hósdagur 25. august 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
14
nokk eisini tí, at eg hevði verið aktiv
í einum, sum æt Dagstovnafelagið.
Tá eg flutti heim var so øgiligur
mangul uppá barnaansing í Havn
og holdningurin hjá tí býráð
num var, at mammurnar skuldu
verða heima. So bleiv eg aktiv
í Dagstovnafelagnum, har vit
royndu at pressa á at fáa barna
garðar og tað var nokk tað fyrsta
málið eg stillaði upp uppá eisini,
sigur Elin Lindenskov.
Dagstovnafelagið varð stovnað í
1979. Tað var eitt felag, ið hevði sum
endamál at virka fyri stovnsetan av
dagstovnum. Tá Elin Lindenskov
fyrstu ferð stillaði upp í 1988, var
felagið enn aktivt og Elin tók tað
sakina til sín.
Eg stillaði upp sum SUari, men
tað málið (Dagstovnafelagið red)
fylti øgiliga nógv. Annars var tað
ungdómspolitikkur, sum fylti
nógv, minnist Elin Lindenskov
aftur á.
Hugburður til javnstøðu
broyttur – bara
ikki nóg nógv
Tá eg kom inn fylti tað nógv, at
báðir partar blivu hoyrdir. Tað
hevur tað gjørt alla mína tíð, men
vit hava enn nakað eftir á mál hvat
viðvíkur javnstøðu og áðrenn mann
er komin at virða javnstøðuna,
sigur Elin Lindenskov.
Sambært Elin Lindenskov eiga
vit at koma hartil, at vit skulu
hugsa nógv meir um at fáa kvinnur
framat. Javnaðarflokkurin í Suð
urstreymi hevur valt at hava
javnstøðu á listanum, men tað
eigur at koma hartil, at javnstøða
blívur meira natúrlig og ikki nakað,
ið mann má velja til.
Sum nú er í Tórshavnar Komm
unu haldi eg, at tað er ein skand
ala, at tað bara eru menn í fíggj
arnevndini og bara kvinnur í
umhvørvisnevndini.
Elin Lindenskov heldur, at tað
kanska er ein partur av tí gamla
hugburðinum, ið enn hongur við, at
tað, ið vanliga er at rokna sum tung
mál verða løgd á mannfólk og tey
bleytu, t.d. mentan og umhvørvi,
verður lagt á konufólk.
Tað kann verða, at mann sum
kyn fer automatiskt eftir tí, men
tað er heilt ræðuliga skeivt. Tað
er eisini ymiskt hvussu flokkarnir
gera tað, men hjá okkum er tað ein
stórur feilur, at bara menn blivu
koyrdir í fíggjarnevndina, tað má
eg siga akkurát sum er, staðfestir
Elin Lindenskov.
Hon heldur, at mann eigur at
hava tann hugburð, at um møgu
ligt skal ein javnstøða verða í
nevndum. Í øllum førum mælir
hon sínum egna flokki at gera tað.
Eg haldi ikki hasin hugburð
urin er nóg væl implementeraður
í samfelagið – enn.
Sjálvt um vit eru komin nógv
longur enn fyri 24 árum síðani, so
eru vit ikki komin nóg langt, sigur
hon.
Ikki heilt nøgd við
seinastu setu
Elin Lindenskov er ikki nøgd við,
at Javnaðarflokkurin hevði møgu
leika at sita einsamallur við meir
luta í býráðnum, men ikki tók av.
Eg haldi at Javnaðarflokkurin
skuldi sita einsamallur í meirluta
og tikið ábyrgdina. Tað er mín
greiða meining, sigur Elin Lind
enskov.
Hon sigur, at um Javnaðar
flokkurin hevði verið einsamallur
við valdið, so høvdu fleiri mál komi
ígjøgnum og mann hevði kunna
hildið eina javnaðarkós.
Tað er for lætt at standa uttan
fyri nú. Vit eru ov nógv í meirluta.
Um tað bara vórðu vit, so høvdu
vit verið tvungin at hugsa okkum
betur um, sigur hon.
Hon vil ikki nevna eitt einstakt
mál, men sigur, at generelt hevði
tað verið betur fyri flokkin og
samstarvið um tey høvdu sitið
sjálvið við valdið, uttan aðrar
flokkar.
Kommunupolitikkur
framum landspolitikk
Vit kenna Elina Lindenskov best
frá kommunalpolitikki. Tó hevur
hon stillað upp nakrar ferðir
til Løgtingsvalið og hevur sitið
sum varafólk av og á. Tó er tað
kommunalpolitikkur, ið hevur
havt hennara stóra áhuga.
Tá mann er komin inn í komm
ununa, so er tað har, sum áhugin
er. Fyri tí, sum gongur fyri seg
har. Tað bleiv tað so eisini hjá
mær. So hava onnur tikið sær
av landspolitikkinum, sigur Elin
Lindenskov.
Nú hevur kjak tikið seg upp um
tað er rætt, at ein politikkari situr
bæði í Løgtinginum og í einum
kommunustýri. Hildið verður, at
tað er eitt demokratiskt undirskot
og kann eisini verða ein vandi í, at
ein politikkari hevur fótin í báðum
støðum. Tey, ið stilla upp í báðum
støðum siga, at arbeiðsbyrðan í
Løgtinginum og í einum býráði
leggur upp til, at tað er møguligt
at verða í báðum støðum. Hesum er
Elin Lindenskov ikki samd í.
Arbeiðsbyrðan í kommununi er
ríkiliga stór. Kommunupolitikkur
er ikki løntur uppá sama máta og
mann hevur eisini sítt fasta starv.
Tað ger tað øgiliga trupult, serliga
nú kommunan blívur størri og at
kommunan yvirtekur nógv økir.
Tað ger, at tað blívur enn strævnari,
staðfestir býráðslimurin.
Størri ábyrgd sum
kommunupolitikkari í dag
24 ár er long tíð í politikki. Tað
er nógv hent í samfelagnum og
í politisku skipanini seinastu 24
árini. Ábyrgdin hjá kommunum er
vaksin í tráð við at málsøkir verða
løgd út til kommunur at umsita.
Partvíst er tað í lagi, at komm
unan yvirtekur mál, men tað er
ov illa skipa. Eg haldi vit hava
ov nógvar smáar kommunur og
ov nógv stór mál at yvirtaka, í
summum førum. Nú er tað fyrst
og fremst eldraøkið eg hugsi um
og mátin, sum tað bleiv yvirtikið,
sigur Elin Lindenskov.
Málsøkir, ið verða løgd út á
kommunur er eitt, men Elin Lind
enskov heldur eisini, at Tórshavnar
Kommuna er blivin so nógv størri
hesi seinastu 24 árini, at tað hevur
eisini havt avbjóðingar við sær.
Tað eru hendar stórar broyt
ingar við at nógv er komi afturat.
Hoyvík, Hvítanes og Kaldbak var
við tá eg komi uppí, men t.d. vórðu
oyggjarnar, Argir og Kollafjørður
ikki, greiðir hon frá.
Elin Lindenskov heldur, at
stórt sæð hevur tað givið meining
at víðka um kommununa, men
hon ivast í um Kollafjørður í
veruleikanum ikki eigur at liggja
í Norðurstreymi. Tað var kanska
meira natúrligt, sigur Elin Linden
skov, sum tó ikki heldur at tað skal
broytast nú.
Strævið við skeivum
arbeiðstíðum
Tað er trupult hjá fólki við smáum
børnum at fara uppí kommunu
politikk heldur Elin Lindenskov.
Arbeiðstíðirnar eru skrúvaðar so
leiðis saman, at tað er nógv kvøld
ararbeiði.
Eg havi ikki nakað endaligt boð
uppá hvat mann skal gera, men
veruleikin er, at mann renunur
nógv ímillum og arbeiðir nógv um
kvøldarnar. Tað ger tað, at tað er
torført hjá ungum fólki at blanda
seg uppí kommunupolitikk og tað
eigur mann at gera okkurt við,
sigur Elin Lindenskov.
Hon heldur, at mann eigur at
leggja seg eftir at broyta arbeiðs
tíðirnar soleiðis, at tað verður
lættari hjá ungum fólki at bjóða
seg fram.
Nógvar politiskar
fyrimyndir
Ofta eru tað fólk, ið mann sær upp
til, sum fáa ein uppí politikk. Elin
Lindenskov sigur, at hon hevur
eisini sínar fyrimyndir, sum ikki
óvæntað eru kvinnu. Hóast tað
ikki eru eins nógvar kvinnur at
velja ímillum sum menn, so eru
hóast alt nakrar.