Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-25, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016 SOSIALURIN 97 26 ÍTRÓTTUR Jákup á Borg TRÓNDUR ARGE – B36 HÚSIÐ Avgerðin er tikin. Jákup á Borg líkist ikki einum manni, sum hevur spælt sín seinasta dyst. Hann er helst betri fyri enn miðal spælarin í Effo-deildini, og vinnaraviljin lýsir av honum. Tað eru bara tveir mánaðir síðani, at hann gekk á odda í Champions League dyst­ unum móti Valetta – men nú er avgerðin tikin. Kroppurin klárar ikki at fylgja við. Avgerðin bleiv tikin fáar min­ uttir fyri hálvleik, tá B36 7. august vann 2-1 á AB í Gundadali. Enn eina ferð hildu beinini ikki til ein heilan dyst, og havnarmaðurin mátti lata seg útskifta. Hesa ferð havi eg fingið eina fibur í ein vødda, sum liggur fram­ við skinnabeininum. Skaðarnir blíva bara løgnari og løgnari. Tað er sum um kroppurin sigur við meg, at eg skal steðga nú, sigur Jákup á Borg og ristur við høvdinum. Liðskiparin hjá B36 hevur nú gjørt upp við seg sjálvan, at hann nú gevst við at spæla fótbólt. Kroppurin vil ikki meir Jákup á Borg venur enn við lið­num hjá B36, og tað er ikki har trupul­ leikin er. Til venjing eru økini oft­ ani minni, og á lítlu økjunum er havnarmaðurin enn sum ein ung­ lingi. Trupullleikin er, tá spælast skal á heilum vølli. - Eg klári framvegis at venja við, men tað vísur seg, at eg ikki klári at spæla dystirnar. Tað er líka við, at eg eri farin út skaddur við fibur tríggjar teir seinastu dystirnar, sigur Jákup á Borg. Hann situr í einum stóli í venjingarrúminum og er av­ kláraður, sjálvt um tað tykist níva hann, at hann ikki klárar meir. - Eg fór í ein vanliga takling og strekti beini eitt sindur. Hatta er ein skaði, sum eg ikki hevði fingið fyri fimm árum síðani, sig­ ur maðurin, ið hevur skotið 152 mál í bestu deildini. Tað er met. Súni og Fróði koyra á enn Stovnarin og stjórin á Bilrøkt er ikki sloppin heilt uttan viðmerking­ar, nú 38 ára gamli Fróði Benjamin­sen og 35 ára gamli Súni Olsen ger um seg í Effo-deildini. Hartil er Fróði Benjaminsen úttikin til landslið­ið móti Ungarn. Her verður skotið eitt sind­ur eftir mær, tí eg leggi skógvarnar á hillina, meðan Fróði Benjamin­sen er aftur á landsliðnum, og Súni Olsen skjýtur mál í Effo-deildini, viðurkennur Jákup á Borg, men ásannar at tað broytir einki hjá hon­um. Eg tími ikki, um eg ikki kann vera fult og heilt við. Fróði og Súni hava dygdir, ið gera at teir kunnu umskipa sín spælstíl. Fróði er blivin miðverji, meðan Súni hevur ein framúr sparkiteknikk, ið ger at hann enn kann gera mun. Tað krevur ov nógv av mínum kroppi, fyri at eg kann gera mun sum tann spælarin eg eri, sigur Jákup á Borg. Ikki ein nýggjur tanki Longu eftir meistaraheitið í 2011 byrjaðu tankarnir um at mæla í høvdinum í Jákupi á Borg. Hann var tá farin um tey 30, men enn vildi heilsan væl og hugurin er ongantíð farin. Eg minnist at eg hugsaði, at eg nú hevði vunnið meistaraheitið og var farin um tey 30. Tankin er ikki nýggjur, og eg segði eisini undan hesum kappingarárinum, at tað var ivasamt hvussu nogv eg fór at spæla, sigur Jákup á Borg og leggur afturat: Eg havi altíð vilja funnið hurð­ ina sjálvur. Eg havi eisini sagt, at eg fegin geri pláss til teir yngru spælararnar. Eg fari tó ikki at geva teimum plássið, men eg føli at teir hava kepmað fyri tí og hava uppborið tað, sigur Jákup á Borg. Hann situr í venjingarklæð­um og ger seg til reiðar til venjing. Hóast havnarmaðurin gevst at spæla, so venur hann við restin av kappingarárinum. Vónin er at fáa møguleikan at siga farvæl við B36 áskoðararnar. Nú venji eg við til kapp­ing­ ar­enda, so vónandi kann eg fáa ein møguleika at siga farvæl við áskoðararnar. Tað kundi verið um tað er lítið at spæla fyri seinasta umfar, ella um eg tá kann gera mun, sigur Jákup á Borg, ið ikki ætlaði at seinasta fetið sum fótbóltsspæl­ari skuldi vera at blíva útskiftur við skaða. Tíðin er røtt Tað eru fleiri orsøkir til, at fyrr­ verandi landsliðsspælarin hevur valt at boða frá, at hann gevst nú. Eftir seinasta skaðan eru spurn­ ingarnir nógvir, og nú er tíðin komin at siga sum er. Tað eru øgiliga nógv fólk, sum spryja meg nær eg spæli aftur, ella um hatta var tað. Nú er ein steðg­ur við steypafinaluni og landslið­num, so eg helt tað var passandi at boða frá tí nú, sigur Jákup á Borg. Hann ynskir at fáa tað frá hjarta­num, so tað ikki er órógvandi fyri liðið. Avkláraður – men kensluborin Jákup á Borg er avkláraður við, at hetta var tað sum fótbóltsspælari. Síðni 1996, tá hann fekk debut undir Jógvani Norðbúð sála, hevur hann verður fastur partur av bestu deildini í føroyskum fótbólti. Eg havi roynt at fyrireikað meg til tíðina aftaná og eri avkláraður. Hinvegin, so skal eg ikki lúgva meg burturúr, at eg fái ein klump í hásin tá eg tosi um at gevast. Tað verða heilt víst onkrar pínligar løtur, har eg fari at tára ella gráta. Um tað verður til endaveitsluna ella okkurt annað veit eg ikki, sigur Jákup á Borg brosandi. Hann ásannar eisini, at tað koma heilt víst løtur komandi ár, har hann kemur at sakna fótbólt­in og tað rundanum. Tað ringasta verður saknurin av at vera saman við liðnum. Eg komi sjálvandi at vera í felag­num, men tað er eitt ótrúligt samanhald millum spælarar, sum eg komi at sakna, sigur Jákup á Borg. Gjøgnum samrøðuna tosar hann um gamlar dagar og alt tað, ið felagið og tey rundanum felagið hava givið honum. B36 er dreymastarvið Hóast hann ikki spælir meir, so verður Jákup á Brog nokk ikki langt vekk frá fótbóltinum. Og hann hevur eitt dreymastarv, ið hann kundi ynskt sær eina ferð í fram­tíðini. Eg taki A-venjaraprógv og havi í ár verið hjálparvenjari, so tað er ein møguleiki at eg fáist við fót­bólt í framtíðini eisini, sigur liðskipar­in hjá B36 og leggur afturat: Sjálvandi kundi eg hugsað mær at verið venjari hjá B36 einaferð í framtíðini. Tað er dreymastarvið, sigur Jákup á Borg at enda. Tíðin bíðar ikki eftir nøkrum, og Jákup á Borg skal út at venja. Hann hevur gaggurnar í hondini og ætlar seg at venja við restina av árinum. Vónin er at fáa møguleikan at siga farvæl eins og hann segði góðan dag við felagið – á vøllinum. KROPPURIN VIL IKKI MEIR Eftir yvir hálvt hundrað dystir velur Jákup á Borg nú at gevast við fótbóltinum. Skaðar gera, at maðurin, ið hevur met fyri flest mál í bestu deildini í Føroyum nú gevst. – Eg havi altíð vilja funnið hurðina sjálvur, sigur 36 ára gamli Jákup á Borg