Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Fyri stívliga seksti árum síðani vóru tað nógvir brestir í Klaksvík. Orsøkin var tiltikna læknastríðið. Sambært John Reid Bjartalíð, sála, sum hósdagin í vikuni, ið fór, hevði fylt hundrað ár og sum í mong ár var formaður í KÍ, kostaði læknastríðið KÍ meistaraheitið í fótbólti í 1955. Tað var sovorðið ólag á, at tað bar mest sum ikki til at savna seg um fótbóltskappingina, segði John Reid. Í fimmti árunum var so stutt millum stóru sigrarnar, at tað kendist ikki so meint har norðuri, at HB streyk avstað við FM (tí fyrsta hjá nú sigursvanda felagnum) í 1955. KÍ hevði vunnið trý ár á rað frammanundan, og KÍ vann trý tey næstu árini. Í afturliti er tað hypotetiskt at spyrja, um tað kundi havt eydnast bláa og hvíta liðnum at vinnna FM øll árini frá 1952 og fram til 1958, um læknastríðið ikki hevði havt argað soleiðis, sum tað nú einaferð gjørdi. FM sigursrøðirnar 1952- 1954 og 1956-1958 vóru met fram til miðskeiðis í seksti árunum, tá ið HB við trimum FM á rað - 1963-1965 - legði seg upp á síðuna á glæsiligu KÍ avrikunum. Tiltikna 66-liðið syrgdi 1966-1970 fyri metinum, sum framvegis stendur at vera størsta bragdið í heimligu landskappingini – FM í fimm ár á rað. At vinna landskappingina er tað størsta. Tað næst­ størsta er at vinna steypa­ kappingina. Í henni eigur HB metið við sigrum í fimm ár á rað – 1978-1982. Leygar­dagin hevði Víkingur møgu­leika at leggja seg upp á síðuna á HB við at vinna steypa­ kappingina fyri fimtu ferð á rað. Við sigrinum syrgdi KÍ fyri, at HB einsa­malt framvegis eigur metið í steypa­kappingini. Nýggj tíðarrokning Tað er tiltikið, at fugl­firðing­ ar snara nógv rundan­um 1979. Tað er undan og eftir fyrsta og higartil einasta FM heitið, sum fugl­firðing­ ar hava vunnið. Tað var so stórt, at 1979 verður nýtt sum ýti í so nógvum lívsins viðurskiftum. Tað sama er galdandi í Sandoy, har tey miða seg eftir 1989, tá ið B71 vann fyrsta og higartil einasta FM heitið. KÍ hevur vunnið nógv, men síðstu stívliga fjøruti árini hevur tað verið langt millum stóru sigrarnar. Í FM kappingini var tað øgiliga leingi at bíða frá 1972 og fram til 1991, í steypakappingini var tað uppaftur longri at bíða frá 1967 og fram til 1990, og síðani 1999, tá ið bæði FM og løgmanssteypið endaðu í Klaksvík, hevur tað kenst sum sonn oyðimarkargongd at bíða eftir næsta stóra sigrinum. Seytjan ár er stórur partur av lívinum. Eingin av teimum, sum nú spælir í ung­dóms­deild­un­um í KÍ minnist aftur til 1999, og tey, sum eru eldri enn so, hava havt ilt við at venja seg við, at tíðirnar nú eru so ógvuliga nógv øðr­vísi, enn tær plagdu at vera, tá ið KÍ vann og vann og vann. Tí kennist tað í KÍ leguni sum heilt nýtt blað í fót­ bólts­søguni, at tað leygar­ kvøldið endiliga eydnaðist at vinna steypa­kappingina. Næstu árini fer ferðin suður í høvuðs­staðin leygardagin og ikki minni norður aftur at verða nýtt sum ásur at rokna út frá. Talan er um nýggja tíðarrokning í Klaksvík og Norðoyggjum og millum mongu KÍ fjeppar­ arnar, sum búgva í høvuðs­ staðnum og aðra staðni, og sum leygarkvøldið vóru eygnavitni, tá ið felagið, sum teir eru uppvaksnir í og við, og sum teir í barna- og ungdómsárunum hava umboðað, tryggjaði sær fyrsta stóra steypið í nítjan ár. Nýggjur karmur Smyrla ferðin var plettskot av teimum stóru. Hjá stórum parti av ferða­fólk­un­um mundi hetta vera fyrsta sjó­vegis fót­bólts­ferðin úr Klaksvík og suður í høvuðs­ staðin. Í gomlum døgum plagdu teir at rópa tað at fara suður fyri bjørg. Tá vignaðist tað ofta væl. Leygar­kvøldið vignaðist tað so væl, at tað hevði ikki undrað, um onkur nú sær tað soleiðis, at tað er neyðugt at sigla suður, um fót­bólts­eydnan skal vera við! Tá ið mongu sigrarnir, sum omanfyri eru nevndir, vórðu vunnir í fimmti og seksti árunum og eisini í 1972, var ferðalagið umborð á Britons Pride og Pride øðrvísi samansett, enn tað ferðalagið sum leygardagin fór suður við Smyrli ella yvir land, sum tað plagdi at verða tikið til. Í gomlum døgum var fót­ bólt­urin fyri menn. Tað vóru bara menn, sum spældu, og tað var undan­takið, tá ið kvinnur vóru við í ferða­ lagnum, ið fylgdi við sum áskoðarar. Í dýrdarveðrinum leygar­ dagin sást í býnum, á Tórs­ vølli og á øllum dag­føring­un­ um á facebook leygar­kvøldið og aftur í gjár, at ein rúgva av teimum úr Leirvík, Gøtu, Klaksvík og Norðoyggjum annars, sum vóru eygnavitni, vóru familjur. Mammur og pápar og børn og ungdómar av báðum kynum – saman við bæði ommum og abbum – mannaðu metstóra talið av áskoðarum í karmun­ Svongdin eftir seytjan ára oyðimarkargongd bar við sær ovurstóra sigursælu í KÍ leguni, sum neyvan er sæð áður í føroyskum fótbólti FÓTBÓLTUR NÝGGJ TÍÐAR­RO KNÆ­SETT Í KLA