Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-25, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016 SOSIALURIN 97 28 Góðar vónir fyri FarGen Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkini Framskygda og aktuella verk­ ætlanin FarGen fekk í seinastu viku toyggið, bæði í Sosialinum og í Degi & Viku. Tað er serliga fyrrverandi landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sum gevur ilt av sær um ta leið, sum er vald til arbeiðið við FarGen. Eisini Pál Weihe, professari og partur av verkætlanarstjórn fyri FarGen, harmast um gongdina, og teir báðir Strøm og Weihe sakna góðu gomlu dagarnar, tá ið FarGen framvegis var ein røð av føgrum orðum á tí altíð takksama pappírinum, orð, sum boðaðu frá fantastiskum og gyltum tíðum innan gransking í føroyskum ílegum. Grundleggjandi arbeiði Men tað skal annað og meira til enn orðabrask fyri at lyfta einum so stórum og tungum øki sum ílegugransking. Og tað er ikki rætt, at FarGen í verandi líki doyr út. Tvørturímóti verður eitt týdningarmikið og grundleggjandi arbeiðið nú gjørt í FarGen. Hetta arbeiðið er neyðugt, fyri at granskarar úr øllum heiminum skulu kunna brúka føroysku ílegurnar í teirra vísindaliga arbeiði, okkum og okkara eftirkomarum at frama. Fyrsti parturin av FarGen er at lesa ílegur í eina skrá, sum Ílegusavnið umsitur. Tær 10 milliónirnar, sum Fólkatingið hevur játtað til FarGen, verða millum 2015 og 2017 brúktar til hetta arbeiðið. Hendan íleguskráin kann lýsast sum ein infrastrukturur, ið framtíðar gransking innan ílegur kann byggja á. Leiðsla og trygd Ein ráðgevandi stýrisbólkur tryggjar, at virksemið hjá FarGen er á høgum fakligum stigi, at støða verður tikin til etiskar spurningar og at verkætlanirnar eru í samsvari við føroyska lóggávu. Harumframt skal stýrisbólkurin syrgja fyri, at verkætlanin er grundfest í føroyska granskingarumhvørvinum fyri at tryggja, at Føroyar fáa so stórt gagn av verkætlanini sum yvirhøvur gjørligt, bæði yvirskipað og fyri hvønn einstakan granskara. Við hesum bygnaði skuldi FarGen verið í skikkaðum hond­ um, og vit, sum umhugsa at bjóða okkara ílegur fram til gransking, kunnu vera trygg í sannføringini um, at vitanin, sum atgongd til okkara ílegur gevur, verður handfarin á etiskt for­ svarlig­an hátt. Ikki minst tí at tey neyðugu løgfrøðiligu loyvini fyri arbeiðinum nú eru fingin til høldar. Bæði-og heldur enn antin-ella Í atfinningum sínum førir Hans Pauli Strøm fram, at FarGen upprunaliga var størri og víðskygdari, enn verkætlanin er í dag. Eg eri ikki samd, hvørki í hesum ella í øðrum av hansara uppáhaldum um, at verkætlanin er at kalla oyðiløgd. Sjálvandi skulu vit stremba eftir stjørnunum og hava víðskygdar ætlanir, tí annars enda vit alt ov lættliga í tómgongd. Men neyðugt er eisini at gera tað arbeiðið, sum er grundarlagið undir teimum nógvu altjóða granskingarverkætlanum, sum nokk skulu koma. Tað er hetta, sum í løtuni verður gjørt í FarGen. Og tað merkir ikki, at verkætlanin er likviderað. Annars skipar Heilsu- og innlendismálaráðið saman við Ílegusavninum fyri ráðstevnu um ílegu-gransking í Østrøm tann 20. september. Eg gleði meg til at hoyra meira um tað týdningarmikla arbeiðið, sum verður gjørt í FarGen, júst sum eg við stórum áhuga fylgi við í arbeiðinum hjá FarGen. KJAK TILTØK Gudstænastur 28. august Vesturkirkjan kl. 11.00: Bergur Debes Joensen. Sunnudagsskúli er undir gudstænastuni. Argja kirkja kl. 11.00: Heri J. Joensen. Sunnudagsskúli er undir gudstænastuni. Havnar kirkja kl 11.00 Ann D. Hansen, altargongd Hoyvík kl. 11, Sonja Klein Kvívíkar kirkja kl. 12:00. Maria Jørðdal Niclasen Vestmanna kirkja. Guðstænasta og altargongd. Marjun í Kálvalíð. Eiði: kl. 11 messa Emil Olsen. Skála kirkja kl. 11: Símun Persson Jacobsen - altargongd Gøtu kirkja. Lestur. Glyvra kirkja kl. 11, Meinhard Bjartalíð, altargangur. Leirvík kl. 11.00: Marjun Bæk Kirkjan bjóðar morgunmat í missiónshúsinum frá kl. 09.30, øll eru hjartaliga vælkomin. Fríðrikskirkjan. Altargongd. Ovi Brim Christianskirkjan, kl. 11.00, lestur Viðareiðis kirkja, lestur, kl. 11.00 Hvannasunds kirkja, familjuguðstænasta, Jóannes Purkhús, kl. 12.00 Sands kirkja, kl. 12.00, Havstein Klein Tvøroyrar kirkja kl. 11 barnagudstænasta. Porkeris kirkja, kl.12 + dópur Ebenezer Sunnumorgun kl. 11: Minnismáltíð Harrans. Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. www.Ebenezer.fo Meinigheitshúsið í Havn Týsdagin kl. 20 Bíbliutími v/ Sverra Steinhólm Hósdagin kl. 20 Ungdómsmøti Sunnudagin kl 14 Sunnudagsskúli, kl. 17.30 bønarløta, kl .18 Sang- og vitnimøti Frelsunarherurin Tórshavn Mikudagin kl. 20.00 Bønarløta Sunnudagin kl. 11.00 Halganarmøti Sunnudagin kl. 18.00 Evangeliskt møti Øll eru hjartaliga vælkomin City Church Tórshavn Sunnudagin 28 august kl. 11 morgunmøti við Dánjal Petersen. City Kids kl.11.45 Katólska Kirkjan Hvønn gerandisdag messa í Kerit kl. 17.30 Leygardag messa í Kerit kl. 11.30 Sunnudag verður hámessa og barnadópur í Mariukirkjuni kl. 11 v/ Piotr Zielinski prestur. Áftaná verður kirkjukaffe. Talvan gongur fyri hjálpararbeiðið hjá Caritas Danmark fyri tey, sum líða neyð. Tilbiðjan av Heilaga Sakramentinum verður í Kerit frá kl. 17 til 18. www.katolsk.fo Adventistakirkjan Leygardagin 27. august 2016 Kl. 10 Sabbatsskúli: Birgir Johannesen Kl. 11 Gudstænasta: Aase Bømler Olsen Missiónshúsinum við Landavegin Sunnukvøldið møti kl. 18.00 v/Egil Joensen Fríkirkjan Oasan Sunnudagin 28. august Kl. 11:00 Guðstænasta v/Elsa Østergaard Kl. 12:00 Sunnudagsskúli Mánadagin 29. august Kl. 19:00 Bønamøti www.oasan.fo Samkoman Marknagil Fjalsg.2, Tórshavn Sunnudag: Morgunmøti kl. 10.30, sunnudagsskúli kl 12 Sunnukvøld kl. 18 evangeliskt møti. Mánakvøldið kl. 20 bønar- og uppbyggingarmøti. Øll hjartaliga vælkomin. Keldan, Skálafirði Mikudagin kl. 17-20, Matstovan opin Hósdagin kl. 10:30-13, Mammukafé Leygardagin kl. 20, Awake við Karstin Justesen Sunnudagin kl. 11, Morgunmøti við Ólavi Jacobsen, barnamøti kl. 11. Sunnukvøldi kl. 20 Konsert við Brad White USA, Brdr. Nordstrand Noreg og Glæman (ókeypis) www.keldan.fo Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Fríggjadagin 26. aug. kl. 21:00 Ungdómsmøti Sunnudagin 28. aug. kl. 16:30 Bøn kl. 17:00 Familjumøti við Hallgerð Brim Lívsins Orð,Runavík Týskvøldið kl.20.00 Møti v/ Stephen Moses Mikukvøldi kl.20.00 Ungdómsmøti Sunnumorgun kl.10.30 Møti v/ Símun P.Jacobsen Øll hjartaliga vælkomin Soli Deo Gloria Hósdagin kl. 20.00 SDG café Sunnudagin møti bøn og lovsangur Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin 28. august kl. 18.00 verður felagsmøti fyri alla Suðuroynna við Dagny Højgaard og Lenu Askham. Tilhaldið í Tórsgøtu 21 Mánadagur 29. august 09.00-16.00 Motiónsrúmið er opið, har er renniband, krossari, kondisúkkla, rógvimaskina, twistari og massagustólur. 09.00 Fimleikur menn Dánjal Húsgarð 10.00 Fimleikur kvinnur Grethe Ellingsgaard 13.00-16.00 Kaffistovan fyri pensionistar Týsdagur 30. august 09.00-16.00 Motiónsrúmið er opið, har er renniband, krossari, kondisúkkla, rógvimaskina, twistari og massagustólur. 10.00-11.30 Felagssangur og drekkamunnur Victor Carlsen 13.00-16.00 Kaffistovan fyri pensionistar Sunda Kommuna Dagtilhaldið Blákollan Opið er týsdag og hósdag frá kl 14 til 18 Øll eru hjartaliga vælkomin Vit byrja aftur týsdagin 30 aug. Arbeiði ynskir tú reingerð Átakið mær at vaska privat fyri fólk í Tórshavn. 508549 Bingo Strálubingo á Strondum sunnudagin 28.aug.kl.16 - at vinna m.a jólatúrur fyri tvey við Norrønu 24 - 28 nov á tvey manskamari við vindeyga. Leikur Ymisk leikutoy og DVD filmar Ymisk leikutoy og barna DVD filmar til sølu 508549 Tónleikur KLAVERUNDIRVÍSING KLAVERUNDIRVÍSING Undirritaði er konservatorieútbúgvin klaverleikari / lærari. Hevur hetta tín áhuga, so ring á tlf. Árni Hansen 314183 / 274883 Ymiskt Sterk apell og boð til Guðs fólk Sí www.roddinaveinum.com 787080 LÝSINGARTORGIÐ MERKISDAGAR 75 ára føðingardagur 5. september fyllir Jørleif Kúrberg, Tórshavn, 75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 3. september í kantinuni á skúla­ heiminum við Marknagilsvegin frá kl. 10-15 Øll eru hjartaliga vælkomin 85 ára føðingardagur Fríggjadagin 26. august verður Jákup Andreas Joensen, Eiði, 85 ár. Dagurin verður hildin saman við hansara nærmastu