hósdagur 25. august 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016
SOSIALURIN 97
6
Fríggjadagin
26. august
Klokkan 19:00
Th. Dam Intersport
Steypið / Dr. U18
NSÍ - HB
Leygardagin
27. august
Klokkan 10:00
Cadbury Steypið /
Dreingir U14
B71 - HB
Klokkan 12:15
Eilif Arge Steypið /
Gentur U14
EB/Streymur - B36
Klokkan 14:30
Blaðberasteypið /
Dreingir U16
HB - NSÍ
Klokkan 18:00
Løgmanssteypið
KÍ - Víkingur
Fríggjadagin
2. september
Klokkan 19:00
Mótasteypið / Gentur
U17
KÍ - B36
Leygardagin
3. september
Klokkan 18:00
Finalan hjá kvinnum
HB - KÍ
Í elstu ungdómsdeildini hjá
kvinnum, Gentur U17, verða
tað KÍ og B36, ið skulu spæla
um Mótasteypið. Hesin dyst
urin verður ikki spældur
fyrr enn fríggjakvøldið 2.
september.
Hetta
kemst
av, at kvinnufinalan fyrst
verður spæld dagin eftir,
leyg ardagin 3. september, og
tí hevur FSF valt, at hesar
báðar finalurnar skulu liggja
dag um dag.
Talan eru um tvey lið, sum
bæði eru í meistarabólkinum
hjá Gentum U17. Meistara
bólkurin hevur somikið fá
umfør á baki, at tað er eitt
sindur ilt at meta um styrk
ina á liðunum.
Helst sterkastu
liðini í deildini
Men tá ið hugt verður eftir
sannførandi sigrunum, sum
hesi liðini hava havt á leiðini
til finaluna, so er helst talan
um sterkastu liðini í aldurs
bólkinum.
At byrja við máttu B36
genturnar tó sveitta fyri tí,
tá ið tær vunnu tepurt 10
ímóti Víkingi í innleiðandi
umfarinum.
Í fjórðingsfinaluni var tó
ongin slingur í valsinum. B36
vann 50 ímóti B71 og leikti
seg lættliga í hálvfinaluna.
Líka lættliga í hálvfinaluna
kom KÍ, ið somuleiðis vann
50 ímóti SB.
Í hálvfinalunum var ei
heldur nakar spurningur
um, hvørji lið skuldu spæla
steypafinalu. KÍ vann 61 á
HB, meðan B36 vann heili 71
ímóti AB á Argjum.
Dysturin byrjar klokkan
19 fríggjakvøldið 3. sept em
ber. Tað verður Oda And re
asen, sum skal døma dystin.
Gongdin í fótbóltsfelag num
á Sandoynni, B71, hev ur
ikki verið heilt so góð tey
seinastu árini. Besta mans
liðið hevur ikki spælt í bestu
deildini í fleiri ár, og líkt er til,
at B71 flytir niður í trið bestu
deildina at spæla kom andi
kappingarárið.
Tað hevur tó altíð ligið
væl fyri hjá sandoyingum
at
framleiða
góðar
fót
bólts leik arar. Fleiri spæl
arar í Effodeildini hava sín
uppruna í B71, og ein tann
besti,
føroyski
fót bólts
leikarin í dag, Brandur Hend
riks son Olsen, sum spælir við
Randers, varð uppaldur í B71.
Tað er nøkur ár síðani, at
Brandur Hendriksson spældi
í B71, men enn tann dag í dag
hevur B71 góð ungdómslið.
Hetta sæst aftur í, at U14
dreingirnir í felagnum hava
spælt seg í finaluna um
Cadburysteypið, sum verður
spæld ímóti HB.
Hava vunnið
knúsandi sigrar
Bæði finaluliðini løgdu til
brots
í
steypakappingini
síðst í apríl, tá ið áttanda
parts finalur vóru á skránni.
Synd er at siga, at mótstøðan
var tann heilt stóra hjá fin
alu liðunum
báðum.
B71
vann á heimavølli 101 ímóti
TB, meðan HB byrjaði leiðina
ímóti
Cadburysteypinum
við at vinna 210(!) ímóti U14
liðinum hjá Skála á útivølli.
Í fjórðingsfinaluni vunnu
bæði liðini eisini tryggar
sigrar. HB vann 41 ímóti NSÍ
á heimavølli, meðan B71 vann
63 ímóti AB heima á Sandi.
B71 yvirvann eisini síð
sta snávingarsteinin ímóti
steypafinaluni við at skora
eina rúgvu av málum. Hálv
finalan ímóti Víkingi varð
nevniliga vunnin heili 74.
Tíverri hevur tað ikki
eydnast at finna mót støðu
liðið hjá HB í hálvfinaluni.
Men undir øllum umstøðum
hava HB kvalifiserað seg
til steypafinaluna um Cad
bury steypið 2016. Hetta er
triðja
ungdómsfinalan
á
dreingja síðuni av trimum
møguligum, ið HB tekur lut í.
U14finalan ímillum B71
og HB byrjar longu klokk an
10 á Tórsvølli leygar morg
unin. Tað verður klaks vík
ingurin, Aron Vest, ið skal
døma dystin.
Hjá Gentum U14 verða tað
tvey tey fremstu liðini í
landskappingini
í
hesum
aldursbólki, EB/Streymur og
B36, ið bresta saman í finalu
á Tórsvølli.
Hetta eru bæði fremstu
liðini í besta bólkinum hjá
Gentum 14. EB/Streymur er
oddalið við 25 stigum eftir
10 spældum dystum, meðan
B36 er á øðrum plássi við 18
stigum eftir níggju spældar
dystir. So heilt avgjørt er før
oya meistaraheitið í hesi deild
ini ikki avgjørt enn, hóast tað
liggur til EB/Streym.
Lættan veg í finaluna
Synd er at siga, at nakað av
finaluliðunum hava fingið
stór vegis av mótstøðu á
leiðini til finaluna. Í inn
leiðandi umfarinum vann
B36 101 ímóti SB, meðan EB/
Streymur eisini vann ímóti
Skála.
Í fjórðingsfinalunum var
ei heldur tað stóra hóvasták
ið hjá finaluliðunum. EB/
Streymur vann 30 ímóti KÍ,
og B36 vann heili 70 ímóti
Vík ingi.
Í
hálvfinalunum
varð
eis ini sett ein tjúkk strika
undir, at tað eru tey bestu
lið ini hjá Gentum 14, ið
spæla steypafinalu í ár. EB/
Streymur vann heili 90
ímóti B68, meðan B36 vann
61 ímóti AB.
Finalan um Eilif Arge
steyp ið byrjar leygardagin
klokkan 12.15. Dómari verður
Kjartan á Gravarbø.
U14: SANDOYINGAR KUNNU VINNA STEYP
GENTUR 17: KÍ ELLA B36
GENTUR U14:
ODDALIÐINI DYSTAST UM EILIF ARGE-STEYPIÐ
FÓTBÓLTUR
ÍTRÓTTUR