mánadagur 29. august 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NÆSTSKJÓTASTUR AV 3300 SVIMJARUM
Føroyingar hava gjørt um seg á flatlondum um vikuskiftið – Óli Mortensen í svimjing og Tórur Mortensen
í frælsum ítrótti. Her eru tey stuttsøgdu tíðindini, sum eisini gera eitt legg longri út í heim
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Eftir fýra javnleikir og eitt
tap bragdaði loksins hjá
Fremad Amager, sum við
Heina Vatnsdal og Bárði
J. Hansen á liðnum í gjár
vunnu heili 5-0 á heimavølli
ímóti Skive. Sigurin munaði
væl hjá føroyingafelagnum
á Amager, sum nú hevur
lyft seg upp á 6. plássið í
næstbestu donsku deildini.
Teir hava sjey stig.
Hallur
Hansson,
sum
í
gjár gjørdist sigursharri í
1-0-sigrinum hjá AC Horsens
ímóti OB, kann vænta sær
at fáa tveir nýggjar lið
felagar ein av komandi
døgunum. Bo Henriksen,
Horsens-venjari, váttar, at
teir hava í hyggju at skriva
undir við ein málmann og
ein
verjuleikara
áðrenn
flytingargluggin
letur
aftur í donskum fótbólti
mikukvøldið
á
midnátt.
Oddabrakið í donsku Super
liguni
ímillum
Brøndby
og FCK, sum eisini verður
kallað 'New Firm', varð
spælt á Brøndby Stadion
seinnapartin í gjár. Dysturin
endaði við 1-1-javnleiki, eftir
at Andrija Pavlovic hevði
lagt gestirnar á odda í fyrra
hálvleiki, áðrenn Andrew
Hjulsager javnaði til 1-1 í
seinna hálvleiki. Tey bæði
liðini fylgjast framvegis í
oddanum, har tey hava 15 stig.
Newcastle, sum nú er at
finna í The Championship,
hevur skrivað undir tvey
ára sáttmála við áleyparan
Daryl Murphy, sum kemur
til úr Ipswich. 33 ára gamli
írski
landsliðsframherjin,
sum eisini hevur umboðað
eitt
nú
Sunderland
og
Celtic,
skeyt
fyrra
árið
heili 27 mál fyri Ipswich.
Á einum felagsmøti miku
dagin
hevur
svenska
meistarafelagið, Malmö FF,
ætlanir um at leggja fram
eitt uppskot um at tað skal
vera bannað hjá svenskum
feløgum at spæla á graslíki í
framtíðini. Håkan Jeppsson,
miðlamaður
í
felagnum,
sigur við Aftonbladet, at tað
er orsakað av vánaligu úrslit
unum hjá svenskum feløgum
í Evropa seinnu árini, har
teir sjálvir meta eina orsøk
vera, at teir ikki eru vanir
við at spæla á grasi longur.
Donsku meistararnir úr FCK
hava skrivað sáttmála við 24
ára gamla miðverjuleikaran,
Jores Okore, sum er komin
ókeypis úr Aston Villa, har
hann skifti til fyri trimum
árum síðani fyri nakrar og
30 milliónir krónur úr FC
Nordsjælland.
Sáttmálin
er galdandi fram til 2020.
Danski
málverjin
hjá
Leicester,
Kasper
Schmeichel, mátti lata seg
útskifta
í
2-1-sigrinum
ímóti Swansea leygardagin.
Greitt er nú, at hann má
undir skurð fyri ein skaða
í lærkrikanum. Hann kann
ikki venja næstu dagarnar,
og er ógvuliga ivasamur
til
HM-undankappingar
dystin hjá Danmark ímóti
Armenia
sunnudagin.
West Ham hevur tryggjað
sær italska EM-áleyparan,
Simone Zaza, sum kemur
til Premier League-felagið
úr
heimlandsfelagnum
Juventus. Talan er í fyrstu
syftu um ein leigusáttmála,
men London-felagið hevur
eftir hetta kappingarárið
fyrsta rætt til at keypa
25 ára gamla áleyparan
fyri 175 milliónir krónur.
Gunnar
Nielsen
vardi
málið hjá FH, og Kaj Leo í
Bartalsstovu fekk seinastu
10 minuttirnar á vøllinum,
tá oddaliðið vitjaði Víking
á Ólafsfjørðinum og vann
2-0-sigur, sum merkir, at FH
framvegis er greitt oddalið,
sjey
stig
frammanfyri
Breiðablik á øðrum plássi.
Sonni
Ragnar
Nattestad
spældi allan dystin í verjuni,
tá lið hansara á útivølli
megnaði javnleik 1-1 ímóti
Fjølnir. Fylkir var annars
leingi á sigurskós. Álvara
Montejo legði Fylkir á odda,
tá 55 minuttir vóru farnir,
og hendan leiðslan helt sær
næstan dystin út, men beint
undan
seinasta
bríkslið
javnaði Ingimundur Óskars
son fyri Fjølnir. Fylkir er
framvegis fýra stig undir
niðurflytingarstrikuni.
FORMIL 1
Tað gekk einki serligt hjá
danska formil 1-koyraranum,
Kevin Magnussen, tá ið
kappkoyring var í Belgia
hetta vikuskiftið. Ungi danin
mátti fara úr kappingini
longu í sætta umfari, tá ið
bilur hansara gjørdi eitt
hopp, snúraði runt og endaði
í bandanum. Hann mátti
til kanningar á sjúkrahúsi
eftir at hava fingið eitt slag
í nakkan, men hann sigur
sjálvur, at hann er klárur til
næstu kapping.
Tað
var
Nico
Rosberg
(Mercedes),
sum
vann
kappkoyringina í Belgia. Á
øðrum plássi var tað Daniel
Ricciardo (Red Bull Racing),
meðan
Lewis
Hamilton
(Mercedes) bleiv nummar
trý. Tað er framvegis Lewis
Hamilton, sum er á odda
í
samlaðu
kappingini.
FR. ÍTRÓTTUR
Tórur Mortensen gjørdist
um vikuskiftið nummar tvey
í trístøkk til DM, sum varð
hildið á NRGi Park í Århus.
Besta støkkið hjá Tóra var
15,10 metrar, sum var nýtt
føroyskt met, men tó ikki
nóg mikið at vinna á roynda
dananum, Peder Nielsen, ið
støkk longdina 15,36. Hetta
var fyrstuferð, at Tórur
kom yvir um 15 metrar, og
við nýggju longdini er hann
nummar 16 á listanum yvir
bestu trístøkkarar nakrantíð
í kongaríkinum.
Eisini føroyski 100m-renn
arin, Rúni Jacobsen, var við
til DM hetta vikuskiftið.
Hann
gjørdist
nummar
fýra í sínum riðli við tíðini
11,52 sekund, sum ikki var
nóg mikið til at røkka
finaluni. Hvirlan skrivar á
heimasíðuni, at tað var fitt
av mótvindi (2,1 m/s), so
hann enn má bíða eftir at
taka føroyska metið, sum
øll vita hann kann taka.
SÚKKLING
Ársins síðsta Grand Tour,
Vuelta a España, er í gongd. Á
níggjunda teininum í gjár var
tað púra óvæntað spanski
David de la Cruz frá Etixx-
Quick-Step, sum súkklaði
frá hinum – ikki einans vann
hann teinin, men hann fekk
eisini ta reyðu troyggjuna
sum prógv um at hann er á
odda í samlaðu kappingini.
Aftanfyri hann eru teir báðir
liðfelagarnir
í
Movistar,
Nairo Quinta og Alejandro
Valverde.
SVIMJING
Óli Mortensen úr Havnar
Svimjifelag, men sum júst
er skiftur til Hovedstadens
Svømmeklub
í
Danmark,
framdi eitt satt bragd, tá
ið hann í gjár luttók í hav
svimjikappingini Christians
borg Rundt. Tveir kilometrar
langa teinin svam hann við
tíðini 22:38, sum var nokk til
at vera næstskjótastur út av
teimum umleið 3300 svimj
arunum.
Vinnarin,
Matej
Kozubek úr Kekkia, hevði
tíðina 22:20.
Aðrir føroyingar luttóku
eisini
í
Christiansborg
Rundt. Sambært svimjing.
com,
so
vóru
hesir
svimjarar Alvi Hjelm, Frans
Johannesen, Jon Hestoy
og Oluffa á Høvdanum.
Alvi
Hjelm,
upprunaliga
úr Ægir, er eisini skiftur til
Hovedstadens Svømmeklub.
Bæði hann og Óli eru fluttir
til
Danmarkar
at
lesa.
ANNAÐ
Írski limurin í olympisku
nevndini, Pat Hickey, sum
er handtikin og skuldsettur
fyri
umfatandi
sølu
av
OL-atgongumerkjum
fyri
yvirprís, noktar seg fram
vegis sekan. Hann hevur
noktað, at hann kennist við
Kevin Mallon, sum er stjóri
í fyritøkuni THG Sport, ið
hevur selt atgongumerkini.
Brasilska
løgreglan
sigur
nú, at hon hevur funnið
drúgt
teldupostsamskifti
ímillum teir báðar. Hickey,
sum í løtuni situr í Bangu-
fongslinum
í
Rio,
kann
vænta sær upp til sjey ára
fongsulsrevsing.
STUTTSØGD TÍÐINDI