Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm Sosialurin hevur seinastu góðu vikuna varpað ljós á ein trupulleika, sum mong inn­an barna­verndar­økið ken­na til. Veru­leikin er tann, at ung verða drigin inn í eitt krimi­ nelt­um­hvørvi, har tey gerast so mikið bundin at rúsi­num, at tey vilja gera alt fyri at fáa fatur á tí næsta rúsi­num. Tað viðførur, at tey ungu onkuntíð mugu selja rúsevni og aðrar tíðir selja seksuellar tænastur ella aðrar tænastur til hesar sokallaðu bakmenn, sum standa aftanfyri rús­ evnis­søluna. Brynjer Johannesen narko­politistur segði við Sosial­in 19. august, at tað ikki er vanligt at sígg­ja heilt smá børn í rús­evnis­ u m ­h v ø r v i ­ num, men ung vera ofta nýtt sum kurerar. Brynjer Johannesen vísti á, at tað sjáldan er nakar fíggjar­ligur vinningur at hein­ta hjá hesum ungu, sum enda í rúsevnisheiminum, men tey gera tað fyri at tekkj­ast øðrum, sum tey sígg­ja upp til. - Av onkrari orsøk eru tey komin í eitt keðiligt um­hvørvi og halda kanska, at tað er spennandi. Tey síggja upp til tey eldru í um­hvørvinum og tá er skjótt at bakmenn kunnu trýsta tey til at gera ørindi fyri seg og taka onkrar p a k ka r við sær. Tey ungu ynskja sær hægri status og gera tí, sum tey vera biðin, segði Brynjer Johannesen við Sosialin 19. august í ár. Í desember mánaði í fjør skrivaði Sosialurin eisini um rús­evnis­heimin í Før­ oy­um og var tá á vitjan á narkodeildini hjá løg­reglu­ ni. Tá segði Jan Johanne­sen, leiðari á narko­deild­ini við Sosialin, at tað er eitt vaksandi tal av lívs­hættis­ l i g ­ um rúsevnum at finna í Før­oy­um, sum eru at kalla ósjón­lig fyri tað óroynda eyga. LSD frímerki og MDMA Spyrt tú ein før­ oy­ing, sum ikki hevur til­knýti til rús­evnis­heimin um, hvør­ji sløg av rúsevnum eru, ja so fært tú helst tey van­ligu sløgini at vita. Vit kenna øll til hassj, kokain, hero­in, ecstasy og so fram­veg­is. Men tey gomlu sløg­ini av rúsevnum eru nærmast ellis­ak­før­ ini innan rús­ evnis­heim­in. Tí í dag er út­boð­ið óendaliga saman­ sett og tí trupult at fan­ga. Í Sosiali­num tann 3. desember í fjør segði Jan Johann­e­sen, leiðari á narko­deild­ini hjá løg­ reglu­ni, at ansa vit ikki eftir er bara spurningur um tíð, áðr­enn rúsevnini taka lívið av onkr­um. Í heilum økist ta l i ð av nýggj­um rúsevnum, sum rús­evnisframleiðarar leggja fyri dagin og tí hava vit al­ BØRN OG KRIMINALITETUR NARKO EIN FJØLBROYTTUR TRUPULLEIKI Rúsevnisheimurin gerst alsamt meira fjølbroyttur og í fjør ávaraði narkodeildin hjá løgregluni um at ansa serliga væl eftir, tí fleiri sløg av lívshættisligum rúsevnum eru at finna í Føroyum