Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LITISKUM EYGUM… SÓLVIT E. NOLSØ Kristianna Winther Poulsen hevur ikki sitið á tingi so leingi, men hevur verið virkin í politikki í nógv ár kortini. Hon sigur, at sjálv hevur hon ikki upplivað tað stóra av keðiligum viðmerkingum í samband við sítt politiska virksemi, men hon ásannar, at til tíðir er tað nokk so ljótt, sum fólk skriva. – Eg haldi til dømis, at Kaj Leo Holm Johannesen fekk nógv oyst oman yvir seg, tá hann sat sum løgmaður, og okkurt var nokk so ljótt. Kortini haldi eg, at vit politikkarar mugu tola ein ávísan harðan tóna. Tað má vera í lagi at finnast at, so leingi tað ikki verður persónligt og familja og børn ikki verður drigið upp í kjakið, sigur Kristianna Winther Poulsen. Kristianna Winther Poulsen var ein av teimum fýra uppskotsstillarunum av broytingunum í hjúna­bands­ lógini, men sigur, at hon ikki hevur merkt nakran ágang fyri tað málið. Løgtingskvinnan hjá Javnaðar­flokkin­um heldur, at tað eru bæði fyri­munir og vansar við, at frástøðan millum politikkaran og borgaran er vorðin so stutt, gjøgnum eitt nú Facebook. – Fólk sleppa av við nógv, men onkuntíð gerst tað ræðu­ liga ógvusligt og fólk ákæra politikkarar fyri bæði eitt og annað. Gjøgnum Face­book sleppa øll til orðanna, men talu­frælsið má altíð vera undir ábyrgd, sigur hon. Kristianna Winther Poulsen heldur, at tað er ein partur av lívinum sum politikkari, at kjakið kann blíva ógvusligt. – Bjóðar ein seg fram, má ein tola atfinningar. Eg veit ikki, um tað er verri nú enn fyrr, men nú er tað kanska blivið sjónligari. Fólk hava betri møguleika at samskifta við okkum politikkarar og eisini betri møguleika at fylgja við í tingarbeiðinum, millum annað gjøgnum tingarbeiðið, sigur hon. – Sum heild haldi eg, at Facebook hevur verið fremj­ andi fyri fólka­ræði, hygg til dømis eftir arabiska várin­um, men vit mugu øll minnast til, at við frælsin­um fylgir eisini ábyrgd, sigur Kristi­anna Winther Poulsen. – Sum løgmaður var eg eina tíð ov virkin í kjakinum, men merkti, at kjakið ofta fór á eitt ov lágt støði, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Hann var ofta speirikin fyri sínar Facebook-dagføringar og viðmerkingar meðan hann var løgmaður, men Kaj Leo Holm Johannesen sær framvegis Facebook sum eitt týdningarmikið amboð í sínum virksemi sum politikkari. – Eg havi ikki fingið bein­ leiðis hóttanir, men fái kortini nógvar ákoyringar. Eg striki eisini javnan vinir á Facebook, um tey ikki duga at kjakast sámi­liga. Eg sigið frá, um eg meti, at tey fara um mark, men halda tey á við sakleysum og ljótum við­merkingum, verða tey strikað. – Vit politikkarar hava ábyrgd at geva okkara støðu til kennar. Fólk hava rætt at vita, hvat vit halda og vit eiga ikki at fjala okkum. Kortini skulu vit ikki góðtaka alt, sigur hann. Kaj Leo Holm Johannesen nýtir Facebook sum eitt amboð í sínum politiska virksemi. – Tað gevr eitt gott innlit í, hvat rørir seg ymsa staðni í sam­felagnum, og er heilt víst nógv vert. Eg havi eisini nógv góð, konstruktiv kjak gjøgnum Facebook Messenger, sigur hann, sum eisini hevur lagt til merkis, at hann fær nógvar nýggjar vinaumbønir, tá miðlarnir vísa til okkurt, sum hann hevur skrivað á Facebook. – Fólk eru heilt víst áhugað í, hvat vit politikkarar gera, og vit burdu allir duga betri at nýtt Facebook til marknaðar­ føring av okkum sjálvum, sigur hann. Fyrrverandi løgmaður er samdur í, at politikkarar eiga at hava eitt hægri tollyndismark enn onnur, men tað finst kortini eitt mark. – Vit skulu als ikki góðtaka, at kjakið er so ljótt, sum tað til tíðir gerst. Fólk siga, at hann er politikkari, tí má hann tola eitt sindur eyka. Tað er í lagi, men vit eru eisini menniskju. Vit skulu ikki finna okkum í øllum, tí at vit eru í politikki. Hví skulu vit leggja okkum niður og lata fólk traðka á okkum? Vit brenna fyri tí vit gera, og hava ikki uppiborið slíkar lortaspannir, sum vit onkuntíð fáa. Og tað eigur als ikki at vera góðtikið, at blanda konu og børn upp í kjakið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Mugu tola ein harðan tóna Striki javnan vinir á Facebook Kristianna W. Poulsen – Javnaðarflokkurin Kaj Leo Holm Johannesen - Sambandsflokkurin FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016 SOSIALURIN 97 19