Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016 SOSIALURIN 97 9 SEX­SØLA OG RÚSEVNI EISINI Í KLAKSVÍK MORTAN ØSTERØ Í Klaksvík kennir barnaverndin eisini til, at ung eru komin í trupul­ leikar av rúsevnismisnýtslu, tó at tað ikki eru eins nógvar frá­ boð­anir nú, sum tað hava verið. Tonja Ziskason er bæði leið­ari á Barnaverndartænastuni í Norð­ oyggj­um og toymisleiðari fyri økið »børn og ung«, og í 2014 stóð hon á odda fyri eini kanning um trivnaðin hjá ungdómi í níggjunda flokki í Klaksvík. Tá varð millum spurt um teirra sambond við rús­drekka og -evni í útflýggjaðu spurnarkanningini. Kanningin vísti, at dreingir um 15-16 ára ald­ur í Klak­svík royktu meira tubbak enn javnaldrarnir í øðrum evrop­iskum býum, men at tað annars stóð betri til við ungdóminum í Klaksvík enn aðrastaðni í Evropa, tá ið tað kom til harðari rúsevni og rúsdrekka. - Tað er ikki ókent fyribrigdi í Klaksvík, at ungdómar koma í samband við rúsevni, men vit hoyra ikki so nógv til tað longur, sigur Tonja Ziskason. Júst hvørt tað eru færri frá­ boðanir, enn tað eru tilburðir dugir Tonja ikki at meta um. - Møguliga eru rúsevnini mill­ um ung í størri mun enn vit vita um, sum ikki verða fráboðað. Helst av tí, at tað kann kennast sum eitt ov stórt stig at taka hjá teim­um ungu at seta seg í samband við okkum og síðani fáa sett hol á kann­ingar og annað, vísir leiðarin á barnaverndartænastuni í Klaks­ vík á. Eisini seksuellar tænastur Summir av ungdómunum koma eisini út í umhvørvi har seks­u­ el­l­ar tænastur koma fyri. Sam­ bært Tonju, hava hesi ungu aloftast havt aðrar trupulleikar at dragast áðrenn. Fleiri hava okk­urt slag av diagnosu, oftast á autismuspektrinum, ADHD ella til­knýtistrupulleikar, og onnur hava trupulleikar í heiminum at dragast við. - Vit hava hoyrt um gentur, sum betala seg frá ymiskum við seksuellum tænastum, harav fleiri teirra hava diagnosur framm­ anundan. Tó er tað ikki ofta, at tað kemur fyri, og ei heldur er tað altíð blandað upp í rúsevnisumhvørvi, sigur Tonja Ziskason. Tað er ógvuliga trupult at hjálpa teimum ungu burturúr trupul­leikunum aftur, og tí eru fyri­byrgjandi amboðini tey týd­ ningarmestu í strembanini at basa rús­evnismisnýtslu og brúki av sex sum gjaldshátti millum ung. - Taka tey samband við okk­ um, tosa vit sjálvandi við tey, og royna at fáa eina greiða fatan av hvat hevur gingið fyri seg, men í summum førum ynskja tey als ikki at hjálpast. Tá kann tað ger­ ast serstakliga trupult hjá okkum at gera nakað. Vit skulu blíva betri varnast trupulleikarnar beinan­ vegin, soleiðis, at teir kunnu fyri­ byrgjast. Harumframt er tað týd­ ningarmikið, at samskiftið mill­um avvarðandi stovnarnar – sum almannaverki, løgregluna, psyk­ iat­riska depilin og okkum – virkar væl. Á tann hátt høvdu ung ikki dott­ið niðurímillum, so skjótt ein ann­ar stovnur fær ábyrgdina av teim­um, sigur Tonja Ziskason. Í Klaksvík kenna tey eisini til rús­evnismisnýtslu og brúk av sex sum handils­vøru millum heilt ung, men tey hoyra ikki eins nógv til tað nú, sum fyrr BARBARA HOLM Spyrt tú ein føroying, sum ikki hevur tilknýti til rúsevnisheim­ in um, hvørji sløg av rúsevnum eru, ja so fært tú helst tey van­ ligu sløgini at vita. Vit kenna øll til hassj, kokain, heroin, ecstasy og so framvegis. Men tey gomlu sløgini av rúsevn­um eru nærmast ellisakførini inn­ an rúsevnisheimin. Tí í dag er út­boðið óendaliga samansett og tí trupult at fanga. Í Sosialinum tann 3. desember í fjør segði Jan Johannesen, leiðari á narko­ deildini hjá løgregluni, at ansa vit ikki eftir er bara spurningur um tíð, áðrenn rúsevnini taka lívið av onkrum. Í heilum økist talið av nýggj­ um rúsevnum, sum rús­evn­is­ framleiðarar leggja fyri dagin og tí hava vit alstóran tørv á, at ansa betri eftir nú enn nakrantíð. Hesi rúsevnini eru nýggj og vit ána ikki hvussu tey útvikla seg ella hvussu tey ávirka kroppin. Dagsins misnýtarar eru tí í stóran mun royndarkaninir hjá rúsevnisframleiðarum, segði Jan Johannesen við Sosialinum 3. desember í 2015. MDMA MDMA er heitið á einum nýggj­ um slagið av rúsevni, sum dansk­ ir politikarar eru á gosi um, tí tað hevur kostað fleiri donsk­um unglingum lívið. Talan er um eina konsentreraða nøgd av rúsandi evninum, sum er at finna í ecstasy. Munurin er, at í ecstasy eru eisini onnur evni, sum ikki hava rús­andi ávirkan, men í MDMA er einans tað rúsandi evni at finna. Samstundis eru tey sokall­ aði LSD frímerkini ein trupul­ leiki – bæði fyri brúkaran og fyri narkoløgregluna. Rúsandi papp­ írs­pettini eru evarska lítil og tí trupul at varnast. Jan Johannesen segði eisini við Sosialin í des­ ember, at tað er millum annað á sosialu miðlunum, at fólk fáa samband við tey, sum kunnu selja og skaffa rúsevnini og tí er eis­ini hesin kriminelli heimurin vorð­in alsamt meira kompleksur enn fyri bara fáum árum síðani. ALSKYNS SLØG AV RÚSEVNUM Í FØROYUM Nógv ymisk rúsevni eru í Føroyum og mong teirra eru at kalla vónleys at fáa eyga á, um tú ikki kennir til rúsevni. MDMA er eitt av rúsevnunum, sum narkopolitiið ávaraði ímóti í Sosialinum í desember í fjør