hósdagur 25. august 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
22
TÓNLEIKUR
LEIVUR THOMSEN
Simme Musikkhús hevur í meiri
enn hálva øld verið partur av
handilslívinum í Havnini. Tað
var Bjarni Arge Jacobsen, vanliga
nevndur “Simme”, sum stovnaði
handilin í 1959. Handilin hevur hús
ast nógvastaðni í býnum - fyrst í
miðbýnum, har Smyrjibreyðsbúð
in er í dag, síðani SMS, á Hálsi, R.C.
Effersøesgøtu, heima í kjallara
num hjá Simma sjálvum fyri síð
ani at flyta aftur í miðbýin, fyrst í
Handilskjarnan, síðani í hølini hjá
kommununi í Niels Finsensgøtu,
har Býarbókasavnið heldur til.
Í 2004 helt Simme seg vera kom
nan so mikið til árs, at tíðin nú var
búgvin til, at yngri kreftir máttu
taka yvir. Hann heitti tí á Petur
Magnus Bjarnastein um at reka
handilin víðari.
Í 2010 skuldi kommunan brúka
hølini til Býarbókasavnið, og
Simme Musikkhús mátti tí flyta.
Petur Magnus gjørdi av at flyta
handilin niðan í Lucas Debesar
gøtu, beint við Auto, í bygningin,
har “Daddan” helt til.
Nú, flyting aftur er á skránni, var
eg á gólvi hjá Simma Musikkhús at
fregnast.
Úr leigaðum til egin høli
Tað er mánadagur, og klokkan er
12 á middegi. Eg havi gjørt avtalu
við Petur Magnus Bjarnastein at
hittast hesa løtuna. Hóast hann
hevur úr at gera hendan dagin,
hevur hann játtað at finna ein
skáa í døgurðatímanum til eitt
prát við meg. Men hann er ikki
komin enn, og Frans Galan, sum
starvast í handlinum, tekur blídliga
ímóti og bjóðar mær kaffi. Hann
sigur, at Petur Magnus verður eitt
sindur seinkaður. Meðan eg bíði,
vísir Frans mær runt í handlinum.
Umframt sjálvan handilin, sum
er á tremur við øllum møguligum
ljóðførum, er eitt goymslurúm í
kjallaranum við alskyns ljóðførum
pakkað niður í pappkassar.
Goymslan er á stødd við umleið
hálvan handilin.
“Eg gleði meg, til vit flyta, tí tá
sleppa vit undan at skula knossa
ljóðføri upp og niður trappurnar
alla somlu tíðina”, heldur Frans
fyri við einum skeivum smíli og
vísir mær á nógvu kassarnar við
kassagittarum.
Hurðin gongur, og ein kassa
gittari slær eina akkord. Hesin
gittarin er festur uppiyvir hurðini
og tænir sum “hurðaklokka”. Tað
er Petur Magnus, sum er komin.
Fyrikomandi býður hann mær
innar í lítla tekøkin, sum hann á
góðum tónleikaramáli kallar fyri
“backstage”. Í rúminum við síðuna
av er ein stór, buldrandi oljufýring
til at hita stóra bygningin upp.
- “Tað er ofta, at vit sita her í larm
inum og hoyra ikki, tá viðskifta
fólk koma í handilin”, byrjar Petur
Magnus, og tað er eyðsæð, at tað
ikki hevur nervað lættlynta runa
víkingin tað allarminsta. Hann
greiðir frá, at bygningurin, har
handilin nú heldur til, er settur til
sølu. Hann fortelur mær, at hann
er í holt við at byggja nýggjan
bygning til handilin og verkstað
ið uppi við Karlamagnusarbreyt
í hoyvíkshaganum. Hetta er ein
ætlan, sum hann faktiskt hevur
havt alla tíðina, hann hevur havt
handilin.
Úr Miðbýnum
“Tað eru eini átta ár síðani, eg
keypti grundstykki uppi við Karla
magnusarbreyt til endamálið. Eg
havi spart upp í nøkur ár, og nú
fái eg eginfíggjað ein góðan part
av bygninginum. Ikki tí, mær hevur
dámað stak væl her í miðbýnum,
og leigan hevur verið rímilig -
men eg eri komin fram til, at tað
loysir seg betri sum vinnurekandi
at eiga enn at leiga, tí tað er bæði
tryggari og hevur ikki meirkostnað
við sær. Sum eg rokni við, kann
bygningurin verða útgoldin um
eini 15 ár, og tá er húsaleigan fallin
púra burtur”, sigur Petur Magnus
og leggur afturat, at við nýggja
bygninginum fær hann betri hølis
viðurskifti.
“Núverandi høli eru umleið
150 fermetrar til støddar. Tann
nýggi handilin verður góðar
200 fermetrar umframt stórt
goymslurúm. Bygningurin verður
samanlagt 630 fermetrar í tveim
um hæddum. Ætlanin er at leiga
150 fermetrar, helvtina av ovaru
hædd, út til annað vinnuligt virk
semi”, sigur Petur Magnus.
Spurdur um, hvussu hann hev
ur tað við at skula flyta úr mið
býnum, sum júst nú stendur í føgr
um blóma, svarar hann, at tað er
við blandaðum kenslum.
“Bæði høli og staðseting eru
fín, og hvørja ferð, tiltøk eru í
miðbýnum, er tað stak hugnaligt,
tá nógv fólk kemur á gátt. Men
Simme Musikkhús er ein handil,
man uppsøkir, og tí er tað ikki
altavgerandi, at handilin júst
liggur í miðbýnum. Hinvegin
kann Hoyvík gerast spennandi -
har er nógv ungt fólk, umframt
tveir stórir skúlar. Áhugin hjá
handilsfólki at flyta hagar hevur
ikki verið so stórur, men nú er
tað broytt. Fleiri bygningar eru
í gerð har uppi, og eg veit um
fleiri aðrar handlar, sum ætla
sær niðan”, sigur hann og leggur
afturat, at parkeringsviðurskiftini
í miðbýnum eru út av lagi vánalig,
men at Hoyvíkin hinvegin er fram
tíðartryggjað á tí økinum.
“Vit flyta helst um eitt ár ella so.
Tá hava vit verið her í sjey ár. Hølini,
vit síta í nú, eru tey níggindu hjá
handlinum. Í meðal hevur handil
in sostatt flutt umleið sjeynda
hvørt ár, so tað verður næstan líka
sum í bíbliuni við afturvendandi
SIMME MUSIK
Á verkstaðnum eru nógvir gittarar at umvæla
Í handlinum eru alskyns ljóðføri
Petur Magnus pussar ein Bjarnastein gittara við stálull fyri eitt viðskiftafólk
- Eitt prát um hondgjørdar
guitarar, um føroyskan tónleik
og um framtíðardreymar