Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-25, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 2016síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. AUGUST 2016 SOSIALURIN 97 7 Vilt tú menna føroyskan fótbólt? Fótbóltssamband Føroya søkir eftir fýra fótbóltsmennarum í fulltíðarstarv til burturav at menna ungar føroyskar fótbóltsleikarar. Freistin at søkja er týsdagin 6. september FSF søkir nú eftir fýra ”Fótbóltsmennarum”. Ætlanin við stør- vunum er burturav at menna ungar føroyskar fótbóltsspælarar. Freistin at søkja er týsdagin 6. september - Mynd: www.fsf.fo Føroyskur fótbóltur tekur í næstum eitt týðandi og søguligt fet fram á leið, tá ið Fótbóltssambandið setur fýra fótbóltsmennarar í fulltíðarstarv. Uppgávan hjá teimum fýra verður at menna førle- ikarnar hjá ungum leikarum í feløgunum kring landið. Feløgini verða býtt millum mennararnir, og við støði í av- bjóðingunum hjá hvørjum felag sær, skulu mennararnir hjálpa til at menna og vegleiða venjarar, eitt nú við at leggja dent á ávísar venjingar, og skipa menningina í síni heild. Umframt at virka í feløgunum, so koma mennararnir at røkja nakrar uppgávur sum U-landsliðsvenjarar. Á henda hátt ger starvið ta grundleggjandi fótbóltsmenningina hjá leikarunum til eina samanhangandi heild. Sum ungdómslandsliðsvenjari fært tú høvi at arbeiða við úrvalsleikarum, og tú sleppur at royna teg í altjóða fótbólti. Føroyskur fótbóltur hevur ment seg nógv tey seinnu árini. Fót- bóltssambandið hevur ta greiðu áskoðan, at skal føroyskur fót- bóltur mennast enn meira og støðið hækkast munandi, so mugu førleikarnir hjá okkara ungu leikarunum mennast á ungum árum. Tí ræður um at finna tað rætta mennaraliðið, sum er til reiðar at taka á seg uppgávuna og fara til verka við góðum treysti. Endamálið er at bróta upp úr nýggjum og miðvíst lyfta føroyskan fótbólt upp á hægri stig. Okkum tørvar Tú vilt fyrst og fremst menna føroyskan fótbólt. Arbeitt verður við langtíðarmálum. Harumframt ert tú fúsur at laga teg eftir teimum arbeiðsumstøðum, sum starvið ber í sær. Starvið krevur nógva ferðing innanlands, umframt kvøld- og vikuskiftisarbeiði. Av tí at tú í stóran mun fert at arbeiða sjálvstøðugt, krevst at tú torir at taka avgerðir. Tað er ein fyrimunur, um tú: • hevur hóskandi venjaraútbúgving • hevur aðra viðkomandi útbúgving • hevur royndir við ungdómsarbeiði • hevur góð samstarvsevni • ert væl skipað/-ur • dugir at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum • hevur telduførleikar á brúkarastigi • hevur koyrikort Vit bjóða tær Tú verður partur av einum toymi, sum ikki hevur sín líka í Før- oyum. Tú sleppur at sameina, tað at skipa menningararbeiði og altjóða uppgávur. Arbeiðið verður sjálvstøðugt, men tú verður væl stuðlað/-ur í toyminum og samskiftir dagliga við tann tekni- ska stjóran í Fótbóltssambandinum. Tú fært góðar umstøður at røkja starvið, og lønin verður sambært avtalu. Umsókn og freist Ert tú áhugað/-ur í størvunum, send so eina umsókn við próg- vum og viðmælum til fsf@fsf.fo og skriva, hví tú kundi hugsað tær at arbeitt sum fótbóltsmennari. Freistin at søkja er 6. sep- tember 2016. Hevur tú spurningar í sambandi við størvini, kanst tú venda tær til Pætur S. Clementsen, tekniska stjóra, á telefon 29 19 64 ella um teldupost psc@fsf.fo. © DIMMALÆTTING