Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 um, sum eru steypa­finalu verdugir. Dramatikkurin Hagtølini siga, at Víkingur tapti fyrstu ferð í finaluni í sættu royndini. Felagið varð stovnað í 2008 og tað er framúr avrik, at tað longu eru fimm lutir í løg­ mans­steypin­um, sum eftir sigursveitsluna í Klaksvík leygar­kvøldið í øllum stillum verður flutt í steypa­ skápið í Sarpu­gerði, har tað altíð fer at standa sum minni um framúr fyrsta skeiðið hjá felagsliðnum í Eysturkommunu. – Hetta var súrt, men so­ leiðis eru treytirnar, og vit hava áður vunnið steypið eftir brots­sparks­kapping. Eg segði við spælararnar undan brots­sparks­kappingini, at eg var sera væl nøgdur við teirra avrik. Nú er okkara møgu­leiki at vinna FM. Kanska verður møguleikin størri, nú KÍ loksins hevur vunnið eitt steyp, sigur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze. Finalan fer í søguna sum ein av mest drama­tisku heldur enn væl spældu. Tað var full ferð á frá fyrsta bríksli. Alex Troleis er fyri stuttum út­nevndur at vera altjóða dómari. Leygar­ kvøldið vísti hann altjóða snitt. Tað er ikki neyðugt at bríksla fyri at hava tak á. Talan var um nógvar nær­ dystir. Tað sang eftir í, og inn­til síðsta sparkið var tað so spennandi, sum tað ber til at vera. At tað skuldi vera Súni Olsen, sum umsetti av­ gerandi brotssparkið til KÍ sigurs­málið var meiri enn tað bar til at ímynda sær. Hann so at siga tók steypið við sær úr Sarpu­gerði, har hann var við til at vinna tað í fjør og undir fjørðin og til Klaks­ víkar: – Tað var við blandaðum kenslum. Eg kendi meg næstan hava tungan rygg­ sekk á rygginum, og tað stóð nógv á, men eg kendi meg tryggan, og tað var huga­ ligt at vera við til at vinna eitt steyp til Klaksvíkar. Tá ið Niels Pauli Danielsen skoraði, var eg vísur í, at av­ gerðin var í mínum hondum, eftir at Hanus Jacobsen hevði skorað. Eg lyfti bóltin upp frá, og tað var eingin ivi um sigurs­málið, sigur Súni Olsen. KÍ legði bragdligari fyri, og tað var eftir horna úr vinstru frá Jóannesi Bjartalíð, at Páll A. Klettskarð við nærra stólpa stýrdi bóltin í handara síðunetið. Víkingur fekk um endan, og eftir hálvan tíma var tað Andreas Lava Olsen, sum var sera væl upplagdur og kosin besti maður á vølli, sum úr spískum í høgru plaffaði bóltin upp í nettakið. So var javnt. Uppløgdu málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir, og at enda var tað í brotssparkskapping, sum Víkingur ofta hevur víst seg at hava tak á, at KÍ vann. Sum ongantíð áður Í KÍ leguni kann sigurin, ferðin norður aftur og mót­tøkan og fagnaðurin í Klaksvík leygarkvøldið ikki sammetast við nakað annað. Ill­veðurs leygardagin í 1999, tá ið FM heitið varð vunnið á heimavølli vistu tey flestu ikki av, at tað soleiðis pø a pø var fagnaður í KÍ høllini. Tá ið KÍ liðið sunnu­dagin triðja september 1972 kom norður aftur úr høvuðs­ staðnum við Føroya Bjór (fyrr­verandi Viðoy), var mót­tøkan stór­sligin við skrúð­gongu av Stong­un­um og heim, men hon var fyri yvir høvur einki at rokna sammett við hana leygar­ kvøldið. Býráðið spílaði seg út saman við felagnum, sum eisini skipanarliga tykist hava fótað sær eftir leingi at hava verið í tungum sjógvi. Ein av stóru KÍ fjepp­ar­ un­um er Erna Torleifsdóttir Sigurðsson. Hon lýsir finalu­ dagin soleiðis: – Eg kundi ikki annað enn senda nakrar tankar til mín babba, sum doyði í 2008, og sum tá var formaður í KÍ, og sum hevði verið formaður í FSF og til Christian Olsen, sum var fyrsti formaður í FSF og hevði nógv við KÍ at gera. Nakað fegnir høvdu teir verið, tí teir vóru KÍarar um ein háls. Vit hava bíðað leingi eftir hesum degnum. So intensur, rørandi og góður dagur! Eg eri takk­som fyri góðu karmarnar, og tað verður ivaleyst leingi, inn­til tað sum fjeppari og saman við hinum fjepparunum fer at eydnast at uppliva ein so stóran dyst aftur. Framtíðin Víkingarnir vóru fattir, tá ið teir eftir finalu fyri fyrstu ferð stóðu eftir við silvurkrónunum. – Vit vóru betri enn KÍ, men vit ynskja teimum til lukku. Hetta er seigt KÍ lið, sum vann hóast vit høvdu betri tak á spælinum. Nú mugu vit taka teir í lands­ kapp­ing­ini, men í løtuni sær tað út til, at alt koppar teimum til fyri­munar. Vit fara at gera tað, sum vit megna, men í løtuni sær Fætter Højben út til at búgva í Klaksvík, sigur Víkinga lið­ formaðurin Atli Gregersen. Aksel V. Johannesen løg­ maður fjaldi ikki, at hann er gamal KÍ spælari og harvið KÍ viðhaldsmaður: – Tá ið KÍ vann greipuna í 1966 var Hákun Djurhuus, sum var valdur í Norðoya val­dømi, løgmaður. Tá ið KÍ vann greipuna í 1999 var Anfinn Kallsberg, sum var valdur í Norðoya valdømi, løg­maður, og nú er løgmaður uppstillaður í Norðoyum. So nú fáa vit at síggja, sigur Aksel V. Johannesen og sipar til støðu­talvuna, har KÍ er fýra stig framman­fyri júst Víking. Ellivta september hevur HB møgu­leika á heimavølli at vinna á Víkingi og harvið at takka KÍ fyri, at Víkingur ikki legði seg upp á síðuna á HB við fimm steypa­sigrum á rað. Átjanda september hittast Víkingur og KÍ í Sarpugerði. Tá fæst meiri at vita, um nýggja tíðar­ rokningin bara verður orsaka av fyrsta steypa­ sigrinum í seytjan ár, ella um tað eisini í ár verður nýggj tíðar­rokning, tí KÍ hevur vunnið greipuna! FÓTBÓLTUR KNING ER KSVÍK Myndir: Álvur Haraldsen