Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016 SOSIALURIN 97 24 Óli Jacobsen VAR EIN VITI FYRI FØROYAR Fríggjadagin 19. august frættust deyðsboðini av Sofus Poulsen í Aberdeen. Vit minnast hann sum eitt framúr umboð fyri Føroyar Sofus gjørdist 86 ára gamal. Tað er nokk so nógv skrivað um virksemið hjá honum sum okkara umboðsmaður í Aberdeen í meira enn hálva øld, tey fyrstu árini sum hjálparmaður hjá Oddmar Skarðhamar. Her skulu vera tikin fram onkur brot úr hansara søgu. Eitt tað fyrsta, eg minnist um Sofus, er tá ið tað eina ferð í 1960-unum var fíggjarkreppa hjá landskassanum, og tað skuldi skerjast í útreiðslunum á fíggjarlógini. Tá var eitt ítøkiligt uppskot um at spara starvið hjá Sofusi í Aberdeen burtur. Men tá gjørdist eitt »ramaskríggj« frá teimum, sum høvdu samskifti við sendistovuni í Aberdeen. Hesi kundu so sannførandi vísa á, hvønn týdning Sofus hevði, at henda ætlan varð slept. Tá fekst ein kensla av, at Sofus var nakað serligt! Uppgávurnar vóru ótaldar. Beint eftir kríggið kundi tað vera at skaffa føroyskum konum og teirra monnum fart til Føroya við fiskiskipi. Eina ferð var tað einum írskum hermanni, hann hevði skaffað fart. Hetta fingu myndugleikarnar frænir av sum ánaðu ilt, tí var tað nakað bretar ræddust tá, so var tað írar! Men Sofus fekk sissa teir. Maðurin hevði verið bretskur hermaður, sum skuldi fara heim eftir føroysku konuni. Tað vóru eisini størri uppgávur Ein av teimum er um, tá ið Sofus slóðaði fyri, at føroyingar kundi keypa sild í Skotlandi, tá ið garnaveiðan sveik seinast í 1960-unum. Hendan vinnan í Skotlandi kom at hava stóran týdning fyri okkara samfelag í fleiri ár. Onkur giftarmál komu eisini burtur úr! Í 2005 vóru vit í Newcastle til minningarhald fyri føroyskar og danskar sjómenn, sum fórust undir seinna heimsbardaga. Hesa ferðina eydnaðist at fáa søguna hjá Sofusi, heilt frá barndóminum í Gøtu og til hansara virki sum føroyskur umboðsmaður í Aberdeen, har arbeiðsuppgávurnar vóru óteljandi, og har hann við sínum dugnaskapi og góðu talugávum fekk loyst tær allarflestu. Henda frásøgn gjørdist ein longri røð í FF-blaðnum. Hetta er eisini ein stórur partur av okkara fiskivinnusøgu. Var tað nakað, sum ein annars kundi vera í iva um, kundi tað altíð loysa seg at venda sær til Sofus. Tað vardi ikki leingi, so kom ein fittligur lestur við telduposti. Seinast vit hittust var á eini ferð í 2013 kring Skotland hjá 62N. Sofus vísti tá aftur sítt beinasemi, hóast heilsan tá var við at vikna. Hann kom við í bussin stóran part av einum degi og greiddi frá Aberdeen fyrr og nú, sum eingin visti betur um enn hann. Sofus var eisini ein av keldunum til bókina um Kjølbro. Fosturpápi hansara John, arbeiddi hjá Kjølbro undir krígnum, og sum umboðsmaður í Aberdeen hevði Sofus sjálvsagt nógv samband við skipini hjá Kjølbro. Hann greiðir m.a. frá um landbúnaðin hjá Kjølbro og hansara grísaaling. Úr grísunum vórðu framleiddar pylsur, sum vórðu kallaðar Karinsa pylsur eftir konu Kjølbro. Ein onnur frásøgn hjá Sofusi er, tá ið norsku loðsarnir sigldu Sjúrðarberg, nýbygda trolaran hjá Kjølbro uppá land! Mistu pápan sum smádrongur Í hesi grein skulu verða tikin nøkur fá brot úr umrøddu frásøgn hjá Sofusi: Pápi mín var Óli hjá Dánjali í Syðrugøtu. Hann forlisti við »Immanuel« í 1932. Tá átti eg ein beiggja, John. Systurin, Óluva, uppkallað eftir pápa, varð fødd eftir, at pápi gekk burtur. So míni fyrstu barnaár vóru í Syðrugøtu, og eg búði hjá ommu og abba, Dánjal og Magninu á Mýruni. Eg minnist pápa eitt sindur. Tað klárasta í mínum minni um hann er, at hann plagdi at taka meg út at síggja mánan uppi yvir Støðlafjalli. Eg tonkti ofta uppá tað fyrr, hvussu tað kundi bera til, at hetta var so klárt í mínum minni. Tá Nessie, kona mín, og eg vóru í Føroyum seint í september í 1978 vóru vit í Gøtu. Tá hevði eg sagt við Sannu fastur, at eg vildi fegin gista í húsunum hjá ommu í Beiti. Eg hevði ikki verið har síðan 1945. Tað var gaman í, so vit vóru har um náttina. Eg hyggi so uppá Støðlafjall, og nú er mánin har. Hann vísti seg at hanga beint á Støðlafjalli. Tá gekk tað líka sum upp fyri mær, hví hetta hevði verið so klárt í mínum minni frá tí eg var knapt trý ára gamal. Illveðurstúrar: Fame Her greiðir Sofus frá nøkrum av tí hann kom út fyri í Aberdeen: Sum sagt vórðu nógvar uppgávur. Ikki stóð minst á, tá ið illveður var. Her skal verða greitt frá tveimum hendingum. Eina óveðursferð fekk »Fame«. Hendan ferðin var í november 1952 við bátafiski av Fuglafirði til Aberdeen. Hellu-Meinhard, búsitandi í Norðragøtu, var skipari. Sigurd Simonsen í Fuglafirði átti skipið, og ein av manningini var sonur hansara, tann tá 16 ára gamli Árni, sum seinni gjørdist skipari, fyrst í Norðsjónum á ídnaðarveiðu og seinni við bæði grønlendskum og føroyskum rækjutrolarum. Tíverri doyði hann alt ov ungur vegna sjúku. John, beiggi, var eisini við, hann var á veg niður at halda jól saman við familjuni. Tá ið teir vóru komnir nakað suður um Borðoyarnes, mistu teir loggið, men veðrið var hampiligt tá, so teir hildu leiðina fram. Talan var jú bert um eina ferð, sum plagdi at taka 2 samdøgur. Sum teir sigldu øtlaði hann veðrið, og tíverri bar ikki til at sigla við fullari ferð, tí tað bleiv landsynningsódn beint ímóti. Teir høvdu heili 4 døgn niður á Moray Firth, og havnin í Aberdeen var stongd í fleiri dagar vegna óveðrið. Vit høvdu sjálvandi samband við teir, og annað var ikki at gera enn at fara inn ímóti eystara landinum, nærhendis Buckie at kroka. Umframt »Fame« høvdu vit eisini koltrolaran »Trónd í Gøtu« og trolaran »Rádna«. Teir skuldu báðir bunkra og taka útgerð, men vóru noyddir at sigla aftur og fram uttan at sleppa í havn. Teir royndu bæði her á leið og suðuri móti Firth of Forth, men sama veðrið var allastaðni. Bunkarnir hjá báðum vóru um at ganga undan og »Tróndur í Gøtu«, skipari var Richard Jacobsen, noyddist at brenna skottini. Dánjal Joensen var skipari á »Rádna« og har stóð eisini illa til. Siðsøga Sofus sum slóttumaður. Her saman við ommu síni, Magninu, og børnunum, Charles, Marjun og Danny Sofus saman við mammuni, Jørginu SIÐSØGA Sofus Poulsen í Aberdeen: