hósdagur 25. august 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
8
BØRN OG KRIMINALITETUR
BARBARA HOLM
Í Vikuskiftis Sosialinum í síðstu
viku bar til at lesa um eina
mammu, sum brennandi ynskti
sær ein viðgerðarstovn til unga
son sín, sum er rúsevnismisnýtari.
Tí støðan í dag er, at føroyska
samfelagið ikki raðfestir at
veita avrúsingarhjálp til børn
og ung. Í næstum letur ein
viðgerðarstovnur fyri ung upp,
men tað er fyri tey millum 18 og
24. Og trupulleikum er minst líka
stórur fyri tey, sum eru yngri.
Tað
er
umráðandi
at
siga, at hesin trupulleikin
als ikki er galdandi fyri
børn á Barnaheiminum. Og
samstundis mugu vit ásanna,
at eisini børn, sum als ikki
eru í barnarverndarskipanini,
eru partur av hesum, sigur
Hildur Hermansen, leiðari á
Barnaheiminum.
Barnaheimið er í dag ein
sosialpedagogiskur stovnur við
pedagogum, sosialráðgevum
og øðrum. Men teir fakligu
førleikarnar sum krevjast,
fyri at veita hjálp til børn við
rúsevnistrupulleikum, eru als
ikki til staðar.
Vit fáa kortini børn á
Barnaheimið,
sum
hava
rúsevnistrupulleikar og vit
uppliva, at tey gerast sera illa
fyri, tí tey verða avskorin frá
rúsevnunum frá degi til dags.
Og tað krevur bæði læknaliga
og sálarfrøðiliga hjálp at koma
ígjøgnum tað, sigur Hildur
Hermansen.
Í Føroyum hava vit ikki
stovnar til børn, sum hava tørv á
hjálp at avrúsast.
Hesi børnini og ungu við
rúsevnistrupulleikum
fáa
onga
rúsevnisviðgerð
frá
serfrøðingum. Tey fáa hjálp
í dag, men ikki serfrøðiliga
hjálp.
Barnaheimið
veitir
sosialpedagogiska viðgerð men
ikki beinleiðis rúsevnisviðgerð
og tað er har trupulleikin liggur,
staðfestir Hildur Hermansen.
Hennara boð uppá eina
loysn á støðuni er, at politiski
myndugleikin staðfestir, at
viðgerðartilboð til hesi ungu
framyvir skal raðfestast.
Tað eru nógv fólk í ymiskum
stovnum, sum brenna fyri hesum
økinum. Vit hava starvsfólk,
sum uttan iva kundu hugsað
sær at tikið útbúgving innan
rúsevnismisnýtslu, sigur Hildur
Hermansen.
Og við einum tvørfakligum
s a m s t a r v i
m i l l u m
ba r n av e r n d a r t æ n a s tu n a ,
løgregluna, landssjúkrahúsið og
psykiatriska depilin ber til at
fáa betringar á økinum og hjálpa
hesum børnunum.
Mugu skapa viðgerðartilboð
Vit mugu lofta hesum ungu, tí sum er enda tey ofta á Barnaheiminum
og vit hava ikki røttu fakligu førleikarnar til at taka okkum av rúsevnis
misbrúkarum, sigur Hildur Hermansen, leiðari á Barnaheiminum
BARBARA HOLM
Í Vikuskiftis Sosialinum í síðstu
viku bar til at lesa um eina
mammu, sum brennandi ynskti
sær ein viðgerðarstovn til unga
son sín, sum er rúsevnismisnýt
ari. Tí støðan í dag er, at før
oyska samfelagið ikki raðfestir
at veita avrúsingarhjálp til børn
og ung. Í næstum letur ein við
gerðarstovnur fyri ung upp, men
tað er fyri tey millum 18 og 24. Og
trupulleikum er minst líka stórur
fyri tey, sum eru yngri.
Tað er umráðandi at siga, at
hesin trupulleikin ikki einans
er galdandi fyri børn á Barna
heiminum. Og samstundis mugu
vit ásanna, at eisini børn, sum
als ikki eru í barnarverndar
skipanini, eru partur av hesum,
sigur Hildur Hermansen, leiðari
á Barnaheiminum.
Barnaheimið er í dag ein sos
ialpedagogiskur stovnur við
pedagogum, sosialráðgevum og
øðrum. Men teir fakligu førleik
arnar sum krevjast, fyri at veita
hjálp til børn við rúsevnistrupul
leikum, eru als ikki til staðar.
Vit fáa kortini børn á Barna
heimið, sum hava rúsevnis
trupulleikar og vit uppliva, at
tey gerast sera illa fyri, tí tey
verða avskorin frá rúsevnunum
frá degi til dags. Og tað krevur
bæði læknaliga og sálarfrøðiliga
hjálp at koma ígjøgnum tað, sigur
Hildur Hermansen.
Í Føroyum hava vit ikki stovn
ar til børn, sum hava tørv á hjálp
at avrúsast.
Hesi børnini og ungu við rús
evnistrupulleikum fáa onga
rúsevnisviðgerð frá serfrøð
ingum. Tey fáa hjálp í dag, men
ikki serfrøðiliga hjálp. Barna
heimið veitir sosialpedagogiska
viðgerð men ikki beinleiðis rús
evnisviðgerð og tað er har trupul
leikin liggur, staðfestir Hildur
Hermansen.
Hennara boð uppá eina
loysn á støðuni er, at politiski
myndugleikin staðfestir, at
viðgerðartilboð til hesi ungu
framyvir skal raðfestast.
Tað eru nógv fólk í ymiskum
stovnum, sum brenna fyri hesum
økinum. Vit hava starvsfólk,
sum uttan iva kundu hugsað
sær at tikið útbúgving innan
rúsevnismisnýtslu, sigur Hildur
Hermansen.
Og við einum tvørfakligum
samstarvi millum barnavernd
artænastuna, løgregluna, lands
sjúkrahúsið og psykiatriska
depilin ber til at fáa betringar á
økinum og hjálpa hesum børn
unum.
at børn halda seg innandura í
longri tíðarskeið, tí tey ikki tora út.
Kanska tí tey skylda onkrum eina
tænastu ella tí tey eru hótt, sigur
Hildur Hermansen.
Samstundis er ikki óvanligt, at
børnini eru so mikið treingjandi
eftir rúsevnunum, at tey selja
seksuellar tænastur fyri alt frá
sigarettum til hørð rúsevni.
- Eg kann siga so mikið sum, at
tað ikki bara eru nøkur fá børn vit
tosa um. Hetta er ein veruleiki í
býarlívinum í Havn og aðrastaðni
í landinum við, hóast eg væl skilji
tað er trupult at trúgva, sigur Hild
ur Hermansen.
Bakmenninir
Tað er trupult at ímynda sær ein
stóran kriminellan ring í Føroyum,
sum løgreglan ikki fær fatur í. Men
samansetingin av tí kriminella
ringinum ger, at ovasti liðurin í
ringinum ongantíð verður funnin.
- Eg eri púra sannførd um, at tað
er ein organiseraður hópur av fólki
í Føroyum, sum brúkar børn til at
selja rúsevnir og sum stýra hesum
børnunum. Tað er eingin ivi um
tað. Men eg veit ikki, hvussu man
skal finna hvørjir høvuðspersónar
nir eru, sigur Hildur Hermansen.
Tey á Barnaheiminum fáa ong
antíð at vita, hvørjir hesir persón
arnir eru ella hvussu nógvir teir
eru í tali. Men eingin ivi er um, at
tað eru vaksin fólk, sum standa
handan barnakriminalitin.
- Vit hava eisini sæð dømi um
børn, sum annars hava verið sera
dugnalig ítróttarfólk ella tón
leikarar og annað og brádliga
eru tey dottin í kriminalitetin
eisini. Rúsurin tekur yvir og tey
gerast seljara eisini, sigur Hildur
Hermansen.
Tað eru ikki einans børn, sum
so ella so eru í barnarverndar
tænastuni, sum eru knýtt at hes
um kriminella heiminum. Eisini
børn, sum at síggja til føra eitt púra
vanligt lív, verða drigin inn. Tí er
tørvur á, at føroyska samfelagið
tekur hendan trupulleikan í álvara.
- Í dag er eingin stovnur í Før
oyum, sum tekur sær av børnum
við rúsevnistrupulleikum og
tað mugu vit broyta, sigur Hild
ur Hermansen, leiðari á Barna
heiminum.