hósdagur 25. august 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
13
SÓLVIT E. NOLSØ
“Javnaðarflokkurin í býráðnum
hevði afturgongd, men hann megn
aði kortini at varðveita tveir sess
ir við sínum 781 atkvøðum. Tórfinn
Smith varð afturvaldur og fekk 190
atkvøður. Fyri fyrstu ferð í nógv ár
fekk flokkurin eina kvinnu valda í
býráðið. Hon eitur Elin Lindenskov
og fekk 167 atkvøður. Nú Elin kem
ur í býráðið verða tær fýra kvinn
ur.”
Soleiðis skrivar Sosialurin
tann 10. desember 1992 um komm
unuvalið, ið hevði verið tveir dag
ar frammanundan, tann 8. desem
ber. Seinasta kvinna, ið var vald
á javnaðarlistanum í Tórshavnar
kommunu, var Jona Henriksen í
1968 og tískil fekk javnaðarlistin
fyrsta kvinnuliga umboðið í
býráðið, eftir 24 ár og seks valskeið.
Komandi 24 árini og seks val
skeiðini eftir 1992, bleiv Elin
Lindenskov vald við hvørt val,
inntil hon til valið í ár, valdi ikki
at stilla upp aftur. Tað hevur verið
ein tíð við góðum og ringum, við
javnstøðuspurningum ella mangul
uppá sama. Áhugin fyri politikki
varð lagdur í Elina longu frá barns
beini.
Politikkurin kom nátúrligt
Elin Lindenskov er fødd 15.04.1962.
Hon er dóttir Jónu og Jákup Lind
enskov og er uppvaksin í Tórs
havn. Lindenskov eftirnavnið
leggur upp til, at tað var ein
sjálvfylgja, at Elin fór upp
í politikk, tí pápi hennara,
Jákup, var politikkari fyri
Javnaðarflokkin í 36 ár, frá
1958-1994. Hann røkti embæt
ir fyri flokkin sum tingmaður,
landstýrismaður, løgtings
formaður og fólkatings
maður. Tí er nærliggjandi at
hugsa, at tað er her, at áhugin
er komin frá.
Pápi mín var í politikki áðrenn
eg var fødd, so tað er kanska kom
ið nokkso nátúrligt, men eg havi
verið 15 ár, tá eg byrjaði at koma
uppí SU (Sosialistiskur Undómur
red.). Tá er tað spakuliga byrjað.
Eg bleiv faktist øgiliga aktiv
har. Bæði í SU og friðarrørslum
og øðrum, sum var tá í tíðini. Tað
er nokk har tað er byrjað ordiliga,
sigur Elin Lindenskov.
Elin Lindenskov stillaði fyrstu
ferð upp til kommunuvalið í 1988,
sum 26 ára gomul og nýliga flutt
aftur til Føroya úr Danmark. Í 1988
bleiv hon so ikki vald.
Tað var nokk av tilvild, at eg
stillaði upp. Eg stillaði upp sum
SUari og so vaktist áhugin. Tað var
HUGBURÐURIN
TIL JAVNSTØÐU
IKKI NÓG GÓÐUR
- Tað kann vera, at mann sum kyn fer automatiskt
eftir teimum bleytu postunum, men tað er heilt
ræðuliga skeivt. Tað er eisini ymiskt hvussu
flokkarnir gera tað, men hjá okkum í Javnaðar
flokkinum er tað ein stórur feilur, at bara
menn blivu koyrdir í fíggjarnevndina, tað má
eg siga akkurát sum er, sigur býráðskvinnan
Elin Lindenskov, sum nú takkar fyri seg í polit
iskum samanhangi. Hóast hugburðurin til javn
støður er broyttur tey 24 árini Elin hevur verið
í politikki, so er støðan langt frá nóg góð
Elin Lindenskov