týsdagur 23. august 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96
KJAKMENTAN
Sosialurin varpar
ljós á kjakmentan
S
einastu vikurnar hevur Sosialurin varpað ljós á kjakmentanin
í Føroyum. Í nítiárunum var Sosialurin tann fyrsti miðilin í
Føroyum, sum noktaði at prenta dulnevnd lesarabrøv og eftir
gjørdi Dimmalætting tað sama. Í dag er trupulleikin við teimum
dulnevndu skrivunum ikki tann størsti. Vit síggja tó skeivar
samleikar á Facebook, har onkur gevur seg út fyri at vera onkur
annar viðmerkir tann vegin. Vit síggja eisini dulnevnd lesarabrøv á
øðrum netmiðlum í Føroyum. Men á okkara egna miðli in.fo eru ikki
dulnevndar viðmerkingar tí fólk leggja navn og mynd við sínum
viðmerkingum.
Í greinarøðini um kjakmentan hava vit fyri knøppum 14 døg
um síðani víst á, hvussu viðmerkingarnar á in.fo eru, tá ið tær
eru ringast. Vit hava eisini áður skrivað um fólk, sum hava verið
ógvuliga ávirkað av almenna orðaskiftinum og tí neiliga tónanum
móti teimum sjálvum.
Vit eru framvegis áhugað í at hoyra, hvat okkara lesarar uppliva.
Hevur tú upplivað keðiligar avleiðingar av kjakum á netinum, ert tú
vælkomin at senda okkum eini boð á barbara@sosialurin.fo.
Í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í Havn hósdagin og
kring landið fríggjadagin, fara vit eisini at varpa ljós á kjakmentan
– hesaferð á tað, sum politikarar halda og uppliva sum almennir
persónar.
á netinum, so mugu vit eisini
minnast at samskifti ikki bert
er at sleppa at tosa, men eisini
at verða hoyrd - og tann partin
mangla vit áherðslu á, um eitt kjak
skal eydnast. Harafturat vita vit
eisini at atferð á netinum broytist.
Tá Facebook kom vóru tey nógv
fleiri, sum luttóku í kjakum, men
vit hava helst øll lært, at tað skal
lítið til, áðrenn tú fært neiligar
viðmerkingar omanyvir teg. Tí
eru tey helst nógv, sum eru givin
at kjakast á netinum – eisini tí,
at støðið er ov lágt. sigur Turið
Nolsøe.
Tá ið umræður at lyfta kjak
mentanina á eitt hægri støði, er
Turið Nolsøe ikki í iva um, at setast
má inn hjá teimum ungu.
Um vit ikki gera ein veruligan
innsats fyri at broyta tónan
í
almenna
orðaskiftinum,
so
er vandi fyri, at siðiligt kjak
einans verður fyri tey eliteru og
hinumegin eru tey, sum ikki duga
sær hógv í orðaskiftum, meðan øll
tey, sum fegin vilja kjakast men
halda seg aftur, ikki fara at luttaka.
Og tá er samfelagskjakið í vanda,
sigur Turið Nolsøe.
Hon vísir á, at gransking á
økinum vísir, at tað avgjørt er
til gangs, at læra tey ungu at
argumentera og at kjakast siðiliga
og tað er nakað, sum vit í Føroyum
eisini kundu tikið meira til okkum.
Nýggjasta granskingin á mínum
lærustovni snýr seg t.d. um, hvussu
man kann fara undir at læra heilt
ung børn um argumentatión og
samskifti, tí royndirnar við mið
námsskúlanæmingum hava verið
sera góðar, sigur Turið Nolsøe.
Tað er tó umráðandi at undir
strika, at ikki allir kjaktráir á
netinum eru neiligir, og sosialu
miðlarnir geva so sanniliga eisini
jaligt íkast til samfelagið. Eitt nú
kunn fólk finna onnur við somu
áhugamálum tvørtur um landa
mørk.
Internetið er eitt ótrúliga gott
amboð og gevur okkum nógv í tí
dagliga. Og allir hesir bólkarnir
á Facebook, har fólk við somu
áhugamálum hittast, eru eisini
við til at geva fólki møguleikan at
kjakast virðiliga í einum lukkaðum
forumi, har støðið mangan er eitt
annað. So tað skal avgjørt ikki
skiljast sum, at alt kjak á netinum
er av tí ónda, leggur Turið Nolsøe
at enda aftrat.
LARISERING
Turið Nolsøe, retorikar