Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98 SUÐUROYAR SJÚKRAHÚS Tað er fyrstu ferð, at tað hevur eydnast at fáa semju um tað Áki Bertholdsen - Framtíðin hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi er ljós og góð, og hon hevur kanska ongantíð verið bjartari enn nú. Tað staðfesti Sirið Sten­ berg, landsstýriskvinna í Heilsu­málum, á pall­borðs­ fundi leygar­kvøldið, har áhuga­bólkurin, Vernd av Suður­oyar Sjúkrahúsi, skip­ aði fyri fundi um fram­tíð­ina hjá Suðuroyar Sjúkra­húsi. Sirið Stenberg vísir á, at í summar fekk hon eitt tilmæli um framtíðar virksemi í føroyska heilsuverkinum. Hon sigur, at tað er nógv gott í tí tilmælinum og hon vissaði um, at tað skal ikki leggjast í eina skuffu. Í tilmælinum verður stað­ fest, at Suðuroyar Sjúkrahús er í eini serstøðu, tí vit eru einasti útjaðari, sum eftir í Føroyum, sigur Sirið Sten­ berg - Eg haldi, at tað er fyrstu ferð, at tað hevur eydnast at fáa semju um tað, staðfesti hon. Sostatt er eisini semja um, at tað skal vera ein akutttilbúgving á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur hon. Men samstundis skal virksemi økjast og tað verður staðfest í tilmælinum, at tað ber til at gera einar 150 skurðviðgerður fleiri á Suður­oyar Sjúkrahúsi, enn tað verða gjørdar í dag. Her er talan um dag­skurð­ við­gerir, har sjúklingurin slepp­ur heim sama dag, hann er skurðviðgjørdur. Somuleiðis ber til at gera meiri við endurvenjing og við hjartamedisin, har serlækni í hjartasjúkum er á Suðuroyar Sjúkrahúsi. - Tað fer at tryggja framtíðarvirksemi á Suður­ oyar Sjúkrahúsi, sam­stundis sum at trýstið verður tikið av Lands­sjúkra­húsinum. Sirið Stenberg sigur, at eitt tilmæli fyri at tryggja Suðuroyar Sjúkrahús, er, at tað skulu gerast einar 150 dagskurðviðgerðir afturat á Suðuroyar Sjúkra­ húsi um árið - Sjúkrahúsið skal vera her og framvegis tryggja suður­oyingum eina til­búgv­ ing og tað er hetta, tilmæli snýr seg um. Niðurlaging Jenis av Rana, kommunu­ lækni í Havn, sum eisini sat við pallborði, ávarar ímóti at gera Suðuroyar Sjúkra­hús til eitt sjúkrahús við dag­ skurðviðgerðum. - Tað er ein glíðibreyt, sum fer at niðurlagað sjúkra­húsið, tí so verður tað næsta, at tað bara verður ambulant virksemi á sjúkra­húsinum, og so endar sjúkra­húsið bara sum ein kommunulæknadepil. - Tá vit senda ein inn­ leggingarseðil og skriva undir upp á at tað kann avgreiðast sama dag, verður neyvan nakar sendur til Suðuroyar, tí so kann tað akkurát tað sama avgreiðast ambulant á Landssjúkrahúsinum og tað er tað sama sum at niður­ lagað sjúkrahúsið í Suðuroy, sigur Jenis av Rana. - Verður bara dag­skurð­ viðgerðir verða á Suðuroyar Sjúkrahús, fer tað at av­ marka rættiliga nógv, hvørjir sjúklingar kunnu sendast suður. Sirið Stenberg sigur, at hetta er misskilt tí tær 150 skurðviðgerirnar skulu ikki setast ístaðin fyri virksemi, sum nú er, men tær skulu koma afturat, og sostatt fer tað at leggja lunnar undir at tryggja framtíðina hjá sjúkrahúsinum, sigur hon Undangongusjúkrahús Jenis av Rana mælir heldur til at gera Suðuroyar Sjúkra­ hús til eitt undan­gongu­ sjúkrahús innan telemedisin. - Sum støðan er nú, er øll húðviðger í Føroyum telemedisinsk í samstarvi við skúkrahúsið í Roskilde. Og tað sama kundi verðið gjørt í Suðuroy, har narkosulækni, ella føðilækni, situr í Havn, ella onkra heilt aðrastaðni og leiðbeinir í sambandi við viðgerðir í Suðuroy. - Allar skanningar, sum eru í Havn, verða lisnar í Barce­lona, ella onkra heilt aðra­staðni, so telemedisin er ikki nakað nýtt, og har eru nógvir møguleikar, heldur kommunulæknin í Havn. Landsstýriskvinnan í heilsu­málum sigur, at tele­ medi­sin er eisini vegurin fram og tað er sjøtil settur á tað í Suðuroy. - Økispsykiatriin í Suður­oy er telemedisinsk í samstarvi við psykiatr­iska depilin á Lands­sjúkra­húsi­ num og har eru fleiri møgu­ leikar, sigur hon. Vilja tryggja Suðuroyar Sjúkrahús Leygarkvøldið skipaði áhugabóilkurin, Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi, fyri pallborðsfundi um framtíðina hjá Sjúkrahúsinum í Suðuroy Við pallborðið sótu Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri, Bjørg av Rana, ljósmóður og Jenis av Rana, kommunulækni. Tað var eitt afturstig at tað ikki eydnaðist fyrireikarunum at fáa ein serlækna at sita við pallborði, men ein, ið skuldi vera til staðar, hevði fingið forfall, søgdu teir. Somuleiðis boðaðu fyrireikararnir frá, at ætlanin var at hava umboð fyri Landssjúkrahúsið við, men tey høvdu ongan at senda. Vit fara at tríva afturíaftur pallborðsfundin í seinni blaði og á www.in.fo Framtíðin hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi er ljós og góð SUÐUROYAR SJÚKRAHÚS Framtíðin hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur kanska ongantíð verið bjartari enn nú Við pallborðið sótu, frá vinstru Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Bjørg av Rana, ljósmóður og Jenis av Rana, kommunulækni GANGA UNDAN - Suðuroyar Sjúkrahús kann verða undangongusjúkrahús, heldur Jenis av Rana, kommunulækni í Havn