mánadagur 29. august 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98
Heilsumálaráðið fer nú undir at boyra gomlu kommunulæknaskipanina,
sum hevur virkað síðani fyrst í 1900-talinum
POLITIKKUR
Tað er ørkymlandi fyri fólk,
sum búgva uttanfyri mið
staðarøkið, at tað er so tor
ført at fáa sett kommunu
læknar í fast starv.
32 kommunulæknastørv
eru normerað í Føroyum í
dag, men heilsumálaráðið
hevur ætlanir umat broyta
hesa skipanina.
Eitt álit frá 2010 mælir
til, at heilsumiðstøðir skulu
setast á stovn, har fleiri
læknar arbeiða saman eins
og miðstøðirnar eisini skulu
hýsa øðrum fólkum í heilsu
tænastuni.
Enn er lítið ítøkiligt hent,
men tá ið fyrrverandi lands
stýrismaðurin við heilsu
málum, Karstin Hansen,
Miðflokkurin,
legði
eina
ætlan fram, har heilsudeplar
kring landið høvdu høga
raðfesting, som var tað so
sum so við undirtøkuni frá
hinum politisku flokkunum
á tingi.
Tað er heldur onlki hent
á økinum síðani tá, men
løgmaður segði í ólavsøku
røðuni, at neyðugt er at
samantvinna
teir
ymsu
partarnar í heilsuverkinum.
Hetta skal gerast av
tveimum orsøkum. Fyrst og
fremst tí hetta fer at gagna
borgaranum, men eisini fyri
at gagnnýta alla orku, sum
fer til heilsuverkið. Tað vil
siga bæði tann peningur,
sum verður brúktur, men
eisini ta starvsfólkatilfeingi,
sum er í primera geiranum í
heilsuverkinum.
Samfelagið broytist
Løgmaður
segði,
at
samfelagið er broytt nógv,
síðan
kommunulækna
skipanin kom í gildi.
Krøvini til heilsuveit
ingarnar eru eisini vorðanr
munandi størri, men hóast
tað, so eru bert smávegis
broytingar gjørdar í skipan
ini.
-Henda gongdin hevur
havt við sær, at kommunu
læknaskipanin er vorðin
støðugt meira ótíðarhósk
andi.
Tað
gerst
alsamt
eyðsýniligari, at øll kom
munulæknaskipanin stend
ur á einum vegamóti, og
vandi er fyri, at hon fer fyri
bakka, um munadygg tiltøk
ikki verða sett í verk sum
skjótast at bøta støðuna,
segði løgmaður.
Hóast orðini í ólavsøku
røðuni, so er onki ítøkiligt
arbeiði sett í gongd fyri at
broyta skipanina.
At tað er neyðugt, er onki
at ivast í.
32 kommunulæknastørv
eru at seta, men bert í tveim
um triðingum av størvu
num eru læknar, sum ar
beiða fast.
Ein triðingur av størvu
num verða røkt av avloysar
um, sum koma og fara.
Landsstýriskvinnan ar
beiðir við at nútímansgera
skipanina, men hetta skal
gerast samstundis, sum hon
fyrireikar eitt aðalorðaskifti
um tey trý sjúkrahúsini í
Føroyum.
Ótrygg viðurskifti
Magnus Rasmussen, Sam
bandsflokkurin,
hevur
spurt landsstýriskvinnuna,
Sirið Stenberg, Tjóðveldim,
um tað, sum hann kallar
ótryggu kommunulækna
viðurskiftini, sum eru í pørt
um av landinum.
Landsstýriskvinnan
svarar, at talan er um stórar
avbjóðingar og at hetta best
kemur til sjóndar við troti
num á kommunulæknum.
-Í sambandi við, at farið
verður undir eina slíka um
skipan við heilsudeplum,
skal ein lóg orðast, sum
regulerar henda partin av
heilsuøkinum sum heild.
Við at skipa viðurskiftini
í primera heilsugeiranum
í eini lóg, fer at bera mun
andi betri til at skipa og
samskipa tey ymsu tilboðini
um heilsuveitingar innan
bæði hendan geiran og rest
ina av heilsuverkinum. Á
henda hátt fer at bera til
at røkka málinum um eina
samanhangandi
heilsu
skipan, har heilsutænastur
nar verða samansjóðaðar í
eitt samvirkandi heilsuverk,
svarar landsstýriskvinnan.
Spurd um nær broyting
arnar henda, svarar lands
stýriskvinnan,a t tað fer at
taka eitt sindur av tíð at fáa
hetta gjørt.
-Men strembað verður
eftir at nýggja skipanin við
heilsudeplum
og
heilsu
økjum kring landið kann
setast í verk 1.januar 2018,
sigur Sirið Stenberg.
Magnus Rasmussen vildi
eisini vita, um Sirið Stenberg
arbeiðir eftir álitinum um
kommunulæknaskipanina,
sum kom í 2010.
Landsstýriskvinnan
svarar ikki greitt ja ella nei,
men sigur seg fegnast um, at
hetta er ein leistur sum sjúk
lingafeløg, fakfólk, breitt
taka undir við.
-Áðrenn
farast
kann
undir ítøkiliga arbeiði hes
um viðvíkjandi, skal politisk
støða takast til m.a. být
ið á heilsuøkjum og upp
gávubýtið millum land og
kommunur. Ætlanin er, at
tað ítøkiliga arbeiðið, sum
fer at verða gjørt í sambandi
við komandi broytingina á
økinum, fer at verða gjørt
í samskifti við viðkomandi
fakfólk og myndugleikar,
sigur Sirð Stenberg, lands
stýriskvinna.
Fara nú at royna
at broyta
skipanina fyri
kommunulæknar
Marknagilsdepilin
er miðdepilin
í stríðnum um
orku í løtuni.
ur vald. Ein skipan, sum
bæði brúkar fjarhita, jarð
hita og sjóvarhitan, sum
ætlanin er at brúka í nýggja
H-bygninginum á Lands
sjúrkahúsinum.
Spurdur, nær fjarhitin
kannleggjast inn í skúlan í
Marknagili, svaraði Heðin
Mortensen, at frá tí løtu
avgerðin verður tikin , so
kann skúlin fáa fjarhita tvey
ár eftir.
Tekniskur fundur
Í dag verður ein fundur
hildin millum fakfólk um
hvat kann gerast.
Jarðfeingið
hevur
mælt til jarðhita og tað er
eisini í samsvari við sam
gnguskjalið.
Og tað er hesum tilmæli,
sum landsstýriskvinnan hev
ur fylgt. Ein av orsøkunum
er, at hitatapið er munandi
minni við jarðhita enn við
fjarhitanum, vísir Jarðfeing
ið á.
Politiskt skal samgongan
koma til eina niðurstøðu
í hesi vikuni, um hvør
skipan verður vald. At tað
hevur drigið út til nú, er eitt
sindur undarligt, tí longu
fyri ttveimum árum síðani
var klárt at taka avgerð í
málinum.
Nú er trýst lagt á sam
gonguna tí avgerðin skal
takast.
Hetta er so bert ein
politskur spurningur afturat,
sum skal loysast í heyst.
Grundleggjandi er tað
eitt sindur av pengum her
og nú tað snýr seg um í fyrs
tu atløgu, men hetta er eisini
ein spurningur um sam
gongan í veruleikanum sjálv
tekur undir við egnum sam
gonguskjalið.
Ella er hetta ein spurn
ingur um politiska skipanin
skal noyða almennar stovnar
at virka betur saman og sam
starv meira um loysnir enn
higartil.
Um “kongaríkini” skulu
hava
harraboð
at
virka
saman, sum millum annað
Heðin Mortensen, borgar
stjóri í Havn, nevndi í út
varpinum.