hósdagur 25. august 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
15
Marita Petersen var ein. Eisini
nevnir hon Jonu Henriksen sum
eina, ið hon sær upp til. Tá Jona
Henriksen var politikkari vórðu
tað ógvuliga fáa kvinnur, ið hildu
seg framat í samfelagnum.
Gro Harlem Brundtland er ein
onnur. Tað eru nakrar sterkar
kvinnur, sum hava gingið undan
og víst, at mann kann koma langt,
sigur Elin Lindenskov.
Tá Elin Lindenskov tosar um
sínar politisku fyrimyndir, tosar
hon nógv um teirra visiónir fyri
samfelagnum og hvussu tær
arbeiddu fyri at fáa betra korini
hjá heilum samfelagsbólkum.
Hon saknar hesar idealistarnar í
politikki í dag.
Tað eru øgiliga nógvir individu
alistar og nógv, sum hugsa um seg
áðrenn tær hugsa um visiónir og
sjónarmið, sigur hon.
Elin Lindenskov sigur, at sam
felagið sum heild er blivið ov
visiónsleyst og at hon vónar, at
mann fer aftur til at fólk savnast í
áhugafelagsskapir og annað, ið alt
færri fólk melda seg til
Vit eru eitt tað javnasta fólk í
heiminum og hava fingið so nógv
rættindir uppá pláss. Kann tað
ikki verða partvíst tí at vit eru
komin so langt ávegis í menning,
at idealistarnir ikki eru meira?
Tað kann gott verða, men tað
er umráðandi at halda tað viðlíka.
Um vit gloyma hvussu alt er komi
til har tað er, so sovnar alt bara og
so verður tað eisini nemmari at
skrykkja tað undan okkum aftur,
staðfestir Elin Lindenskov.
Elin Lindenskov heldur at um
vit gloyma øll okkara undangongu
fólk og hvat tey hava gjørt, so
følnar virðingin fyri teimum og,
tað sum verri er, at vit fara frá
teimum virðum, sum tey bardust
fyri. Elin nevndi kvinnurørsluna
og javnstøðu í breiðastu merking
sum dømir.
Vit hava ikki fulla javnstøðu
í samfelagnum. Um vit fara frá
teimum virðunum, so er vandi
fyri at alt arbeiði, ið bleiv gjørt
frammanundan dettur niðurfyri,
sigur hon.
Nógv gott at
minnast aftur á
Tá mann hevur sitið í býráðnum í
24 ár, er sjálvandi nógv, sum mann
hevur verið ein partur av.
Tað er nógv, sum er viðtikið og
nógvar broytingar, ið eru farnar
fram í kommununi.
Elin Lindenskov er einki undan
tak í so máta og hon hevur nógv
mál, ið hon minnist aftur á. Eitt, ið
hon gleðist serliga nógv um, eru
broytingarnar í barnaansingini.
At barnaansing bleiv ein natúr
ligur partur av dagligdegnum. Har
var eg øgiliga nøgd við, at tað bleiv
yvirtikið av kommununum, sigur
hon.
Elin Lindenskov segði, at tað var
strævið at yvirtaka og mann skuldi
samráðast bæði við kommunalar
og landsmyndugleikar, men tey
fingu yvirtikið alt til endans.
Vit hava fingið barnagarðar í
dag. Tað er ein sjálvfylgja og allir
flokkar siga seg ganga inn fyri tí. Eg
trúgvi ikki nakar í dag hevði funnið
uppá at sagt, at mann ikki skal
hava barnaansing til øll børnini,
sigur Elin Lindenskov.
Eitt annað, ið Elin Lindenskov
nevnir er, at hon sum forkvinna í
sosialu nevnd í býráðnum, var við
til at fáa øll børn í øllum aldrum við
í barnatannrøktina, er eitt mál, ið
hon minnist væl.
Ein seta var ógvuliga tung
Tað eru nógvar góðar løtur í 24
ár, men tað eru eisini tungar
løtur. Serliga væl minnist Elin
Lindenskov eina setu, har hon
og Tórfinn Smith vórðu vald fyri
Javnaðarflokkin. Tey fóru fyrst
í andstøðu, men Tórfinn Smith
bleiv boðin upp í meirlutan í 2002
og tók av. Henni stóð ikki í boði
at koma uppí og tí fór flokkurin
í tvíningar. Elin Lindenskov misti
sínar nevndarsessir og sat púra
uttan ávirkan.
Eg sat eftir sum býráðslimur við
ongum nevndarsessi. Tað var ein
tung seta at koma ígjøgnum. Tað
var eitt niðurlag, men eg vann so
aftaná, minnist Elin aftur á.
Fer ikki heilt
burturúr politikki
Elin Lindenskov sigur, at hon hev
ur hugsað í eina tíð hvørt hon skal
stilla upp aftur ella ikki. Hon hevur
sitið við umhvørvimálum seinastu
setu og tað hevur verið spenn
andi og nógv er komið burturúr,
men hinvegin kundi hon hugsa
sær meira tíð til ymiskt annað, ið
hon ikki hevur havt tíð til sum
politikkari.
Elin Lindenskov sigur, at hon
hevur sítt egna handarbeiðsvirk
ið, ið hon kundi hugsa sær at brúkt
meira tíð uppá og eisini hevur hon
ommubørn, ið eru flutt heim og tey
vil hon fegin brúka tíð uppá.
Er tú so liðug í politikki?
Eg vænti ikki eg stilli upp
aftur, men tað eru aðrir mátar at
verða aktiv í politikki. Til dømis
haldi eg, at tað nógv at gera innan
umhvørvið enn og har er tørvur á
fleiri góðum fólkum. Eg komi eisini
at verða limur í javnaðarfelagnum
og Javnaðarflokkinum og ávirka
tað eg kann, sigur Elin Lindenskov.
So vit koma at hoyra frá tær,
hóast tú ikki stillar upp aftur?
Tað rokni eg við, tí har eru mál,
sum liggja í býráðnum, ið eg komi
at fylgja væl við, svarar hon.
Elin Lindenskov varð fyrstu
ferð vald í Tórshavnar býráð í 1992.
Tá var hon vald við 167 atkvøðum.
Í 1996 fekk hon næstflestar
atkvøður í Tórshavn við 437 at
kvøðum. Hon bleiv afturvald í 2000
við 392 atkvøðum. Í 2004 fekk 238
atkvøður og 240 atkvøður í 2008.
Á seinasta valið í 2012, ið eftir øll
um at døma var hennara seinasta
val, var hon vald inn í býráðið fyri
sættu ferð við 178 atkvøðum.