hósdagur 25. august 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
20
Sunda kommuna hevur avgjørt at
byggja nýggjan skúla á Oyrabakka.
Ein nýmótans skúla, sum skal
hýs 400 næmingum.
Í hesum valskeiðnum, hevur
Sunda kommuna keypt felags
skúlan á Oyrabakkka, so kom
munan nú einsamøll eigur skúlan.
Eiðis kommun a átti ein part av
skúlanum, men tann partin keypti
Sunda kommun a fyri 12 milljónir
krónur.
-Men vit hava samstundis gjørt
eina avtalu við Eiðis kommunu um,
at næstu 15 árini fara næmingar
av Eiði í 8.,9. Og 10 flokki at ganga í
skúlanum á Oyrabakka, so hetta er
alt gjørt í fullari semju, sigur Heðin
Zachariassen, sum er borgarstjóri í
Sunda kommunu.
Nýggi skúlin á yrabakka verður
í løtuni teknaður og projekteraður.
Hann fer væntandi at kosta 60-70
milljónir krónur, men ætlanin er,
at tað skal ganga rættuliga skjótt
at gjalda skúlan.
-Ja, okkara ætlan er, at skúlin
skal vera goldin, tá ið átta ár eru
farin,s igur borgarstjórin í Sunda
kommuna.
Ikki semja um skúlan
Hóast avgerðin er tikin um at
byggja nýggjan skúla og so sam
stundis niðurleggja og minka aðrar
skúlar í stóru og longu kommunu
ni, so er ikki full semja millum
borgararnar um, at hetta er besta
loysnin.
Í fleiri bygdum – kanska fyurst
og fremst Hósvík – eru borgarar,
sum halda,a t tað er avgerandi
fyri trivnaðin og vøksturin í
kommununi, at ein skúli er í
bygdini.
Tað er helst ein av orsøkunum
til, at broytingar verða politiskt til
býráðsvalið í heyst.
Við seinasta val var bert ein listi
og býráðið er tí sjálvandi mannað
við fólkum av sama lista.
-Men eg vænti ikki, at tað
verður soleiðis í heyst. Eg vænti,
at tað verður meira enn ein listi
til komandi val, sigur Heðin
Zachariassen.
Væl fyri fíggjarliga
Hóast Sunda kommuna er stór og
røkkur langt, so er hon væl fyri
fíggjarliga. Skattainntøkurnar eru
um 58 milljónir krónur um árið,
men saman við øðrum inntøkum
og tað, sum kommu nan fær fyri
at røkja eldraøkið, so javnvigar
fíggjarætlanin við 88 milljónum
krónum.
-Vit hava fingið nógv frá hondini
í hesum valskeiðnum, men alt er
gjørt uttan lán. Tá ið hetta árið er
farið, tá skyldar kommunan bert
13 milljónir krónur, sigur borgar
stjórin.
Tað eru kommunur, sum eru
settar saman av fleiri bygdum enn
Sundakommuna, men kommunan
er sera stór í ummáti og strekkir
seg norðan frá Gjógv gjøgnum
Sundalagið og norður til Saks
unnar.
1721 fólk búgva í Sunda kom
munu og hetta eru 10,5 prosent fleiri
enn tey vóru, tá ið kommunurnar
vóru lagdar saman í eina.
Høvuðssætið hjá kommununi
er á Oyrabakka har núverandi
felagsskúlin er, og har nýggi skúlin
eisini verður bygdur.
Til seiansta kommunuval
var bert ein listi og tað eru tey,
sum ta fingu flest atkvøður,
sum manna teir 11 sessirnar í
býráðnum. Heðin Zachariassen
er borgarstjóri. Hann hevur sitið
í formansstólinum í hewsum val
skeiðnum, men hevur drúgvar
royndir sum kommunalpolitikari –
bæði í Sunda kommunu, har hann
var borgarswtjóri frá 2005 til 2008,
men eisini úr Hvalvíkar kommunu
undan samanleggingini.
-Eg má siga, at eg haldi tað er
ómetaliga spennandi at arbeiða
kommunalt. Avbjóðingarnar eru
mangan stórar, men tað sum ger
tað spennandi er, at ein sleppur
at vera við at loysa uppgávur í
einum felagsskapi, sigur Heðin
Zachariassen.
Góð gongd
Gongdin í Sunda kommunu hevur
verið góð seianstu árini.
Fíggjarliga stendur væl til og tey
átøk, sum eru framd í hesum val
skeiðnum, eru gjørd uttan lántøku.
Millum annað keypti kom
munan partin hjá Eiðis kommunu
í felagsskúlanumf yri góðar 12
milljónir krónur.
Kommunan hevur eisini brúkt 12
milljónir til kloakskipåanir í Tjørnu
vík, Vík, Hvalvík og í Streymnesi.
-Eg veit væl, at hetta er nakað,
sum ikki sæst serliga væl, men
hetta hevur verið neyðugt at gera,
sigur borgarstjórin.
Í fleiri kommunum í Føroyum
eru kloakkir ein partur, sum ikki
hava havt høga raðfesting, men tað
vísir seg, at fyrr ella seinni, so má
arbeiðið gerast.
Og tað kostar!
Í hesum valskeiði er vatnveitingin
eisini gjørd á Oyri, Oyrabakka og
Norðskála fyri hálvafjóðru milljón
krónur.
-Harumframt hava vit sett eina
Komandi árini skal nýggjur stórur
skúli byggjast á Oyrabakka – tað verður
størsta byrðan komandi valskeið
Langa kommnunan við 11 bygdum og
Sunda kommuna strekkir
seg frá Gjógv til Saksunar
og suður til Hósvíkar
Eyðgerð Mørkøre Kruse
SKÚLIN STØRSTA
MÁLIÐ Í SUNDA
KOMMUNU