Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroysku landsliðsútisetarnir eru í stórform í løtuni. Um føroyingaruppgerðina í superliguni, so vóru flestu av hinum eisini í dysti. Undantakið er Gilli Rólantsson Sørensen, sum í dag skal til kanningar Tróndur Arge Talan var um eina føroyinga­ upp­gerð í Superliguni, tá ið Jóan Símun Edmundsson og OB í gjár fingu vitjan av Halli Hanssyni og AC Horsens. Báðir f ø r o y i n g a r n i r byrjaðu inni - Jóan Símun á høgra vongi, og Hallur Hansson á vinstra vongi. Bestu royndina hjá OB í fyrra hálvleiki átti Jóan Símun Edmundsson, tá ið hann eftir gott uppspæl rakti á stongina. Hann var sum heild eisini millum mest eyðsýndu spælarnar hjá heimaliðnum. H a l l u r Hansson stóð einki aftan­ fyri, og tá ið 28 minuttir vóru farnir, kom hann á mál­ talvuna. Eftir eitt mótálop legði André Bjerregaard bóltin fyri føturnir hjá Halli, og hegnislia sendi hann bóltin inn við handaru stong til 1-0 til AC Horsens. Hetta var fyrsta málið hjá honum í AC Horsens-búnanum, og somuleiðis tað fyrsta í Super­ liguni. Í seinna hálvleiki var OB greitt omaná leik­liga, men AC Horsens vardi væl. Hallur Hansson mátti lata seg útskifta tá ið 18 minuttir vóru eftir. Tað sá út til, at hann hevði fingið ein snudd. Sambært yvirliti hjá Euro­ sport, so hevði Hallur hesa løtuna runnið mest av øllum spælarunum á vøllinum. Hann hevði runnið 9,3 kilo­ metrar. Hvussu OB-spælararnir so enn royndu, so funnu teir ikki lykilin til stinnu AC Horsens-verjuna. Dysturin endaði 1-0 til AC Horsens, og Hallur Hansson gjørdist tí­ skil sigursharri. Jóan Símun, sum eisini spældi væl í dag, var á vøllinum allan dystin. Við sigrinum í gjár er AC Horsens nú á 5. plássi í Superliguni við 10 stigum, meðan OB er á 9. plássi við sjey stigum. Fyrsti sigurin hjá Fremad Amager Aftaná fýra javnleikir og eitt tap í fimm teimum fyrstu dystunum hjá Fremad Amager í næstbestu donsku fót­bólts­deild­ini brast loksins fyri nev, tá Fremad Amager á heima­vølli á leik­vøll­in­um í Sundby vann heili 5-0 á Skive. Fremad Amager var á odda 2-0 í steðginum. 914 áskoðarar vóru til dystin. Heini Vatnsdal og Bárður J. Hansen vóru við Fremad Amager frá byrjan. Olcay Senuglo gjørdist stóra hetjan hjá Fremad Amager við at skjóta hattrick. Rune Friis og Andreas Granskov skutu hini bæði málini hjá Fremad Amager. Sigurin er gott viðføri hjá Heina Vatns­ dal og Bárði J. Hansen, sum nú skulu heim til Føroya at gera klárt til HM-undan­ kappingar­dystin ímóti Ung­ arn, sum verður spældur týs­ kvøld­ið 6. september. Vejle spældi fyrr í vikuni móti botnliðnum AB. Viljormur Davidsen spældi allan dys tin á vinstra bakki. Tað endaði við málleysum javnleiki. Eitt annað føroyinga­felag, Vendsyssel FF spælir í kvøld klokkan 18. Vendsyssel FF spælir á útivølli ímóti Hobro. Gunnar og Kaj Leo greitt á odda í Íslandi Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, og Kaj Leo í Bartalsstovu fekk seinastu 10 minuttirnar á vøllinum, tá oddaliðið vitjaði Víking á Ólafsfjørðinum og vann 2-0. Sigurin merkir, at FH framvegis er greitt oddalið, sjey stig frammanfyri Breiðablik á øðrum plássi. Atli Viðar Bjørnsson legði FH á odda, tá bert ein min­utt­ ur var eftir av fyrra hálvleiki, og tá 62 minuttir vóru farnir økti Emil Pálsson til 2-0. Heilt ímóti dystarenda hevði Gunnar Nielsen eina góða bjarging, tá Bjørn Pálsson hevði eina góða roynd á málið hjá FH. Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar Nielsen eisini eina góða bjarging, tá eitt korter var farið av dystinum. Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin í verjuni, tá lið hansara á útivølli megnaði javnleik 1-1 ímóti Fjølnir. Fylkir var annars leingi á sigurskós. Álvara Montejo legði Fylkir á odda, tá 55 minuttir vóru farnir, og hendan leiðslan helt sær næstan dystin út, men beint undan seinasta bríkslið javnaði Ingimundur Óskarsson fyri Fjølnir. Fylkir er framvegis fýra stig undir niðurflytingarstrikuni. Sunnudagin 11. september tekur FH ímóti Breiðablik í oddauppgerð á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum. Vinnur FH tann dystin verða teir minst níggju stig á odda í pepsideildini. Sama dag spælir Fylkir á heimavølli ímóti Víkingi Ólafsfirði. Gunnar Nielsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Sonni Ragnar Nattestad komu nú heim til Føroyar, har teir saman við hinum á landsliðnum fara at gera klárt til fyrsta HM-undankappingardystin ímóti Ungarn, sum verður á Tórsvølli, týskvøldið 6. september. Ongin Gilli Gilli Rólantsson Sørensen, sum fyri kortum skifti til Brann Bergen, er ikki tøkur enn. Hann fekk ein minni heilaskjálvta í dystinum móti Rosenborg farna vikuskiftið. Læknarnir vilja ikki hava, at hann spælir enn. Tað er óvist um hetta kann fáa nakran týdning fyri lut­ tøkuna hjá tvøra­mannin­um til lands­dystin móti Ungarn. Fyribils verður vónað, at skjóti vongurin verður klár­ ur, men tað verður tikið í stórum álvara, tá talan er um skaðar í høvdinum. Hann skal í dag til kanningar og vónar, at hann verður tøkur til landsdystin. Útisetarnir FÓTBÓLTUR LANDSLIÐS­ ÚTISETAR AFTUR Á VØLLINUM