mánadagur 29. august 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Við byrnan av stjórnar
skeiðnum
hjá
sitandi
samgongu
legði
Rigmor
Dam,
landstýriskvinna
í
mentamálum, eitt uppskot
fram, ið longdi trygdar
skeiðið fyri føroysk sjófólk
til tríggjar vikur. Uppskotið
møtti so stórari mótstøðu
frá vinnuni og politikkarum,
at Rigmor Dam mátti taka
uppskotið aftur.
Í kjalarvørrinum á kann
ingini hjá Annbjørg á Høvda
num, ið hon legði fram á
Sjómannadegnum í Klaks
vík, sum vísti, at tað henda
ov nógvir skaðar umborð á
føroyskum skipum, hevur
kjakið um trygdarskeiðið
tikið seg upp aftur.
Fiskimannafelagið varðar
av føroyska fiskimanninum
og tosar teirra vegna. Fiski
menn eru jú teir, ið verða
beinleiðis ávirkaðir av broyt
ingum í trygdarskeiðinum,
men hevur felagið eina støðu
til eitt longt trygdarskeið?
Fiskimaðurin ikki
tikin við uppá ráð
Jan Højgaard, formaður í
Fiskimannafelagnum, sigur,
at tað er torført hjá Fiski
mannafelagnum og hjá sær
at fyrihalda seg til uppskotið
um at leingja trygdarskeiðið,
tí fiskimenn eru ikki tiknir
við uppá ráð.
- Eg má siga tað, at eg veit
ikki hvat tey ætla at koyra
inn í skeiðið, sum skal bøta
trygdina. Høvdu vit verið
við til at gjørt tað, so høvdu
eg kunna sagt tað, men vit
hava ikki verið við, sigur Jan
Højgaard.
Jan Højgaard sigur, at
felagið hevði verið áhugað at
verið við og á tann hátt kundi
skeiðið taka støði í tørvinum
sum var hjá fiskimonnum.
Flestu
skaðar
umborð
henda á dekkinum og Jan
Højgaard heldur, at skeðið
skuldi tikið útgangsstøði í
tí. T.d. at arbeiða undir um
støðum, ið rulla ógvuliga illa
ella har tað er ógvuliga ringt
veður, kann eingin læra frá
sær uttan tey, sum hava
roynt tað í nógv ár.
- Skal skeiðið taka støði
í at læra fólk at arbeiða
á dekkinum, hvør skal tá
gera tað, annar enn serfrøð
ingurin, ið hevur arbeitt á
dekkinum í nógv ár, sigur
Jan Højgaard.
Tað, ið er mest umráðandi
er, at mann ikki bara trilvar
fram í blindum, men veru
liga tekur fiskimenn við, um
trygdarskeiðið skal eftir
metast, sigur Jan Højgaard.
Hann vísir á, at fiskimenn
arbeiða á sjónum hvønn dag
og sita við tí vitan, ið skal
til fyri at betra um viður
skiftini.
Eftirlit við trygdini
skal betrast
Jan Højgaard sigur, at eitt
er at taka trygdarskeið, men
ofta eru tað arbeiðsumstøður
umborð, ið als ikki er nóg
góðar. Tú kann útgera og
læra fólk so væl sum gjørligt
til at fara umborð, men um
arbeiðstrygdin ikki er í lagi,
so gerst ikki nógv.
- Eftir mínari meting
og eftir tí, sum eg hoyri
frá
fiskimonnum,
so
er
arbeiðstrygdin umborð, oft
slett ikki í ordan. Tað er í
veruleikanum tað fyrsta vit
skulu gera, at fáa eftirlitið
at virka ordiliga, sigur Jan
Højgaard.
Jan Højgaard sigur eisini,
at Sjóvinnustýrið fyrr hevur
gjørt átøk fyri at bøta um
trygdina umborð, men síðan
FAS skipanin bleiv stovnað
hevur tað tikið fígging frá
øðrum skipanum, møguliga
eisini eftirlit við trygdini.
Jan Højgaard vísir eisini á,
at tað er eisini ein sannroynd,
tá arbeiðskanningin hjá Ann
bjørg á Høvdanum vísir, at
FISKIMANNAFELAGIÐ
EFTIRLITIÐ
VIÐ TRYGDINI
MÁ HERÐAST
Seinastu tíðina hava spurningar verið settir við, um trygdarskeiðið, ið verður veitt til føroysk
sjófólk, útgerð tey nóg væl til sjólívið. Eftir at ein kanning var løgd fram, ið vísti, at tað eru
ov nógvar arbeiðsvanlukkur umboð á føroyskum skipum, vóru tað fleiri, ið róðu framundir, at
trygdarskeiðið væl kundi verið útbygt, soleiðis at tað rúmaði størri frálæru í m.ø. trygd umborð
Sum flestu kunnugt er ar
beiði uppá Eysturoyartunnil
in væl í gongd. Beint norðan
fyri bygdina Hvítanes er eitt
stórt arbeiði í gongd at gera
ein arbeiðsveg til maskinarí
ið og arbeiðsfólkið, ið skal
nýtast tá arbeiði uppá sjálv
an tunnilin fer í gond.
Hetta arbeiði hevur eisini
við sær, at stórar broyting
ar verða gjørdar á vega
kervinum. Innkoyringin til
Havnar skal eisini broytast,
nú tunnilin møguliga fer at
hava við eitt økt trýst á inn
koyringina til Havnar. Í tí
sambandi hevur kommunan
lagt eina ætlan fram, ið vísir
hvar tey meta nýggi vegurin
liggur best. Tað eru fýra upp
skot, ið fyribils eru løgd fram
og nøkur av teimum leggja
vegin nær framvið býlingin
inni á Gøtu. Somikið nær,
at eigarafelagið inni á Gøtu
hava verið í býráðnum við
einum mótmælisskrivi.
Íbúgvar inni á
Gøtu ikki nøgd við
møguleikarnar
Uppskotið hjá Tórshavnar
Kommunu, ið eigarafelagið
mótmælit, leggur upp til, at
vegurin frá tunnilsmunna
num verður lagdur niðan
á høvuðsvegin, sunnanfyri
innkoyringina til økið á
Hjalla. Har verður ein rund
koyring
gjørd,
ið
beinir
ferðsluna antin suður eftir
núverandi høvuðveg, ella
niðaneftir nýggjum vegi, ið
kemur at liggja framvið báð
ar býlingarnar inni á Gøtu.
Á strekkinum framvið bý
linginum inni á Gøtu, verður
eftir ætlan møguligt at koyra
80 km/t.
Eigarafelagið inni á Gøtu
var í býráðnum í dag við
mótmælisskrivi móti æt
lanini hjá kommununi. Elin
Lindenskov,
forkvinna
í
teknisku nevnd hjá kommu
nuni, tók ímóti skrivinum.
Jan
Mortensen,
næst
formaður í eigarafelagnum
inni á Gøtu, sigur, at tey
halda tað verða stuttskygt at
kommununi at leggja ein veg
beint framvið bygdum øki,
har eisini spælipláss og fót
bóltsvøllur, sum verða nógv
brúkt, kemur at liggja beint
við síðurnar av einum vegi,
ið fer at verða nógv brúktur
næstan alt døgnið.
- Børn spæla nógv har á
økinum og nú oyðileggur
kommunan eisini eitt øk
ið, sum nógv brúka til at
ganga túr ella at verða
úti í náttúruni, sigur Jan
Mortensen.
Jan Mortensen sigur, at
so at siga allir íbúgvar inni
á Gøtu hava skriva undir, tí
eingin heldur, at hetta er ein
skilagóð loysn, sum komm
unan ætlar.
Kommunan ikki liðug
at viðgera málið
Eigarafelagið inni á Gøtu mótmælir
innkoyringina til Havnar