Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016 SOSIALURIN 97 7 X TIL SØLU so mikið bundin at rúsinum, at tey vilja gera alt fyri at fáa fatur á honum. Og tá er tað, at bakmenninir krevja, at tey skulu byrja at rinda fyri rúsevnini, sigur Hild­ur Hermansen. Spurningurin er so, hvussu børnini skulu rinda tað tað kostar, at halda ein sera dýran vana við­líka. - Tá byrja tey at selja. Okkara met­ing er, at hvørt barni í slíkum um­hvørvi selur til áleið 10 fólk, tí tað er tað, sum krevst fyri, at tey sjálvi kunnu fíggja sítt forbrúk, sigur Hildur Hermansen. Drigin inn í eitt óhugnaligt umhvørvi Børnini eru ikki tey, sum gerast rík av at selja rúsevnini. Tey hava einans nóg mikið til at halda sítt egna misbrúk viðlíka. Tey verða tí drigin inn í ein umfatandi og óhugnaligan ring, sum livur á samfelagsins skuggasíðum, har vanligar reglur ikki eru gald­andi. Um tú ikki hevur selt nóg mikið av rúsevnum til at fíggja títt mis­brúk – hvat selur tú so? - Vit vita, at unglingar eisini verða nýtt til seksuellar tænastur av ymiskum slag. Tey eru kynsliga sam­an við øðrum, uttan at hava givið sítt samtykki ella uttan at tora at siga nei. Tað er ein form­ur fyri valuta í hasum umhvørv­inum, sigur Hildur Hermansen. Er talan um beinleiðis prostitu­tión? - Eg haldi ikki eg kann siga, at tað er eitt stað man kann fara at keypa sær seksuellar tænastur. Men tað verður nýtt sum valuta, so í so máta er tað, sigur Hildur Hermansen. Og børnini tora ikki at melda. - Tey ræðast bakmennirnar. Tey eru bangin fyri avleiðingunum og vit uppliva, Hóast Hildur Hermansen her greiðir frá upplivingunum, sum tey á barnaverndarøkinum vita um, so er umráðandi at staðfesta, at hetta ikki er ein trupulleiki, sum er galdandi fyri øll barnaheimsbørn og als ikki ein trupulleiki, sum einans er galdandi fyri barnaheimsbørn. Kring alt landið og í barnarverndartænastuni í síni heild er hetta ein trupulleiki, sum tey stríðast við. Hildur Hermansen sigur, at børnini á Barnaheiminum eru í viðgerð og kunnu fáa hjálp at koma burturúr hesum, meðan onnur børn, sum ikki eru knýtt at barnaverndini, eru einsa­ møll í kriminella heiminum. IKKI EIN ÚTSØGD UM BARNAHEIMSBØRN Fyri at basa misnýtslu og kriminalitet millum ung framyvir, er neyðugt at hjálpa børnum og familjum fyrr í lívinum. – Vit skulu hava eyguni eftir og hjálpa familjum við smærri trupulleikum, so at børnini ikki enda í hesari støðuni. Familjur skulu hjálpast til at vera um síni børn langt áðrenn tey fáa tørv á at rúsa seg og áðrenn børnini sjálvi taka sakina í egnar hendur og leita aðrar vegir, sigur Hildur Hermansen. FYRIBYRGING ER LYKILIN