týsdagur 23. august 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96
18
Sosialurin
Tað fuglaberg, sum fyrr var bygt,
tað er nú tómt og oyðið,
har ikki sæst eitt fuglakykt,
ei heldur meir á heiði.
Har sátur stóðu fram við á,
er alt nú snøgt og nakið,
og epli, røtur, hvørt eitt strá
er komið undir takið.
Har summargrøna velta var,
bert slokkastrúgvar spjaddir,
á bø er komið lamb og ær,
tí kalt er millum hæddir.
Takk fyri ávøkst, Guð, tú gav
av bøi og av fjalli,
og alt, sum ført varð yvir hav,
og tað, sum er í hjalli.
Enn er ein løta, tíbetur, til heystar
dagin, sum Robert Joensen syngur
um í frálíka sálminum “Nú hvítna
tindar fjøllum á,” har takkað verður
fyri allan ávøkst og alt tað, sum er
komið í hjallin.
“Hvør kelling livir til jóla”
Matarhaldið fyrr var bundið at
árstíðini. Frá heystinum og eina tíð
fram, nýttust fólk ikki at óttast, ikki
at fáa mat í munnin. Tað er tí ikki
uttan orsøk, at tað verður sagt, at
“hvør kelling livir til jóla”. Heystið
og veturin var ein góð tíð, tá tað
um mat ráddi – hjá teimum flestu í
hvussu so er, tí tað vóru nógv, sum
høvdu tað trongt í so máta alt árið.
Tann vánaligasta tíðin, hon var
um várið, áðrenn bjargafuglur og
heiðafuglur kom til landið, tí tá
vóru løgurnar við at vera uppi.
Ikki bert hjá fólki, men eisini hjá
neytunum. Um tey ikki sluppu út
í hagan skjótt var hoyneyð. Tá var
ikki annað at gera enn at fara í
bjørgini og royta deyðasinu til tey,
ella bloyta teimum turran seið. Hjá
føroyingum, sum hjá so nógvum
øðrum um okkara leiðir, ráddi tað
fyrst og fremst um at fáa neytini
livandi gjøgnum veturin, so tey
kundu kálvað og sleppa út á bit.
Mjólk egg og annað
Tá kúgvin kálvaði, fingu tey ikki
bert fekst kjøt, tí kálvarnir vóru
ikki settir við, men etnir næstan
beinanvegin. Tað var tá vanligt at
bera kálvakjøt í onnur hús eisini,
eins og varð gjørt við ketilost, sum
var undan fyrsta málinum, sum
kúgvin mjólkaði.
Eitt var kálvurin, men mjólkin
var tað drúgvara bæði sum súpi
matur og sum viðskeri. Hevði tú
mjólk at drekka, so var tað viðsker
in, men tað vóru, tey sum eisini
kirnaðu smør og gjørdu sær ost,
um summarið. Ostur hann var for
kunnugur hjá teimum flestu.
Men so kom fuglurin. Um mán
aðarskiftið mai/juni høvdu flestu
fuglar fult reiður, og tað er einki
yvir at dylja, at fólk yvirhøvur
tóku sær egg – eisini heiðafuglaegg
– til matna. Vanligt var at fara at
ræna lomvigaregg í fyrra parti
av junimánaði og nakað um
somu tíð var eisini farið at draga
lunda. Fuglurin fekk síðani frið til
fyglingar- og fleygingartíðin byrj
aði fyrst í julimánaði.
Mjólkarmatur, fuglur og egg
vóru soleiðis summarkostur. Sjálvt
um sagt verður, at “ilt er at hava
hjallin á sjónum”, so var sjógvurin
hollur alt árið, bæði á floti og á
seiðabergi. Summarseiðurin kom
væl við hjá øllum. Tað gjørdi eisini
skeljamatur. Tað var ikki óvanligt,
at bátar fóru úr Sundalagnum til
Havnar at selja krækling.
Ein grind var sera vælkomin um
summarið, hóast tað ikki riggaði
at hanga hana eina upp, tí maðkur
kom í hana, sum í alt annað um
summarið, um hjallsumstøðurnar
vóru avbera góðar. Onkur skeyt
sær nakrar fuglar eisini. Summ
armaturin var tí yvirhøvur feskur.
Ávøkstur
Nú er er tað ikki so nógvur ávøkst
ur í Føroyum, men hvannir hava
altíð verið og tað var vanligt at
fáa hvonn um summarið. Um væl
vildi til leskiliga hvonn við sukri
og rómafleytum – pískaðum róma.
Tað var eisini annað ávakstrarkent,
sum fór í munnin um summarið, ein
stolin rót, eirisgras,søtagras, kannu
bjøllur, kjøkja, sýrur sjálvandi og
annað við. Tað var forkunnugt fyri
góman, hóast rúgvan í tí var lítil. Tá
komið var út í august mánað kom
so nógv annað afturat, eitt nú fór
ungdómurin í hagan at heinta ber
– krákuber. Tey vaksnu, tey lógu
eisini framvið við hvørt.
Seinni í tíðini vóru tað fleiri
fólk, sum fingu sær urtagarðar.
Tað høvdu tey lært av prestum og
embætismonnum, sum longu tíð
liga í tíðini høvdu hetta. Rabarb
ur høvdu tey og rabarbugreytur
omaná sunnudagar kom at vera
vanligt um summarið. Annars
brúktu tey rabarbur, hvonn og ber
til súltutoy. Um hálvan august,
vóru tað fólk, sum fingu sær eitt
kók av teimum fyrstu eplunum,
eins og onkur óivað enn ger.
Brúdleypstíðin
“Vetrartíð er veitslutíð”, soleiðis var
ofta tikið til. Fyrr hildu mestsum øll
brúdleyp seint á heysti ella tíðliga á
vetri, meðan tað enn var nógv gott
at taka til hjallinum og seyðurin
enn var væl í holdum. Høvdu fólk
avgjørt at giftast, var laga manni at
lata eitt sindur av brúdleypsseyði
verða gangandi í haganum, sum so
varð flettur til brúdleypið. Fekst
kom á nátturðaborðið brúdleyps
aftan og á døgurðaborði brúd
leypsdagin. Tað ræsta kjøtið, tað
fingu tey teir seinnu dagarnar, um
brúdleypi stóð í fleiri dagar.
Brúdleypsseyðurin – eisini tann
gávuseyður, sum var latin brúðar
parið, har tað var siður, varð tikin
uttanrætta, tað vil siga uttan at
verða rikin í rætt. Var tað eitt stórt
brúdleyp, so var eitt neyt – feiti
HUGLEIÐING
SUMMARLAMB, HOYSEY
19. august var aftur ein krossur í gastron
omiska kalendaranum hjá Áarstovu, tí tá
var summarlamb á matarskránni saman
við etandi urtum og blómum. Eisini
fingu gestirnir høvi at royna ostar frá
Arla Unika, ið brúka føroyska veðurlagið
til at gera danskar ostar betri.
Gastronomiska tiltakið, ið hetta kvøld
var flutt í Fútastovu, var væl eydnað.
Jóan Paula Joensen hugleiddi um
mat og árstíðir hetta kvøldið