Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

greinar út, tí man veit, at tað beinanvegin kemur ein long svada av viðmerkingum um, hví man ikki hevur gjørt hetta ella hví man gjørdi hatta. – Hetta skjóta samskifti millum veljaran og politikkaran skuldi styrkt fólkaræði, men er vorðið beint øvugt. Tað er ikki bara gott, at tað er so lætt at koma til orðanna. Ofta detta tey sakligu sjónarmiðini burtur ímillum og gerast færri og færri og tá er tað vorðið ein meinbogi fyri fólkaræði, sigur hon. – Tað skal tó sigast, at eg fái ómetaliga nógvar stuðuls­ við­merkingar á Facebook, serliga gjøgnum privat boð. Bróður­parturin av teimum við­ merkingum eg fái, eru stuðul og rós. Eg havi eisini nógv gott, mennandi politiskt kjak á Face­ book, men tað fyrigongur alt gjøgnum privat boð, sigur Annika Olsen. nógv nærri nærumhvørvinum og borgarunum. Avgerðirnar, sum tiknar vera, hava ofta eina meiri beinleiðis ávirkan á bygdafólkið og liggja kanska veljaranum nærri at hjarta. Tá er sannlíkt, at fólk siga tær sína meining, tá tey hitta teg, sigur hann. – Við Facebook er borgarin eisini komin nærri landspolitikkaranum. Eg síggi eisini, at tá eg leggi okkurt út, so skapar tað eina reaktión. Onkrar viðmerkingar eru sera óbehagiligar, men tað er eitt sindur betri nú, enn tá eg var landsstýrismaður, sigur hann. – Vit politikkarar skulu hava eitt pínumark, sum er hægri enn hjá øðrum. Politikkur er sera kensluborin, og nógv fólk ganga høgt upp í hann. Vit mugu vænta, at fáa reaktiónir, tá vit taka avgerðir, sum ávirka gerandisdagin hjá fólki, sigur Kári P. Højgaard. LYNDA Í POSTINUM LITISKUM EYGUM… FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016 SOSIALURIN 97 17 Sosialurin hevur seinastu tíðina varpa ljós á kjakmentanina í Føroyum, serliga á sosialu miðlunum. Vit hava spurt nakrar politikkarar um, hvussu tey upplivað dagliga kjakið á Facebook og heimasíðunum hjá føroysku miðlunum.