hósdagur 25. august 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SÓLVIT E. NOLSØ
Bjørt Samuelsen hevur sitið á
Løgtingið fyri Tjóðveldi í nøkur
skeið. Hon kom innaftur á
seinasta vali sum eykafólk, eftir
at Tjóðveldi fór í eina samgongu
við Javnaðarflokkin og Framsókn.
Við árunum hevur hon uppliva
at fáa eitt sindur á seg, men ikki so
mikið, at tað hevur fingið hana at
umhugsa at gevast.
– Eg havi fingið nakrar keðiligar
hóttanir. Nøkur brøv í postinum,
men oftast á Facebook. Tað hendir
javnan, men ikki so ofta alíkavæl,
sigur Bjørt Samuelsen.
Tað er serliga á Facebook, at
Bjørt upplivir, at fólk kunnu gerast
grov. Hon sigur, at um mann leggur
eitthvørt út á Facebook, so koma
nógvar ógrundaðar og neiliga
viðmerkingar, men hinvegin kann
tað øvugta eisini upplivast ofta, at
Facebook gerst ein livandi miðil við
góðum kjakum.
Sjálvt um tað kann tykast
møtumikið, tá fólk ógrundað bara
spilla út, so er tað umráðandi at
politikkarar halda áfram at kjakast
og blanda seg uppí, sigur Bjørt
Samuelsen. Hon sigur, at tað kann
verða keðiligt, men er samstundis
ein partur av tí at verða politikkari
og mann má taka tað við.
– Summi setast aftur, men ikki
eg. Mann má tola, at tað ikki bara
eru klapp og rósur, sigur Bjørt
Samuelsen, sigur Bjørt Samuelsen.
Bjørt Samuelsen starvaðist sum
miðlafólk áðrenn hon fór í politikk,
so hon hevði eina ábending á
hvussu eitt kjak landslag kundi
síggja
út.
Hennara
uppliving
er stórt sæð, at flest fólk vilja
kjakast siðiliga og sakliga, men
tey halda seg kanska ikki framat.
Bjørt Samuelsen sigur tó, at so
umráðandi sum tað er, at halda seg
framat í kjaki, so er tað umráðandi
at seta mørk.
– Tað er ikki neyðugt at luttaka
í einum ófantaligum kjaki, tí ofta
hava ósaklig fólk ikki áhuga í
kjakinum sjálvum, men einans at
sleppa av við gleps og frustratiónir,
sigur Bjørt Samuelsen.
SÓLVIT E. NOLSØ
Ruth Vang er nýggj á Løgtingi.
Hon bleiv vald seinast á
listanum hjá Framsókn. Hon
sigur, at hóast hon hevur
fingið brøv send og summi
koma við viðmerkingum, so
fær tað hana ikki at setast
aftur.
– Eg havi fingið nøkur brøv,
serliga í samband við hjúnar
bandslógina. Tey flestu vórðu
siðilig, men summi antastaðu
mína kristnu trúgv og tað
kann fara undir húðina, sigur
Ruth Vang.
Hon hevur eisini fingið
nakrar grovar og frekar við
merkingar, eisini frá fólkið,
sum koma til hana persónliga,
men tá svarar hon fyri seg. Tað
skal ikki fáa hana at setast
aftur.
– Nei, tað fær meg ikki at
setast aftur, men onkuntíð
haldi eg meg aftur á Facebook.
Eg kundi ofta hugsa mær at
blanda meg meir uppí har, men
tað fer ofta skjótt av sporinum
og gerst grovt, sigur Ruth Vang.
Ruth Vang heldur, at Face
book nokk ikki er rætta staðið
at taka kompleks evnir upp til
kjak. Tað gerst ov ofta ein skeiv
ímynd av tí veruliga kjaki, ið
gongur fyri seg. Tað eru so
nógv, ið bara eru áhugaði í at
koma við grovum viðmerking
um á einum Facebook kjaki.
Tó vil Ruth Vang ikki verða
við, at Facebook neyðturviliga
er nakað ringt.
– Tað vil eg ikki siga. Onkurs
vegna er tað ein natúrligur
partur av fólkaræðnum, at
fólk sleppa at siga tað, ið tey
hava hug til. Øll skulu sleppa
framat og hoyrast, ikki bara
tey, sum mann er samdur við,
sigur Ruth Vang.
At gerast ein almennur
persónur kann hava fylgir
við sær. Millum annað, at fólk
hava tað nógv lættari at siga
sína meining við teg og ofta
á ógvuliga ósensurerað. Ruth
Vang hevur eisini uppliva tað,
men hon heldur, at tað er ein
partur
a
v
s p æ l
inum
og
má eitt ella
annað
stað
góðtakast.
Sjálv
hevur
hon ikki ætlanir
um at gevast at kjak
ast og halda seg fram
at av teirri orsøk.
Ruth Vang – Framsókn
Ivamál um mína trúgv kann
fara undir húðina
Fingið keðiligar hóttanir
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
18
Bjørt Samuelsen –Tjóðveldi
KJAKMENTANIN – SÆÐ VIÐ POL
KJAKMENTAN