Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-25, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016 SOSIALURIN 97 27 Hey góðu vinir, viðhaldsfólk, viðspælarar og mótspælarar. Eg skal við hesum staðfesta, at alt her í lívinum fær ein enda. Eisini mín karriera sum aktiv­ur fótbóltsspælari. Jógvan Norðbúð, sáli, gav mær møguleikan á besta liðnum hjá B36 í 1996. Eftir 21 ár, nærum 400 dystir og (met)nógv mál havi eg valt at siga, at nokk er nokk. Hetta hevur verið ein fan­tast­ isk ferð. Eg havi havt eina rúgvu av góðum venjarum, spælt við einari rúgvu av góðum spæl­ arum og – týdningarmest av øllum – eg havi møtt eini asens rúgvu av góðum menniskjum. Saman við hesum havi eg flent og grátið. Vit hava runnið og barst fyri hvønn annan og óteljandi vinarbond fyri lívið eru knýtt hesi árini. Eg havi altíð sagt, at eg fegin vil geva pláss til yngri kreftir í felagnum. Nú er tíðin komin, og í felagnum eru vit vælsignað við at hava eina rúgvu av ungum evnaríkum spælarum, sum eru meira enn klárir at skumpa hendan ”grumpy-old” spælaran til síðis. Vitanin um, at fleiri standa til reiðar at taka við, samstundis sum skaðarnir ikki gerast færri í tali við árunum, hava gjørt, at avgerðin, sum nú er tikin, var heldur lættari at taka. Fram til kappingarlok fari eg sjálvandi at hjálpa Eyðuni og Effohópinum, men nú verð­ur tað bert sum venjari. Kanska Eyðun loyvir mær at spæla nakrar minuttir í sein­asta heimadysti okkara, so eg – um eg eri nóg væl fyri – fái sagt eitt ordiligt farvæl við trú­føstu áskoðararnar, sum gjøgnum øll hesi árini hava stuðlað mær og liðnum so væl. Takk fyri, at tit í B36 hava tikið tykkum so væl av mær. Heilt frá ungdómsvenjar­unum so sum Annfinn Danielsen og Jacob Thomsen, og til tykkum øll, sum hava sitið í nevnd fel­ ags­ins hesi árini. Og so vil eg sjálvandi eisini takka mínari fantastisku fam­ ilju, konu, børnum, foreldrum, verforeldrum, mammubeiggja, vinum, og ikki minst systkjum mínum fyri tann stuðulin, sum hesi altíð hava givið mær. Eg kann á ongan yvirmeta tann týdning, sum tykkara stuðul hevur havt fyri meg (eisini hóast eg ikki altíð hava uppiborið tykkara stuðul). Hvat framtíðin hevur at bjóða, fái eg sjálvandi at síggja. Eg havi seinastu tvey árini roynt meg sum hjálparvenjara, umframt at eg eisini havi havt venjarauppgávur hjá yngru liðum okkara. Eg taki A-prógv sum venjari í løtuni, og eg haldi meg trív­ast sera væl í leik­lutinum sum venjari. So fáa vit at síggja, hvat framtíðin hev­ur at bjóða innan tann partin av fótbóltslívinum. Ein er tíðin at dansa Eitt alment farvæl frá Jákupi á Borg sum spælara Navn: Jákup á Borg Føddur: 26. oktober 1979 (36 ár) Foreldur: Guðrun og Heini á Borg Kona: Susi á Borg Børn: Fríði og Anna Starv: Stjóri og eigari av Bilrøkt Yrkisleið: 1996 – 2003: B36 2004: OB 2004 – 2008: HB 2008-2016: B36 Landsdystir: 61/2 FAKTA