hósdagur 25. august 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
16
DANJAL AV RANA
Annika Olsen hevur ofta
verið í andgletti, bæði sum
landsstýriskvinna og ikki minst
tá hon stutt eftir seinasta
løgtingsval boðaði frá, at hon fór
úr Fólkaflokkinum, síðani meldaði
seg inn í Framsókn, men var líka
skjót at melda seg út aftur, áðrenn
hon endaði aftur í Fólkaflokkinum.
– Eg havi ikki fingið beinleiðis
hóttanir móti mær ella mínum,
men tað eru heldur ákærur um
at vera býttur og annað. Serliga
tá eg sat í Landsstýrinum fekk eg
nógvar ábreiðslur, sigur hon.
Annika
Olsen
heldur
at tað eyðkennir føroysku
kjakmentanina, at hon er lítið
saklig og lítið undirbygd.
– Eg veit væl, at eg má sjálv
taka ábyrgd av tí, eg havi gjørt
og taka tað á mín kappa. Eg skilji
væl, at fólk gjørdust firtin, tá eg
skifti flokk, og beri als ikki agg til
nakran um ta tíðina, men tað var
sera rokaligt, tá harðast leikaði á,
sigur hon.
Annika Olsen heldur, at kjakið á
Facebook og føroysku portalunum
er oyðileggjandi fyri føroyska
fólkaræðið. Ljóta kjakið ger bæði,
at nógv halda seg aftur frá at siga
sína meining, samstundis sum at
politikkarar aftra seg við at leggja
upp til kjak. Hon ivast ikki í, at
harði tónin fær fólk at setast aftur.
– Mín tollyndismark er kanska
hægri enn hjá øðrum, nú eg havi
verið á politiska leikvøllinum
so leingi, men eg ivist ikki í, at
fólk halda sær aftur. Eg haldi
tað er stak óheppið, tí at nýggj
unna sær kanska ikki at skriva
eitt lesarabræv, tí at tey óttast
viðmerkingarnar, sum fara at
koma, sigur Annika Olsen.
– Vit garvaðu vita, hvør
svarar, tað eru teir vanligu
viðmerkjararnir, og vit leggja
kanska ikki so nógv í tað. Eg minnist
tó, at eg tók mær tað nær fyrstu
tíðina, sigur løgtingskvinnan hjá
Fólkaflokkinum.
– Eg haldi tó als ikki, at vit
politikkarar skulu lata alt um
okkum ganga. Tað eru nógvar
viðmerkingar, sum heilt víst
fara um mark og eg gleðist um,
at nakrir føroyskir miðlar eru
meiri virknir við at strika ljótar,
ósakligar viðmerkingar á sínum
heimasíðum. Tær fremja kortini
ikki fólkaræðið, sigur Annika
Olsen.
Ein meinbogi fyri
fólkaræðið
– Eg haldi ikki, at kjakið á Facebook
og á føroysku portalunum er gott
fyri fólkaræði. Sjálvandi skulu øll
koma til orðanna, men sum nú er,
verður tað gjørt eftir treytunum
hjá teimum, sum elska at svína
fólk út. Hetta ger, at tað eru nógv,
sum als ikki koma til orðanna, tí
tey vilja ikki útseta seg sjálvi fyri
slíkum. Sostatt eru tað ikki øll, sum
koma til orðanna kortini, sigur
hon.
– Vit síggja eisini alsamt minni
til politiskt kjak og at politikkarar
gera viðmerkingar ella leggja
DANJAL AV RANA
Kári P. Højgaard er kanska
ikki millum mest umstríddu
politikkararnar, men kortini
hava bylgjurnar brotið høgt um
hann til tíðir, serliga tá hann
var landsstýrismaður. Hann
stóð fyri fólkaatkvøðuni um
kommunusamanlegging, sum
var illa lýdd um stóran part
av landinum, men harðastu
álopini komu í samband við
avtaluna við CIP um at byggja
Eysturoyartunnilin.
– Tað nívdi nógv, at fólk tá
kallaðu meg fyri landasvíkjara
og tað var lítið hugaligt at finna
dulnevnd brøv í postkassanum,
har deyðshóttanir vóru settar
fram, sigur Kári P. Højgaard.
Brøvini hevur hann víst løgregluni.
– Sjálvandi skulu vit tola eitt
sindur, men ofta fer kjakið langt
út um mark. Tað nívdi meg, at
fólk kallaðu meg landasvíkjara
í samband við CIP-málið, og
slíkt haldi eg ikki, at vit eiga at
góðtaka. Øll hava síni mørk, eisini
vit politikkarar, sigur Kári P.
Højgaard. Hann fegnast tó um, at
tað á Facebook sæst, hvør tað er,
sum skrivar.
– Vit politikkarar mugu hava
harða húð, tí tað er altíð onkur,
sum hevur viðmerkingar. Tað
kemur meiri enn so fyri, at
fólk vilja kjakast politikk, eitt
nú í føðingardøgum og øðrum
privatum umstøðum, men tá halda
fólk ein siðiligan tóna, sigur Kári P.
Højgaard.
Havi ongantíð angra
Hann varð valdur inn í Runavíkar
býráð í 1988 og sat har til 2008. Í
2001 bleiv hann varamaður fyri
Sámal Petur í Grund og í 2002
varð hann valdur inn á ting,
har hann hevur sitið síðani.
Hann var landsstýrismaður í
innlendismálum frá novembur 2011
til septembur 2013.
– Tað er ein forrættur at vera
politikkari, at fólk hava givið mær
sína atkvøðu. Eg havi ongantíð
angra, at eg fór upp í politikk í 1988,
hóast at tað eru minni hugaligt
ting, sum fylgja við politiska
lívinum, sigur Kári P. Højgaard.
Hann heldur, at tað er ein ávísur
munur á at vera kommunu- og
landspolitikkari.
– Sum býráðspolitikkari er ein
SKULU IKKI LATA ALT OKKUM
FEKK DEYÐSHÓTTANIR
– Vit kunnu ikki vænta at sleppa undan slíkum ákærum,
men tónin er heilt víst vorðin harðari, sigur Annika Olsen.
Hann varð skýrdur landasvíkjari og fekk dulnevndar
deyðshóttanir eftir samráðingarnar við CIP. Tá er
kjakið farið út um mark, sigur Kári P. Højgaard.
Annika Olsen – Fólkaflokkurin
Kári P. Højgaard – Nýtt Sjálvstýri
KJAKMENTANIN – SÆÐ VIÐ POL
KJAKMENTAN