hósdagur 25. august 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
25
Vit tosaðu m.a. við havnarmeistaran
í Buckie um at royna at taka skipini inn
hagar, so skjótt sum líkindi vóru til tess.
Allir tríggir lógu uttanfyri Buckie. So
ringir havnarmeistarin og sigur, at nú helt
hann, at hann kundi taka »your small ship«
inn hagar. Ja, so skuldi hann taka »Rádna«
inn fyrst, og tað gekk tíbetur væl. So royndi
»Tróndur í Gøtu« at fara inn, og tað gekk
eisini hampiliga væl, men hann tók í botn.
Teir trolararnir vóru sterkt bygdir, so hann
fekk ongan skaða.
Seinast fekk so »Fame« boð um at koma
inn, tá ið fløtt var nakað meira, og kom hann
tíbetur eisini inn í øllum góðum tað kvøldið.
Sjálvur fór eg við bili norður til Buckie,
og vóru koyrilíkindini sera ring. Eg koyrdi
millum annað í eina á, sum rann tvørtur um
vegin, har ein brúgv var.
Eg kundi ikki síggja, hvussu vorðið var,
tí vegirnir vóru sera vátir allastaðni, og
var hetta sum at renna ímóti einum veggi
at koyra í eina slíka vatnflóð. Men tíbetur
steðgaði motorurin ikki, og eg misti heldur
ikki tamarhaldið á bilinum.
Í Buckie varð fiskurin hjá »Fame«
landaður í kassar og fluttur á fiska
marknaðin í Aberdeen.
Sølan var góð vegna fiskaloysið, sum var
júst tá. John beiggi kom so við okkum aftur
til Aberdeen.
Eftir høgtíðina bar so á, at »Tróndur í
Gøtu« aftur hevði verið niðri og landað, so
John slapp heimaftur við teimum. Hinir
trolararnir fingu bunkrað til ferðina suðuri
á Leithsfjørðinum.
Illveðurstúrur hjá »St Jacques«
Ein onnur hending var við vágssluppina »St.
Jaques«, skiparin var Páll Horn. Hendingin
fór fram 9. mars 1960.
Vanliga fóru føroysku skipini um hetta
mundi á ísfiskaveiðu við Føroyar um
vetrarnar, og tey landaðu ofta veiðuna í
Aberdeen. Ikki var altíð so tespiligt at verða
til fiskiskap ella at sigla niður. Havnin í
Aberdeen kundi vera stongd vegna veður,
og hetta var júst tað, sum hendi henda
túrin hjá »St. Jaques«. Teir noyddust tí at
sigla aftur og fram millum Aberdeen og
Buchanness í heili tvey samdøgur. Fiskurin
gjørdist eldri og útlitini fyri betri veðri vóru
vánalig. Vit høvdu sjálvandi samband við
skiparan yvir radiostøðirnar.
So fekk eg eitt hugskot. Eg skuldi seta
meg í samband við Peterhead Lifeboat
Station og spyrja, um teir kundu senda
bjargingarbátin út at loðsa »St. Jaques« inn
hagar vegna óveðrið, tá teir nú ikki kundu
sleppa inn í Aberdeen.
Sum veðurlíkindini vóru var ikki ráðiligt
hjá skipara, sum ikki hevði verið har fyrr, at
royna at sigla inn hagar.
Ætlanin var so at »St Jaques« skuldi
landa fiskin í Peterhead,sum um tað
mundi bert hevði ein lítlan fiskamarknað
til útróðrarbátar.
Síðani kundi fiskurin flytast í kassum
á marknaðin í Aberdeen. Teir svaraðu, at
teir høvdu ikki loyvi at verða loðsbátur.
So tosaðu vit um, hvat gerast kundi hesum
viðvíkjandi, og úrslitið varð, at eg spurdi,
um teir kundu fara út til »St. Jaques«. Teir
skuldu so sigla runt skipið og síðani venda
inn aftur móti havnini har. Tínæst skuldi
skiparin fáa boð um at fylgja við teimum
inn í havnina í Peterhead.
Sum sagt so gjørt, og Páll fekk boðini.
Bjargingarbáturin fór út at hjálpa »St
Jaques« og alt gekk sum ætlað. Teir komu
inn í øllum góðum, sjálvandi glaðir um
at vera komnir inn í havn eftir drúgvu
óveðursferð.
Manningin landaði sjálv fiskin, og teir
fingu £ 5 pr. mann fyri hetta, sum var ein
lítil vikuløn um tað mundi.
Fiskurin
var
síðani
fluttur
á
fiskamarknaðin í Aberdeen, og fingu teir
góðan túr, tí vegna óveðrið var havnin í
Aberdeen framvegis stongd og fiskaloysi
var.
Páll kom við fiskinum til Aberdeen,
og eg skrivaði so eina takkarkvøðu á ein
serligan peningabrævbjálva, og vit koyrdu
£ 25 í brævbjálvan, sum Páll so hevði við
sær norður aftur til Peterhead at handa
skrivaranum hjá Royal National Life-boat
Institution sum tøkk fyri teirra hjálp.
Peningagávan var væl móttikin, tí teir
høvdu ikki loyvi at senda rokning fyri
hjálpina. Sostatt var ein óvanlig støða loyst
báðum pørtum at gagni.
Fleiri ár seinni fekk RNLI nyttu av
hesi hending. Teir hava vanliga lýsingar í
bløðunum fyri at fáa fólk ella stovnar at
geva pening til hetta 180 ára gamla bretska
bjargingarbátafelag. Lýsingin, sum var í
flest øllum bretskum bløðum, segði frá eini
hending, tá ið Peterhead Life-boat fór út at
hjálpa føroysku sluppini »St Jaques«, sum
hevði hjálp fyri neyðini, og vegleiddu teir
trygt inn í havnina í Peterhead.
Teir lýstu hesa hending sum eitt dømi um
teirra virksemi, og var hon ein grundgeving
fyri at stuðla felagsskapinum.
Í 1975 hevði eg ta gleði at verða ein av
7 monnum, sum komu til Føroyar á fyrstu
vitjanini hjá einum bretskum bjargingarbáti,
»Grace Paterson Ritchie«.
Við
var
Commander
Pickles,
næstformaður í bjargingarfelagnum. Eg
nevndi fyri honum, at hann »skyldaði« mær
eina tøkk fyri lýsingina, sum teir høvdu
havt í øllum teim bretsku bløðunum um
bjargingartiltøk teirra vegna hendingina
við »St Jaques«. Greiddi honum so frá, at
skipið ikki var í havsneyð, men at hetta var
eitt hugskot, sum eg fekk at heita á teir um
hjálp, vegna umrøddu støðuna.
Sofus fer til gravar mikudagin. Familjan
ynskir í staðin fyri blómur og kransar at júst
Royal National Life Boat Institution verður
stuðlað við eini gávu.
Tá vóru ikki somu samskiftismøguleikar
sum í dag. Radiosamskiftið við skipini
var ofta vánaligt. Fyrstu árini var bert
ein telefonlinja. Eftir nógv stríð fekst ein
afturat, so samband bæði kundi vera við
skipini og støðir á landi í senn.
Seinasta heilsan til Sofus
Hetta eru einans nøkur fá brot úr søguni hjá
Sofusi. Hetta vísir ein mann, sum ikki spardi
seg sjálvan, tá ið tað var brúk fyri hansara
hjálp. Sjálvt tá ið støðan kundi tykjast at
vera hopleys, ja, tá hevði Sofus eina loysn.
Beinta Háberg Jacobsen sigur frá Eiler, sum
jú eisini hevði nógv samskifti við Sofus,
at hann fór gjøgnum heilt fyri at loysa
trupulleikar, sum kundu vera.
Hesi hansara evni komu eisini væl við,
tá ið hann umboðaði Føroyar mótvegis
almennum myndugleikum í Bretlandi, og
hann luttók eisini á teimum fundum, har
føroysk áhugamál vóru á skránni.
Eftir Sofus situr konan Nessie, sum hann
var giftur við í meira enn 60 ár. Tey hildu
diamantbrúdleyp 10. September í 2014. Synir
teirra eru Daniel, Charles, Roy og John, og
áttu ein góðan pápa. Allir eru teir giftir og
eiga børn, sum eisini áttu ein góðan abba.
Sofus telist millum teirra, sum vit øll
kunnu minnast við takksemi og virðing.
Sofus uttanfyri sendistovuni í
Market Street 150 í Aberdeen
Nessie og Sofus í 1950
Manningin á bjargingarbátinum, sum Sofus greiðir frá. Sofus er nr. 2 v.f. standandi.
Føroysku troyggjurnar fekk manningin frá Norðoya Bjargingarfelag
Millum teir løgmenn, sum Sofus hevur verið saman við í Bretlandi, var Pauli Ellefsen. Her
hittast teir á 50 ár starvsdegnum hjá Sofusi 28. juni 1998. Í miðjuni er Nessie, kona Sofus