týsdagur 23. august 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SUMMARLAMB
MMAR Í FØGRUM
TOVU
Alt, sum borðreitt varð við í Fútastovu
fríggjakvøldið, var føroysk ráðvøra –
uttan osturin.
Sjálvt borðpyntið á borðinum kundi
etast – tær vøkru blómudekoratiónirnar.
Vit hava í veruleikanum nógvar
blómur, sum væl kunnu etast. Men
tú skalt kenna tær, fyri at kunna vita,
hvørjar kunnu etast.
Jensina Bolstad er ein teirra, ið hevur
serligan alsk til blómur, og saman við
Hildur Nielsen og Rakul Dam Lindberg
frá Gróðurstøðini Hoydølum høvdu tær
sett saman ymiskt blómuprýði, sum alt
kundi etast.
– Vit vóru har uppi við australska
kokkinum í Fútastovu, Brent Morrow,
og tosaðu við Hildur og Rakul. Hon vísti
okkum planturnar, sum vóru góðar til
hetta. Har var eitt nú fuksia við reyðum
bløðum og nøkrum rosa, næstan hvítum.
Har var smara, rosa rogusa, sum sæst
vaksa fram við vegnum haruppi, greiðir
Jens Bolstad frá.
– Fólka vita bara ikki, at vit væl
kunnu eta blómurnar – og tey vóru sera
varin at eta burtur av dekoratiónunum
hetta kvøldið, heldur Jensina, sum
greiðir víðari frá, at har eisini vóru
ymsar kryddurtir, blómur av purleyki
og oregano.
Har var eisini tað vit kalla falskt
jasmin. Vøkur hvít blóma, sum smakkar
naka av agurk. Eisini vóru nøkur bløð
av eini plantu, sum eitur Bjarnarót,
sum Rakul hevur greitt frá ein er gomul
føroyska urtagarðsplanta.
– Kanska vit skuldu havt kunnað
gestirnar meira um planturnar, so fólk
veruliga kundu roynt at smakka tær
allar.
– Tað er so nógv, sum vit kunnu nýta
plantur til í sambandi við matgerð,
sigur Jensina Bolstad, sum líka frá
bansbeini av hevur havt stóran áhuga
fyri plantum.
SJÁLVT BLÓMUPRÝÐIÐ KUNDI ETAST
Jensina Bolstad
og Hildur Nielsen,
sum høvdu funnið
blómuprýðið – sum
kundi etast
Mynd: Birgir Kruse
John Mikkelsen, tænari, ger vínið klárt
til gestirnar í Fútastovu fríggjakvøldið