týsdagur 23. august 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
–
Hví
verður
føroyska
summarið sjáldan nevnt í
sambandi við matgerð?
Og hvat er tað, sum ger, at
vit altíð taka heystið, veturin
og várið framum, tá vit tosa
um føroyskan mat?
Tann spurningurin hevur
verið og vent í hugaroks
toyminum hjá matstovunum
Heima í Havn, sum fevnir
um matstovurnar hjá Gist
& Vist í Gongini: Áarstovu,
Fútastovu, Barbaru og Ræst.
Úrslit av hesum var til
takið »Summarlamb«, sum
var
í
Fútastovu
fríggja
kvøldið, og sum er vorðin
fastur táttur í gastronomiska
kalendaranum
hjá
mat
stovunum.
»Summarlamb«
er
ein
roynd at njóta føroyskt
lambskjøt og føroyskar urtir
á sumri.
Flestallir
føroyingar
siga, tá teir verða spurdir, at
teimum dámar væl ræst kjøt.
– Tann føroyski køkurin
snýr seg næstan bara um
heystið, veturin og várið. Tað
er sera sjáldan, at føroyska
summarið verður nevnt í
sambandi við gastronomi.
Og kortini standa Føroyar í
fagrasta blóma nú í august,
og nógv er at taka av.
Tað sigur Johan Morten
sen,
sum
er
upprunin
til
tiltakið
við
summar
lambinum, og sum er partur
av hugarokstoyminum hjá
matstovunum
»Heima
í
Havn«.
Til endamálið vórðu flett
10 lomb frá Búnaðarstøðini
í Kollafirði. Lombini eru
frá maimánaði og vórðu
borðreidd á ymsar hættir
saman við teimum fyrstu
sandseplunum og grønmeti
úr Sandoynni og frá Gróður
støðini í Hoydølum.
Tann altíð so fryntligi
tænarin, John Mikkelsen, tók
ímóti við sínum fólkum, tæn
arunum Petur Kristin Vang
og Hildur Poulsen, í søguligu
Fútastovu hetta kvøldið. Sum
vælkomudrykkur var boðin
ein Mohito við føroyskari
myntu
og
árgangsrøliku
snapsur.
Áðrenn farið varð til
borðs,
fingu
gestirnir
brellbitar – lambslivur við
myntu og ristað breyð við
føroyskum
soppum,
sum
Johan
Mortensen
hevur
funnið fram úr føroysku
náttúruni.
Komin til borðs varð borð
reitt við tatar av lambsryggi
við broysknum lamsleggi.
Rátt malið kjøt, ikki júst tað,
vit eru von við í føroyska
køkinum. Men avbera væl
smakkaði.
Síðani fingu vit lambs
hjarta við sólberjasós og
lambspylsu
við
summar
salati.
Sjálvur
høvuðsrætturin
var grillað summarlamb við
eplum og gularøtum – ný
upptikin epli og gularøtur frá
samtakinum Veltuni á Sandi.
Seinni skuldu vit royna ostar
frá Arla Unika.
John Günter er kendur
oastamaðurin frá Arla Unika,
og hann greiddi frá ymsu
eginleikunum
og
serligu
smakkunum við ostunum.
Ostarnir vóru: Sirius – ein
bláskimmelostur, Hvid Dame
& Trefold – turkaður Hvid
Dame – sum er turkaður í
Føroyum, at enda skyr við
hyllublómu og rabarbum.
Sambært Johan Motensen
var ostaískoytið fyri at varpa
ljós á ostagerð í Føroyum.
– Vit fara at gera royndir
við ostinum Hvide Dame í
Føroyum. Fara at royna at
lata hann liggja úti í føroysku
náttúruni. Hann skal drekka
tað í seg, sum sum legst á
– og liggja í hálvanannan
mánað í hjallum kring landið,
greiðir
Johan
Mortensen
so eldhugaður frá, áðrenn
hann fer aftur føroyska
summarmatin – sum rætti
liga stóð í fagrasta blóma í
Fútastovu hetta kvøldið.
– Kanska fer tað at verða
vanligt í framtíðini, at ólav
søkudøgurðin verður fekst
kjøt og fyrstu eplini heiman
av Sandi – og grønmeti, nú
okara flora stendur í fullum
blóma við hópin av átuligum
urtum, blómum og soppum,
sigur Johan Mortensen.
Fríggjakvøldið var føroyskt summarlamb,
føroyskt grønmeti og føroyska átuliga blómur á
matarlepanum á serliga Summarlambs-kvøldinum
hjá Áarstovu, sum hesaferð var í Fútastovu
SUMMARLAMB
FØROYSKT SUM
BLÓMA Í FÚTAST
– Tey, ið sáa hugflog, heysta veruleika,
sigur danski síðumaðurin, John Günther,
og greiðir frá um útferð í Mykinesi fyrr
um dagin og døgurða á Koks kvøldið fyri.
John Günther er umboðsmaður
fyri Arla Unika ostafelagið. Hann
var til »Summarlamb« í Fútastovu
fríggjakvøldið – og niðanfyri prenta vit
brot úr samrøðu, sum Birgir Kruse hevði
við hann:
– Tit hava alt beint uttan fyri
dyrnar, ikki bara rávørurnar, men
eisini lendið og náttúruna, sum hugtók
ungu
amerikansku
og
japansku
døgurðagestirnar í Kirkjubø í gjár.
– Tey koma her einaferð í lívinum,
hesaferð hjá tykkum, næsta ár onkra
aðrastaðni, har autentisiteturin leiðir
tey, sigur John, sum býr í Hedensted í
Jútlandi og er mennari hjá Arla.
– Vit vóru á Trøllanesi, og har hekk
ein Kristusmynd á vegginum. Tað hug
tók meg, tí so høgar sum aldurnar
eru har, er greitt, at tað er eingin
annar enn Gud, ið bankar á dyrnar
hvønn dag. Virðingin fyri tilveruni er
hugtakandi, tí eg haldi, at tit liva í pakt
við guddómligu náttúruna, sigur John,
sum er eins hugtikin av Kierkegaard,
italskum tankum um slowfood og
marknaðarfyribrigdum sum movers og
adapters.
– Movers eru uppfinnarar, íverk
setarar og hugskotsfólk, sum Jóhan
Mortensen, hinumegin borðið, og so eru
adapters, ið taka við og gera hugskotini
atkomulig fyri ein avmarkaðan skara,
sum aldri skal blíva hópídnaður, tí tá
missa tit autentisitetin.
Fimm prosent av hvørjum ættarliðið
er nóg mikið, sigur John Gynter, og
fiskar eftir nýggjum føroyskum orðum.
– Eg elski at smakka nýggj orð, sigur
hann. Eftir ymsar søgur, gevi eg honum
føroyska orðið Kontórshavn, og hann
gevur mær danska orðið flexitar, sum
hevur verið í donsku orðabókini síðan
2009. Tað er ein vegetarur, sum onkuntíð
etur kjøt.
Flexitar
Skilji á lagnum, at hesin bólkur, flexi
tarar, er í stórum vøkstri.
– Matur er ikki bara tað dna, sum er
í fysisku vøruni framman fyri okkum,
matur er fyri meg ein metaforisk upp
living, tað at seta orð á, sigur John.
– Ein bilur er ein bilur, men ein Fiat er
ikki ein Ferrari.
– Eg eri kræsin, men ikki kravmikil.
Mær tørvar bara at fáa fimm prosent
av marknaðinum. Tað leggi eg meg eftir.
Ikki meir, sigur John Günther.
Hann var her við einum amerikansk
um filmsliði í vár at filma Arla-ostarnar
í Norðuroyggjum.
Gongst eftir ætlan verður ostafilm
urin úr Føroyum at síggja á Netflix
innan árið er úti. Tað grør um gangandi
fót í føroyskari matvinnu og matlist.
Úr blogginum »Flower Power í
Fútastovu« hjá Birgir Kruse
http://birkblog.blogspot.dk
TIT HAVA ALT BEINT
UTTAN FYRI DYRNAR
John Günter frá Arla Unika