hósdagur 25. august 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
12
nítjan ára gomul. Tá var lærarin tó
skjótur at siga við meg, at eg ikki
skuldi lurta eftir tí, tí talan var um
eina gamla lærubók, sigur Sigrun
Jóhansdóttir Bisp við einum brosi.
Livdi eitt vanligt lív
Hóast Sigrun Jóhansdóttir Bisp
fekk staðfest sjúkuna sum tvey
ára gomul, so forðaði tað henni als
ikki at liva eitt aktivt lív.
– Eg havi altíð havt tað gott. Tað
einasta keðiliga var, at tá vit spældu
í grannalagnum og mamma rópti
eftir mær frá altanini, tí eg skuldi
inn at taka heilivágin. Men so fór
man bara inn og tók heilivágin.
Størri ávirkan hevði sjúkan ikki og
eg íðkaði ítrótt og livdi lívið sum
allir mínar javnaldrar, sigur Sigrun
Jóhansdóttir Bisp.
Sum nógvar av hennara javn
aldrar í Kollafirði, so spældi Sigrun
Jóhansdóttir Bisp við lokala flog
bóltsfelagnum í bygdini, og
byrjaði enntá sum 19 ára gomul í
Handilsskúla í høvuðsstaðnum.
Um hetta mundi gjørdist hon
eisini upp á vegin, og níggju dagar
áðrenn hon sjálv fylti 21 ár, átti hon
sonin Jóhan.
– Alt gekk væl, og eg átti sum
vanligt. Eg gav eisini sjálv bróst,
men tá føldi eg hvussu hann súgaði
alla orkuna úr mær. Hevði eg átt
umaftur, so hevði eg ikki givið
bróst, tí eg misti so nógv kilo tá,
og fólk við sjúkuni hava trupult við
at taka uppá. Men eg slapp eisini
bara at geva í fýra mánaðir, so góvu
læknarnir boð um, at eg skuldi
steðga, tí tað var ov hættisligt,
sigur Sigrun Jóhansdóttir Bisp.
Hóast heilsan í dag er munandi
versnað, og orkan ikki er tann
sama, ið hon hevur verið, so angrar
Sigrun Jóhansdóttir Bisp ikki, at
hon varð mamma.
– Tað er gott at vera mamma,
men eisini strævið. Serliga eru teir
dagarnir strævnir, tá man einki
orkar og bara liggur í songini. Tá
ynskir man at gera alt annað við
soninum. Men sonurin, ið nú er
fimm ára gamal, skilur støðuna
og hann skilur, hví tað er neyðugt,
at vit nú búgva í Danmark, sigur
Sigrun Jóhansdóttir Bisp.
Heilsan versnar
Hóast tey fyrstu tjúgu árini í
lívinum hjá Sigrun Jóhansdóttir
Bisp
ikki
vóru
stórvegis
øðrvísi enn tey hjá hennara
vinfólkum, so broyttist alt móti
endanum av hennara fyrsta ári á
Handilsskúlanum.
– Eg treivst ordiliga væl í
skúlanum, men tá tær endaligu
royndirnar vóru gjørdist eg sjúk.
Vanliga er tað í lagi, tí næmingar
kunnu fara til eina sjúkraroynd,
men tá var eg eisini sjúk. Men eg
fekk so eitt undantak og slapp
at byrja annað árið, hóast eg ikki
hevði verið til endaligu royndirnar.
Avtalan var bara, at eg skuldi taka
royndirnar, tá eg var so mikið væl
fyri, at eg hevði orkuna til tað.
Heldur enn at heilsan batnaði,
so versnaði hon, og til endans
mátti Sigrun Jóhansdóttir Bisp
taka tungu avgerðina at steðga við
skúlagongdini, tí orkan ikki var til
staðar.
– Eg visti at tað var neyðugt,
tá eg ikki sjálv orkaði at ganga
oman gjøgnum trappurnar á
Handilsskúlanum, sigur Sigrun
Jóhansdóttir Bisp tung á máli.
Tíðin eftir, at hon gavst í
skúlanum var heldur ikki serliga
stuttlig hjá ungu kvinnuni. Heilsan
einans versnaði og hon fór upp á
forsorg. Eitt ár eftir, at hon gavst
í skúlanum, metti Almannaverkið,
at Sigrun Jóhansdóttir Bisp var so
illa fyri, at hon var at meta sum
fyritíðarpensjonist.
Lívið verður sett á bíðilista
Hóast Sigrun Jóhansdóttir Bisp var
enda í einari støðu, ið fá munnu
ynskja at enda í, so var hon enn
við gott mót. Hon gekk regluligar
langar túrar og royndi at halda seg
aktiva, so at heilsan ikki versnaði.
Eins og allir aðrir sjúklingar við
Cystiskari Fibrosu, so hevur Sigrun
Jóhansdóttir Bisp gjøgnum alt sítt
lív verið til regluligar kanningar
á Ríkissjúkrahúsið, har læknar
hava hildið eyga við heilsustøðu
hennara. Til hesar kanningarnar
varð millum annað hugt eftir
lungunum, og tá hon gjørdist
verri fyri mettu læknarnir, at tað
var best, um Sigrun Jóhansdóttir
Bisp kom til Danmarkar eina ferð
um mánaðin til kanningar.
Fyri einum ári síðan fekk
Sigrun Jóhansdóttir Bisp tey
boðini, at læknarnir fóru undir
at gera kanningar viðvíkjandi
møguleikanum at skifta lunguni,
um tað verður neyðugt. Í apríl
fekk hon so tey tungu boðini, ið
hon óttaðist. Lunguni vóru so illa
fyri, at læknarnir mæltu henni til,
at fara á bíðilistan til nýggj lungu.
– Eg vónaði alla tíðina, at tað
ikki var neyðugt. At eg sjálv at
koma fyri meg og kundi varðveita
míni egnu lungu. Men tað er
lungavirkni hjá mær, ið er versnað.
Tað var einaferð 80-90 prosent,
men er síðan bara fallið. Síðsta árið
hevur tað ligið um 30 prosent, men
er í dag um 22 prosent, sigur Sigrun
Jóhansdóttir Bisp.
Sigrun Jóhansdóttir Bisp
valdi at fylgja tilmælinum frá
læknunum og síðst í apríl flutti
hon til Danmarkar og inn á
sjúklingahotellið Hotel Tórshavn ,
har hon skal liva til hon fær nýggj
lungu. Lívið sum hon hevur kent
tað í Føroyum er fyribils steðga,
meðan hon nú bíðar eftir boðunum
um, at eini nýggj lungu eru fingin
til vega.
Ein óviss framtíð
Sigrun Jóhansdóttir Bisp er væl
vitandi um, at tað ikki er uttan
orsøk, at hon er sett á bíðilistan.
Talan er nevniliga um ein lista, ið
man ikki kemur á, uttan at støðan
er álvarsom.
– Mett verður, at tá læknarnir
koma til ta niðurstøðu at seta
ein persón á bíðilista, so hevur
viðkomandi í miðal tvey ár eftir
at liva í. Tá tað er miðal, so er tað
sjálvandi nøkur, ið liva longri enn
hasi tvey árini, greiðir Sigrun
Jóhansdóttir Bisp frá.
Harumframt eru tað eisini
onnur viðurskiftir, ið hava sína
ávirkan á hvussu long bíðitíðin er,
men sjálv fáa sjúklingarnir ikki at
vita hvat nummar tey eru.
– Tað eru fleiri viðurskiftir, ið
gera seg galdandi, umframt at tað
er ein bráðlisti. So vit fáa ikki at vita
hvat nummar vit eru á listanum.
Men eg veit, at av tí at eg eri lítil
av vøkstri og hava blóðtýpuna B
positiv, ið einans seks prosent av
dønum hava, so eru tað ikki nógv,
ið hava lungu, ið passa til mín.
Fyri at fáa boðini um eini nýggj
lungu skjótast gjørligt, hevur
Sigrun Jóhansdóttir Bisp fingið
eina telefon frá sjúkrahúsinum.
– Eg havi eina telefon í
lummanum, ið hvørki skal ella
kann brúkast til nakað annað enn
at tey ringja til mín við boðunum
um, at nú eru eini lungu klár til
mín, greiðir Sigrun Jóhansdóttir
Bisp frá og leggur afturat.
– Fyrsta mánaðin hevði eg
bara mína egna telefon, og tað var
ræðuligt. Tí hvørja ferð hon ringdi,
um tað var mamma ella beiggi mín,
so hoyrdi man hendan ringitónan
og allir tankarnir fóru í gongd.
Gangi ikki og bíði
Hóast hennara liv harvið í
ein stóran mun er at líkna við
eina bíðistøðu, so fellir Sigrun
Jóhansdóttir Bisp ikki í fátt.
– Eg gangi ikki bara og bíði. Eg
royni at hugsa um framtíðina.
Eg vænti ikki, at eg fái lunguni í
morgin, men at eg eri klár uppá,
at eg má bíða leingi aftrat. Men eg
vóni at tey koma.
Tað eru tó nakrir dagar, ið eru
lættari enn aðrir, tá tað einasta
man ger er, at bíða eftir eini telefon
at ringja.
– Tað ringasta við at vera á
listanum eru teir dagarnar, tá
man hevur tað ordiliga keðiligt.
Tá hugsar man, at man kanska
ikki hevur tíð at bíða eftir teimum
nýggju lungunum. At tað verður
ov seint hjá mær. Tá eg so havi tað
gott, so vóni eg, at tað ikki verður
tann dagin, tí tá vil man brúka
orkuna upp á ymiskt. Eg haldi tað
er lættari, um tey ringja ein dag, tá
man hevur tað ringt og ikki orkar
annað enn at liggja í songini, sigur
Sigrun Jóhansdóttir Bisp.
Heilivágurin fyllir nógv
Í dag er gerandisdagurin hjá Sigrun
Jóhansdóttir Bisp á føroyska
Sjúklingahotellinum nógv merktur
av ymiskum heilivági, ið hon er
noydd at taka fyri at halda stýr upp
á tær aggressivu bakteriurnar, ið
hava fingið fastatøkur í lungunum.
– Eg taki fjúrtan tablettir
áðrenn hvørja máltíð eg eti, eg taki
pensilin hvønn dag, eg brúki masku
um morgunin og kvøldið og anda
eisini gjøgnum ein forstøvaða
tríggjar ferðir um dagin, greiðir
Sigrun Jóhansdóttir Bisp frá og
leggur afturat.
– Harumframt fái eg sprænt
heilivág inn gjøgnum æðrarnar
hvønn dag í tvær til tríggjar vikur
so pínan verður so lítil, at tørvur
ikki er á tí longur. Tað doyvir
bakteriurnar í lunguni í umleið
tvær til fýra vikur, men so verður
pínan aftur so ring, at eg má aftur
í gongd við at fáa heilivágin inn
gjøgnum æðrarnar. Alt hetta
verður gjørt fyri at fáa tamarhald
á bakteriunum.
Savnar pening við at ganga
Nú Sigrun Jóhansdóttir Bisp er í
Danmark og bíðar eftir nýggjum
lungum gagnnýtir hon møguleikan
til at savna pening inn til gransking
innan Cystiska Fibrosu. Tað
ger hon við, at fyritøkur og
einstaklingar stuðla henni við eini
upphædd fyri hvønn kilometur, ið
hon megnar at ganga í ein mána.
Fyrstu ferð hon gjørdi eitt slíkt
átak var fyri tveimum árum síðan,
tá hon gekk 70 kilometrar, meðan
hon í fjør gekk 55 kilometrar.
Higartil í august hevur Sigrun
Jóhansdóttir Bisp gingið 50
kilometrar og væntar hon at ganga
meira enn í fjør.
– Átakið hevur fingið ordiliga
góða undirtøku í ár. Heili 300
fyritøkur og einstaklingar stuðla
mær í ár, og eggjar tað meg eisini til
at ganga, sigur Sigrun Jóhansdóttir
Bisp, ið eisini hevur eina facebook-
síðu, Mítt lív við Cystiskari Fibrosu,
har hon greiðir fólkum frá sínum
gerandsdegi.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Eg gangi ikki bara og bíði. Eg
royni at hugsa um framtíðina