Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98 FISKIMANNAFELAGIÐ nógvir skaðar ikki verða frá­ boð­að­ir. - Har er tað ein trupulleiki eisini, at tað er so trupult at melda. Har eiga feløgini at gera tað lættari og ikki minst eiga tryggingafeløgini at geras tað lættari at melda arbeiðsskaðar, men trygg­ ingar­feløgini hava ofta víst seg ikki at verða áhugaði í tí. Sjófólk skal eisini upplærast umborð Jan Højgaard sigur víðari, at tað er ikki bert trygdar­ skeiðið á landi, ið eigur at um­røðast í hesum sambandi. Tað átti at blivi staðfest ein skipan, ið tengdi eitt óroynt sjó­fólk afturat einum roynd­ um dekkara. - Tað kundi verið ein mentor­skipan, har mann knýtti ein nýggjan at einum roynd­um dekkara. So kundi tann royndi sjómaðurin fing­ ið eina samsýning fyri tað, sigur Jan Højgaard. Jan Højgaard, sigur at hann hevur tosa um hetta málið fyrr, men at enn er tað ikki komið víðari. - Eg gjørdi tað sjálvur tá eg sigldi, at læra ungar menn upp og eftir míni metan er tað tann rætti mátin at gera tað, sigur Jan Højgaard. Sjóvinnustýrið ásannar, at eftirlitið kann betrast Jákup Poulsen, deildarleiðari á sýnsdeildini á Sjó­vinnu­ stýri­num, ásannar, at eftir­ litið í summum førum kann verða betur, men hann sakn­ ar samstundis, at Jan Høj­ gaard er meira ítøkiligur í sínum atfinningum. - Hann (Jan Højgaard) má verða meira spesifikkur. Skipini hava sum útgangs­ punkt eina rúgvu av certi­ fikat­um til ymsik økir um­ borð, sigur Jákup Poul­sen. Jákup Poulsen vísir eisini á at arbeiðsumhvørvið á dekkinum umborð á einum fiskiskipi, kann skiljast í tvey. Eini parturin kann kallast hard­ware, sum kemur undir eina reglu, ið eitur Be­ skyttelse af besætningen og arbejdsmiljø. Yvirorðnað um­ fatar hon økir sum girðingar, deksop, leytarar og onnur økir, ið ger av hvussu ein trappa skal síggja út, hvussu útsýnið skal verða, atgongd á dekkinum, landgongdir o.s.fr. Tann parturin er heilt undir eftirlitið av Skipa­eftir­ liti­num og tann parturin verð­ur er væl avgreiddur. Hin paturin, sum Jákup Poulsen kallar tann “bleyti parturin”, har m.a. ar­beiðs­ pláss á dekkinum er íroknað, er settur í gildi í 2013, men verður kanska ikki nóg væl hond­hevjaður. - Tað áliggur skiparanum at gera tað, men vit áttu sum sýningarpartur at verið við eisini. Vit eru javnan umborð á føroyskum fiskiskipum og kanna tann partin eisini, men mann kann eisini siga, alt kann gerast betur Tann bleyti parturin verð­ur ikki kravdur at verða certi­ficeraður, men tað áliggur skipara og manning at fylgja honum, sigur Jákup Poul­sen. Jákup Poulsen sigur at enda, at um Jan Højgaard kundi verið meira ítøkiligur kundi Skipaeftirlitið gjørt meira við málið. - Vit hoyra ofta leysar pá­ standir og tað kunnu vit ikki gera nógv við, sigur Jákup Poulsen. Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd í Tórshavnar kommunu, tók ímóti mót­ mælis­skrivinum. Hon sigur, at kommunan er ikki liðug at viðgera allar møgu­leikar enn og tí er eigara­felagið inni á Gøtu komi við sínum mótmæli í fyrra lagi. - Tað er slett ikki liðugt við­gjørt og við samráðast enn. Tað trupult at siga nær tað veður liðugt av­ greitt, tí vit samráðast við Lands­verk eisini um at loysa uppgávuna. Tí­skil er mót­ mælið komi fram­man­fyri endaligu niðurstøðuna sigur Elin Lindenskov. Elin Lindenskov vísir á, at upp­skotið, ið eigarafelagið inni á Gøtu mótmæla, er bert eitt uppskot av fleiri, ið kom­ munan arbeiðir við. - Mótmælið verður lagt við sum ein partur av máli­ num og verður tikið við í við­ gerðini. Um vit koma heilt at ganga teimum á møti, tað er sjálvandi trupult at siga