tikið uttanrætta, t.v.s. uttan at reka hann í rætt, fyri at hava fekst til fjallmenninar tá, teir komu aftur. So var eisini í hoyna og í akursskurðartíð, tí tá kundi bóndin eisini taka seyð, serliga til hoyberadagin. Hoybaragildið var eisini nevnt Desasneið og tann seyður, sum varð tikin uttanrætta til hetta gildi, hann varð nevndur hoy­seyður. Ikki bert fingu fjallmenninir fekst at eta, tá teir komu aftur, men roynt var eisini at bera so í bandi nógvastaðni, at teir eisini fingu ræstan mør og røst seyðarhøvd. Tað hekk saman við einum fyribrigdi, sum tey nevndu at “taka smátt.” Tað, ið var roknað sum smátt, tað vóru gimburlomb og tvílembu­ lomb. Hesin seyður varð ikki bert tikin til matna, men eisini tí, at teir gomlu hildu, at tað verða best fyri ærnar, um tær sluppu av við lombini tíðliga, so tær kundu styrk­ na upp undir veturin. Tað er tí gott skil í, at vit sita her í dag og eta lomb til døgurða og annan summarkost afturvið og omaná. Vit eru í í teirri tíð á árinum, sum verður nevnd “í hoyna”, sjálvt um tað ikki verður hoyggja á sama hátt sum fyrr. Tað at “taka smátt” og eta tann fyrsta seyðin hesa tíð á árinum, er soleiðis ikki so løgi kortini, tí tað var so fyrr í tíðini, tá tað gamla føroyska bygda­sam­fel­ ag­ið enn fungeraði eftir gamlari sið­venju. Vert er eisini at taka fram, at V. U. Hammershaimb skrivar í innganginum til frálíka verkið Fær­øsk Anthologi, at føroyingum dámdu væl kjøt. “Man elsker kød og har med hensyn til nydelsen af fersk kød inddelt året i kalvetiden (fra nyår til forår), fugletiden, lamme­ tid­en og den egentlige slagtetid om efteråret.” Tað er einki at ivast í, at tað, sum hann nevnir “lammetiden”, man vera tað, sum tey tóku smátt ella sum hoyseyð væl áðrenn skurð­ fjøllini vóru gingin. Vit hava tí við hes­um kvøldinum á ein hátt funnið aftur á gomlu slóðina, tá tað kemur til at eta seyðakjøt. Ólavsøkuseyður Sigur tú fólki frá nøkrum, so fært tú okkurt afturfyri, og so var eisini henda dag í Fútastovu, tá Tróndur Leivson segði frá, hvussu feg­in mamma hansara, sum kom úr Suðri, plagdi at siga frá ólav­søku­ seyðinum, sum komu til Havnar á ólavsøku, so havnarfólk kundu seta feskt seyðakjøt á borði til ólav­ søkugestirnar. * Gildisummstøðirnar her í Fúta­ stovu eru kortini ikki heilt tær somu, sum í stovuni hjá bóndanum. Vanlig fátøk havnarfólk hava neyvan tikið smátt, tíansheldur fingið hoyseyð borðreiddan, uttan so, at onkur hevði verið á fjalli hjá bónda ella hoyggjað hjá honum. Tað var kortini ikki galdandi fyri embætismennirnar ella tey “for­ nemmu”, sum Jens Chr. Svabo so ofta nevnir tey. Tað betra slagið hevði so nógv fyri, uttan mun til árstíð, sum onnur vanlig fólk ikki kundu, tá tað kom til góðan mat, vín og annað gott, men á okkara døgum eru vanlig fólk komin eftir tí eisini og nú er sera torført at meta um, hvør er “fornemmur” og hvør er ikki, og tað er bara gott.