Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAKMENTAN Barbara Holm Sosialurin hevur seinastu vikurnar varpað ljós á kjakmentanina í Føroyum. Og tað er júst tað, sum miðl­arnir skulu gera, heldur retor­ ikarin Turið Nolsøe. Men tað eru ikki einans miðlarnir, sum hava ein leiklut í at fáa kjakmentanina rættaða upp. Tað hava eisini fakfólk innan samskifti, lærarar og onnur, sum á onkran hátt hava ávirkan á og innlit í týdningin av tí almenna orðaskiftinum. Men kjakmentanin hevur altíð verið til viðgerðar so ella so. Tað er ikki einans internetinum fyri at takka, at vit í dag tosa um kjak­ mentan, tí so hevur verið so leingi demokratiið hevur verið ein stýris­ formur. Tað ørkymlandi við støðuni í dag er, at tey ókonstruktivu kjak­ forumini sleppa at liva sítt egna lív, uttan at ljós verður varpað á, hvussu skaðiligt tað í roynd og veru er. At kjakast er ikki nakað negativt. Tað er tað mest umráðandi í einum fólkaræðisligum samfelagi, tí tað er soleiðis vit finna fram til, hvussu framtíðin hjá okkum skal skip­ast, sigur Turið Nolsøe. Men tað er nærmast blivið nega­ tivt at tosa um kjak, tí í dag meta vit tað mangan við tað, sum er at síggja á netmiðlunum ella á sosi­alu miðlunum. Formatið í tí skrivliga kjak­inum er eisini torført. Meðan vit í einari andlits til andlits støðu kunnu rætta upp, um misskiljingar eru, kunnu broyta hugsan um vit fáa eitt gott argument og so framvegis, so er støðan ein onnur á netinum. Har er tað fest á blað tað, sum tú helt áðrenn tú fór at kjakast og tá verður ikki legitimt at flyta tína hugsan, sum jú er endamálið við einum kjaki – at báðir partar flyta seg, sigur Turið Nolsøe. Um tú skrivar eitt hvørt á einum kjaktrái, sum kann misskiljast, so er vónleyst at fáa kjakið innaftur á beint. Meðan tú í andlit til andlits bein­ an vegin kann rætta teg sjálvan, so mást tú at netinum inn at rætta til, eftir at fólk hava gjørt vart við títt mistak og kanska 13 fólk hava dámt tað og so framvegis, vísir Turið Nolsøe á. Miðlarnir hava eina ábyrgd Í greinarøðini, sum Sosialurin hev­ur skrivað um kjakmentan sein­astu tíðina, hava vit eisini víst á hugsanina hjá tveim­um ábyrgd­ar­persónum á internet­ mið­lum. Meðan Georg L. Peter­ sen, ábyrgdarblaðstjóri á Dimma­ lættin vísti á, at tey als ikki ynskja viðmerkingar undir grein­ar á dimma.fo júst orsaka av ókonst­ rukt­iva støðinum, so er Ingi Sam­ uel­sen, redaktørur á portal.fo av tí áskoðan, at miðlarnir ikki hava eina uppalandi uppgávu í so máta, hóast tey á portal.fo sletta viðmerkingar, sum eru ov grovar. Eg haldi, at miðlarnir hava ein stóran leiklut í tí almenna orða­ skift­inum tí teir eru mangan aren­ að­in fyri kjakmentanina, sigur Turið Nolsøe. Hon heldur, at ein háttur at fingið billbukt við keðiligu við­ merkingarnar á netinum vildi verið, um miðlarnir sleptu tráanini eftir størri virksemi á portalunum og heldur tóku støðu til, hvørt ein grein fer at elva til niðrandi viðmerkingar ella ikki. Mangan kanst tú rokna út hvørj­ ar viðmerkingar fara at koma undir ávísum greinum, tí vit vita hvat fær øði í grindina. Tí er spurningurin um miðlarnir áttu at hugsað um hvørjar greinar kunnu elva til konstruktivt kjak og hvørjar ikki gera tað, sigur Turið Nolsøe. Hon vísir eisini á, at argumentið um, at øll sleppa til orðanna, skal nýtast við varsemi. Tí er tað veruliga so? Um vit gloyma tey, sum ikki hava internet ella ikki hava KT før­leikar til at luttaka í kjakum Kjakmentan á netinum Tá kjakmentanin í stóran mun er óuppbyggjandi elvir tað til, at vit skapa polarisering í samfelagnum. Upprunaliga varð hildið, at tá øll sleppa til orðanna á netinum og mugu fella sínar hugsanir á blað, so fór tað at gera kjakið meira kvalifiserað og umboðandi. Tó má staðfestast, at so var ikki. Og tað er nakað, sum vit øll hava ábyrgdina av at gera nakað við, sigur Turið Nolsøe, retorikari SKAPAR PO