hósdagur 25. august 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
6
BØRN OG KRIMINALITETUR
UNG OG SE
Kriminellir bakmenn útnytta børnini
- Kriminaliteturin millum børn og ung er ein stórur trupulleiki.
Teir sokallaðu bakmenninir draga børnini inn við at fáa tey
bundin av rúsevnum og at enda vilja tey gera alt fyri tann
næsta rúsin. Vit vita eisini, at ung brúka sex fyri at fáa sítt
rúsevni, sigur Hildur Hermansen, leiðari á Barnaheiminum
BARBARA HOLM
Tað er óhugsandi at skilja tað, sum tey,
sum arbeiða við børnum og ungum í
Føroyum uppliva hvønn dag. Tað er
ófatiligt, at slíkt gongur fyri seg her heima
í lítlu Føroyum. Men enn einaferð mugu
vit sanna, at Føroyar eru ikki nógv øðrvísi
enn milliónasamfeløg, tá ið umræður
samfelagsins skuggasíður. Vikuskiftis
Sosialurin hevur áður varpað ljós á, at
børn verða nýtt sum seljarar av rúsevnum
í Føroyum. Og tað er ein veruleiki, sum
tey á barnaøkinum í landinum kenna alt
til. Ein teirra er Hildur Hermansen, sum
er leiðari á Barnaheiminum. Hon hevur
gjørt vart við hendan trupulleikan til
myndugleikarnar áður og hevur varpað
ljós á tað fyrr. Nú sigur hon her frá tí,
sum hon og hennara starvsfólk vita alt
ov væl. At børn í Føroyum verða drigin
inn í kriminel umhvørvi, har tey gera
óhugsandi ting. Og bakmenninir eru teir,
sum skúma fløtan. Hvørjir teir so enn eru.
Og hættirnir, sum bakmennirnir fáa
fatur á børnunum, eru ikki fyri sartar sálir.
Lokka tey yvir longri tíð
Hvussu ber tað til, at annars væl fung
erandi børn og børn við ymiskum
trupulleikum enda í klórnum á organis
eraðum kriminellum fólkum? Jú, roynd
irnar á Barnaheiminum eru, at tað verður
byrjað í smáum.
- Tey børnini, sum eru á Barnaheim
inum ella í barnarverndarskipanini sum
heild, hava til tíðir nógv at dragast við. Og
tey leita eftir nýggjum hættum at liva og
virka, sigur Hildur Hermansen.
Við hesari vitanini er tað lætt at fáa
eitt barn at knýta band. Og tað er har tað
byrjar.
- Børnini fáa boðið hassj at byrja við.
So fáa tey sterkari rúsevnir inntil tey eru
Tey børn og ungu,
sum verða umrødd
í greinini, eru niður
til 14 ára aldurin