Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016 SOSIALURIN 97 23 KKHÚS FLYTUR talinum sjey”, skemtar Petur Magnus og fær meg at hugsa um, at Nóa fekk sjey daga freist at savna djórini saman og flyta, hóast freistin hjá musikkhúsinum helst er nakað væl longri. Hann hevur hálvt ára uppsagnartíð av leigusáttmálanum, men sjálva uppsøgnina hevur hann tó ikki fingið enn. Gittarbygging er hjartamálið Petur Magnus Bjarnastein varð út­lærdur bygningssnikkari á Snikkaravirkinum í “Grønlandi” í Havn ár 2000. Í 2002 byrjaði hann virksemi í kjallaranum hjá pápa sín­um í Runavík, har hann bygdi elektriskar “solid body” gittarar, sum hann kallaði “Bjarnastein”. Hesum virkseminum hevur hann hildið á við, meðan hann hevur havt handilin. Fleiri gittaristar hava ognað sær ein Bjarnastein gittara, eitt nú Heri Joensen úr Týr, Jens Marni Hansen og Hjalti Joensen. “Eg havi ikki bygt gittarar sein­ astu árini, tí handilin hevur kravt so nógva tíð. Eg fái tó fyrispurningar um hetta alla tíðina, men eg havi kortini ikki havt hug at gera nak­ ran bíðilista. Hinvegin havi eg sett pláss av til hetta virksemið í nýggja bygninginum - so tá ið vit flyta niðan í Hoyvík, kemur gongd á hetta aftur”, sigur Petur Magnus og leggur afturat, at hann vónar, at tann parturin fer at vaksa seg størri. “Eg havi fingið fleiri fyri­spurn­ ingar úr útlondum, og tað man helst vera orsakað av Hera í Týr, sum man vera tann kendasti gitt­ar­isturin við einum Bjarna­ stein gittara. Men ætlanin er ikki at fara undir hópframleiðslu av gittarum. Eg vil gjarna hava, at teir skulu vera hondgjørdir, og at eg sjálvur skal kunna seta mítt fingramerki á hvønn einstakan. Um verulig gongd kemur á tann partin - og tað vóni eg - síggi eg fyri mær, at í mesta lagi eini fimm fólk fara at starvast burturav við at byggja gittarar. Málsetningurin er at kunna liva av at byggja gittar­ar. Men vit fáa at síggja”, sigur Petur Magnus, og tað er eyðsýnt, at hann er errin av sínum handverki. “Eg royni altíð at hava fólk til at standa í handlinum. Tá vit flyta, fari eg at hava tvey fólk fast í handlinum, eitt til hvørja hædd­ ina, meðan eg sjálvur mest komi at verða á verkstaðnum, har eg bæði fari at umvæla og byggja gitt­arar. At selja ljóðføri er ikki bein­leiðis nøkur gullgruba, men kann eg fáa forrætingina at mala runt og samstundis realisera mína pass­ión við gittarbygging, eri eg nøgdur. Sum nakað nýtt eri eg farin í holt við at framleiða “pickuppir” (mikrofonir til elgittarar red.). Tað er øgiliga spennandi, tí tað er ein stór­ur marknaður fyri júst hes­um í løtuni. Eftirsum tær eru so smá­ar, er tær lættar at flyta út til onn­ur lond.“ Føroyskur tónleikur framtiðar vinna Spurdur um, hvørji framtíðar­út­ litini eru fyri Simme Musikkhús, svarar Petur Magnus, at tónleikur yvirhøvur er ein týdningarmikil partur av føroysku mentanini og hevur altíð verið tað.  “Júst nú haldi eg, føroyskur tón­leik­ur er á einari lopfjøl til al­ tjóða marknaðin, og tað skapar ein tørv fyri ljóðførishandlum”, er Petur Magnus vísur í. Tað leið­ir so til mín næsta og síðsta spurn­ ing, sum er, hví Simme Musikk­hús hevur megnað at hóra undan í 57 ár, meðan nógvir aðrir ljóð­føris­ handlar hesa tíðina hava snarað lykilin um. “Eg voyt ikki”, sigur arbeiðs­sami runavíkingurin, “kanska er tað tí, at vit hava kappingarførar - ella “erligar” - prísir. Eg arbeiði út frá einum einføldum lærusetningi, sum er, at tá ið bæði keypari og seljari eru væl nøgdir, so er tað ein góður handil og gevur grundarlag fyri at halda fram”.  Nú byrjar fartelefonin hjá Pet­ ur Magnusi at ringja, og hann gerst eitt sindur ótolin. Eg sigi so bert, at hatta var tað, og at eg havi fing­ ið mítt “í kassan”. Kappingarfør­ir prísir ella ikki, eg veit ikki. Í øll­ um førum kann eg staðfesta, at Petur Magnus er ein orkumikil persónur, sum hevur ein óvanliga góðan handverksligan førleikan við gittarum. Men tá ið vit líta afturá søguna hjá musikkhús­inum, mugu vit sjálvandi minnast Simma Arge Jacobsen, sum megnaði at halda lív í handlinum í heili 46 ár. Tá ið harðast leikaði á undir stóru kreppuni í 80’unum, gjørdi hann ikki mætari enn at flyta hand­ilin í kjallaran hjá sær úti í Vestur­ býnum - heim í egin høli. Ein Gibson Explorer hongur og bíðar eftir einum eigaramanni Tekning av nýggja bygninginum hjá Simma Musikkúsi Petur Magnus við einum Bjarnastein gittara, sum hongur í handlinum Prototypan til Bjarnastein gittararnar Frans Galán umvælir ein gittara á verkstaðnum Petur Magnus og Frans