Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TAÐ ER EIN GÁTA AT HETTA IKKI ER LOYST SUÐUROYAR SJÚKRAHÚS Áki Bertholdsen - Tað er mær ein gáta, at hetta ikki langt síðani er gjørt. Sirið Stenberg, lands­ stýris­kvinna í heilsumálum, sigur, at ein uppskrift hevur leingi ligið klár upp á, hvussu meiri virksemi kann fáast á Suðuroyar Sjúkrahúsi Og enn eitt tilmæli kom í summar um, hvussu heilsu­ verkið í Føroyum skal skipast í framtíðini, er hend­ an uppskriftin tikin fram aftur. Leygarkvøldið skipaði áhuga­bólkurin, Vernd av Suður­oyar Sjúkrahúsi, fyri pallborðsfundi um fram­tíð­ ina hjá Suðuroyar Sjúkra­ húsi. Har vissaði Sirið Sten­berg um, at tilmælið, hon fekk í summar um fram­tíðar­virk­ semi á sjúkrahúsunum, skal ikki enda í eini skuffu, saman við øllum hinum til­mælunum, sum eru gjørd um tað sama seinastu nógvu árini. Gott fyri øll Á pallborðsfundinum kom fram, at kommunulæknar kring landið eru ómetaliga trek­ir at senda sjúklingar á Suðuroyar Sjúkrahús til við­ gerar. Jenis Av Rana, kom­munu­ lækni í Havn, segði, at hann er ein av teimum heilt fáu kommunulæknunum, sum regluliga senda sjúklingar til Suðuroyar Sjúkrahús. - Tað er neyvan ein vika, at eg ikki sendi onkran sjúkling á Suðuroyar Sjúkrahús, sigur hann. Hann sigur, at tað kemur øll­um til góðar. - Tað kemur sjúklinginum til góðar, tí hann skal ikki ganga sjúkrameldaður so leingi. Tað kemur Lands­ sjúkra­húsinum til góðar, tí tað styttir um bíðilistarnar hjá teimum og tað kemur sam­felagnum til góðar, tí sjúk­ling­ar kunnu skjótari fara aftur til arbeiðis. - Og sjálvandi tænir tað eisini Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí har verður meiri at gera. Tað varð upplýst á fundi­ num, at orsøkin til, at kom­ munu­læknar ikki vilja senda sjúklingar á Suður­ oy­ar Sjúkrahús, er, at teir tvíhalda um, at tað er á Lands­sjúkrahúsinum, at ser­ læknarnir eru. - Tað er sum um at teir ikki vita av, at á Suðuroyar Sjúkrahúsi er bæði serlækni í hjartasjúkum og serlækni í Urologi, umframt at aðrir serlæknar eru regluliga sum av­loysarar. Jenis av Rana visti um ein sjó­mann, sum var í vanda fyri at standa á bíðilista í næst­an eitt ár fyri at verða lagd­ur undir eina einfalda skurðviðgerð fyri brokk á Landssjúkrahúsinum. Á Suður­oyar Sjúkrahúsi slapp hann framat eftir tveimum døg­um. Felags bíðilisti Sirið Stenberg sigur, at í nógv ár hevur verið tosað um at fáa ein felags bíðilista fyri alt heilsuverki í Føroyum, so­leiðis at sjúklingar kunnu verða sendir á tað sjúkra­ húsið, har teir sleppa skjótast framat, og sum hesum ta ser­ lækna­manning, ið krevst til ta ávísu viðgerðina. Tað skal vera ein bíðilisti, øll tey trý sjúkrahúsini skulu hava atgongd til, og tað skal vera ein bíðilisti, har hvør ein­stakur sjúklingur eisini skal kunna síggja, hvar á bíði­lista­num, hann stendur. - Tað er ein spurningur, sum tosað hevur verið um í fleiri ár, og tað er mær ein gáta, at tað ikki langt síðani er sett í verk, segði Sirið Sten­ berg. Hon sigur, at hetta skal gerast á sama hátt sum tá ið sjúklingar verða sendir uttan­lands til serviðgerð. har er ein felags bíliðilisti og ein felags visitatiónsnevnd er sett at taka støðu til, hvat sjúkra­hús, sjúklingar skulu send­ast til. - Tað er ein slík skipan, vit eisini mangla ímillum tey trý sjúkra­húsini í Føroyum. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru rættiliga góðar umstøður til at økja um virksemi, sigur hon. Hevur bíðað í 20 ár Ronnie Midjord, stjóri á Suður­oyar Sjúkrahúsi, sigur, at hetta er eitt mál, hann hev­ur sóknast eftir í eini 20 ár, at alt heilsuverkið fær ein felags bíðilista, har hallir kom­munu­læknar leggja sínar sjúklingar inn. - So kunnu sjúkrahúsini, sum hava umstøður og neyðugu sergreinina á hvørj­ um einstøkum føri, sen­da boð eftir sjúk­ling­unum. Men tað hevur ikki borið til, tí politiska skipanin hev­ ur heldur vilja dyrka bíði­ list­ar fyri at trýsta játtanina upp. Ein áhoyrari legði upp ímill­um og segði, at hann skilti ikki, hví sjúklingar held­ur verða lagdir í gangin á Landssjúkrahúsinum, held­ ur enn at verða sendir á tey smærri sjúkrahúsini. MANGLAR Tað er ein slík skipan, sum manglar í Føroyum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum SUÐUROYAR SJÚKRAHÚS Kommunulæknar sjúkramelda heldur sjúklingar í fleiri mánaðir, enn at senda teir til Suðuroyar Sjúkrahús, har teir kunnu viðgerast alt fyri eitt, men tað skal ikki ganga longur