hósdagur 25. august 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
21
Øll tøl vísa, at ferðavinnan er
vaksandi um okkara leiðir.
Summarið hevur eisini víst,
at útlendingar í størri tali leita
hendanvegin.
-Fyri okkum er tað sera gott, tí
vit eru ein kommunu, sum hevur
nógv at bjóða ferðavinnuni, sigur
Heðin Zachariassen, borgarstjóri.
Hann vísir á, at bæði Gjógv og
Saksun er ferðamál, sum so at
siga øll ferðafólk vitja, tá ið tey
koma til Føroyar.
Kommunan hevur eisini gjørt
viðurskiftini hjá ferðavinnuni
betri.
Við Gjógv eru 26 kampingpláss
gjørd, sum Gjáargarður umsitur
og í Saksun eru parkeringspláss
gjørd til mongu bilarnar, sum
koma hagar. Vegirnir eru eisini
gjørdir betri.
Gomlu gøturnar eru eisini
teknaðar upp og varðarnir eru
merktir við tølum, so ókend fólk
lætt kunnu finna í náttúruni.
-Tað er onki at ivast í, at hetta
er ein partur, sum fer at vaksa og
vum vit eiga at fylgja upp, sigur
borgarstjórin.
Umframt Saksun og Gjógv so
er Tjørnuvík eisini eitt stað, sum
nógv verður vitjað av ferðafólki.
Onnur vinna
Umframt ferðavinnuna, so eru
eisini fleiri stórar fyritøkur í
kommununi. Thor hevur sítt
reiðaravirki har og fleirii hand
verkafyritøkur eru í kommuni.
-Vit síggja, at vøkstur er
í vinnuni og tað fegnast vit
sjálvandi um, sigur borgarstjórin.
Norðsetur,
Løvuibetong,
Elementvirkið og fleiri aðrar
fyritøkur hava ov mikið at gera nú
so nógv ferð er á í byggivinnuni.
-Hetta ger sjálvandi, at
skatturin veksur og kommunan
hevur meira pening at arbeiða
við. Tað skal gagna borgarunum
her,s igur Heðin Zachariassen.
Upprunaliga var talan um at gera
tríggjar listar, til seinasta býráðs
val í Sunda kommunu.
Men tað endaði við einum lista.
-Orsøkin var fyrst og fremst at
tað gekst so illa at fáa fólk til allar
listarnar, sigur Eyðgerð Mørkøre
Kruse, sum situr í býráðnum.
Hon heldur, at tað sjálvandi
er fínt um fleiri listar eru at velja
ímillum, men hinvegins o ger ein
listi, at tað eru tey, sum fáa flestu
atkvøðurnar, sum koma inn.
-Hetta er ein listi, sum ikki er
politiskur, so tað er ikki altíð vit
eru samd. Hinvegin, so fáa vit
sum oftast tosa okkum tilrættis,
leggur hon afturat.
Millum fólk í kommununi
ljóðar, at heszferð er áhugi fyri
at gera mmeira enn ein lista.
-Eg haldi tað er fínasta slag,
um so verður. Tað vísir í hvussu
so er,a t fólk hava áhuga fyri tí,
sum hendir leggur hon afturat.
Listin sum møguliga verður
afturat til komandi val verður
helst ein listi, sum fer at arbeiða
fyri einum øðrum bygnaði við
skúlum.
Um hetta verður so, er óvist
enn.
Kommunuvalið verður 8. nov
ember.
g 1721 íbúgvum
Sunda kommuna
ger nógv burturúr
ferðavinnuni
Ferðavinnan er ein vaksandi partur
av vinnuni í Suna kommunu
Ein listi, men øll halda
ikki altíð tað sama
Til seinasta kommunuval,
stillaði bert ein listi upp til
býráðsvalið í Sunda kommunu
Hesi vóru vald á seinasta kommunuvali:
LISTI A
HEÐIN S. ZACHARIASEN
176
LISTI A
SONNI SAMUELSEN
97
LISTI A
ELIAS HAMMER
75
LISTI A
ULLA JOENSEN
70
LISTI A
EYÐGERÐ MØRKØRE KRUSE
65
LISTI A
TRYGVI KALLSOY JOENSEN
60
LISTI A
HANS DÁVID DAM
58
LISTI A
TORDIS DAHL
57
LISTI A
ASBJØRN J. DJURHUUS
55
LISTI A
MAGNUS PAULI DAHL-OLSEN
55
LISTI A
SOFUS DEBES JOHANNESEN
51
alarmskipan upp í allari kom
mununi, soleiðis, at umsitingin
alla tíðina heldur eyga við, hvussu
støðan er við drekkivatninum í
kommununi, sigur Heðin Zach
ariassen.
Arbeitt hevur eisini verið við
trivnaðarøkjum í fleiri bygdum í
hesum valskeiðnum. Fleiri sparki
vøllir eru lagdir út og ítróttarøkið
við Margáir er eisini ment.
-Vit hava sjálvandi brúk fyri
einari høll í kommununi, men
hon kemur saman við skúlanum.
Tað verður ein høll sum skúlin
fer at brúka, men eisini ein høll,
sum annars er ætlað borarunum
í kommununi, sigur borgarstjóri.
Bæði í Hvalvík og í Hósvík er
ymiskt gjørt á havnaløgunum, um
framt at bátahyljarnir í Hvalvík og
Haldarsvík eru gjørdir betri.
-Umframt hetta hava vit framt
viðlíkahald og lagt asfalt á nógva
staðni. Vit hava høvrt ár eina ætlan
fyri viðlíkahald, bæði av vegum,
vatni og kloakk, men í hesum
er eisini viðlíkahald av ognum
hjá kommununi, sigur Heðin
Zachariassen.
Heðin Zacariassen, borgarstjóri,
staðfestir, at í komandi valskeiði
verður stóra íløgan nýggi skúlin á
Oyrabakka.
-Hetta skal vera ein skúli fyri øll
børn í kommununi – eisini tey við
serligum avbjóðingum – og hetta
skal vera ein skúli á einum fakliga
høgum støði, sum lærarar eisini
tíma at arbeiða á, sigur borgar
stjórin, sum eisini váttar, at hann
fer at stilla uppaftur til kommun
valið í november.
Gjógv
Heðin Zacariassen