hósdagur 25. august 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
10
PERSÓNSSØGA
LÍVIÐ HJÁ SIG
ER SETT Á
BÍÐILISTA
HALLUR AV RANA
Í
eini íbúð á føroyska sjúk
lingahotellinum
Hotel
Tórshavn í Eysturbrúgv í
danska høvuðsstaðnum situr
26 ára gamla Sigrun Jóhansdóttir
Bisp úr Kollafirði og bíðar. At
bíða er hon von við, tí tað hevur
hon gjørt síðan 24. apríl í ár og alt
bendir á, at tað skal hon nokk gera
næstu nógvu mánaðirnir.
Tí meðan ein stórur partur
av føroyingum kenna hotellið
í samband við sjúkraviðgerðir í
Danmark, har neyðugt hevur verið
at liggja nakrar nætur í danska
høvuðsstaðnum, so er talan ikki
um ein stuttan túr fyri Sigrun
Jóhansdóttir Bisp. Sjúklinga
hotellið er nevniliga hennara
nýggja fyribils heim, og hon veit
ikki, hvussu leingi hon skal vera
har.
Er í bíðistøðu
Unga kvinnan er nevniliga ein av
teimum føroyingum, ið er rakt
av arvaliga sjúkuni Cystiskari
Fibrosu. Í stuttum er talan um
ein íløgufeil í slímframleiðandi
kertlunum í likaminum. Tað er
ymiskt hvussu sjúkan rakar, men
fyri tey flestu, so elvir sjúkan til
trupulleikar við andagøgnunum.
Hjá Sigrun Jóhansdóttir Bisp
hevur sjúkan serliga lagt seg eftir
lungunum, soleiðis at hon í dag
hevur ein lungavirkna, ið er einans
22 prosent av tí, ið frísk fólk hava.
– Um fólk ynskja at vita hvussu
tað er, so kunnu tey royna at seta
klemmu á nøsina og síðan royna
at anda gjøgnum eitt súgvirør í
munninum. Tað sigst at geva eina
líknandi kenslu, tó munurin er, at
eg kann ikki spýta súgvirørið út
aftur ella taka klemmuna av nøsini,
tá eg vil anda aftur, sigur Sigrun
Jóhansdóttir Bisp, tá hon skal
greiða frá hvussu tað er at liva við
sjúkum lungum
Fyrsta í síni familju
Hóast talan er um eina arvaliga
sjúku, so er Sigrun Jóhansdóttir
Bisp fyrsti persónurin í familjuni,
ið hevur Cystiska Fibrosu. Tað
var tá mamman varnaðist, at hon
ikki mentist sum onnur børn,
at tað varð staðfest, at Sigrun
Jóhansdóttir Bisp hevði arvaliga
sjúkuna.
– Foreldrini hjá mær eru berarar,
men eingin kendi til sjúkuna í
familjuni. Men mamma varnaðist,
at eg ikki mentist sum hini børnini
hjá sær, og var tí nógv hjá lækna
við mær. Men tað var ikki fyrr
enn eg var tvey ára gomul, at tað
varð staðfest, at eg hevði sjúkuna,
greiðir Sigrun Jóhansdóttir Bisp
frá.
Í dag er Sigrun Jóhansdóttir Bisp
26 ára gomul, men um tað mundi,
tá hon fekk staðfest sjúkuna, varð
mett, at fólk við Cystiskari Fibrosu
ikki høvdu serliga góð útlit til at
gerast eldri enn 19 ár.
– Heilivágurin er tó nógv
mentur, og miðal livitíðin broyttist
stutt eftir at eg fekk staðfest
sjúkuna, soleiðis at miðal livi
aldurin nú er um 37 ár. So longu
tá fingu foreldrini at vita, at tey
ikki skuldu lurta eftir teimum
døpru spádómunum. Men tað stóð
kortini enn í bløðum og aðrastaðni,
sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp.
Serliga minnist Sigrun Jóhans
dóttir Bisp eina hending í fólka
skúlanum, tá tey í klassanum lósu
úr eini lívfrøðibók.
– Tá lósu vit, at fólk við Cystisk
ari Fibrosu verða ikki meira enn
Tað ringasta við at vera á listanum eru teir dagarnar, tá man
hevur tað ordiliga keðiligt. Tá hugsar man, at man kanska
ikki hevur tíð at bíða eftir teimum nýggju lungunum. At
tað verður ov seint hjá mær. Tað sigur 26 ára gamla Sigrun
Jóhansdóttir Bisp, ið er á bíðilista til at fáa nýggj lungu
Mett
verður, at tá
læknarnir
koma til ta
niðurstøðu at
seta ein persón
á bíðilista,
so hevur við
komandi í
miðal tvey ár
eftir at liva í