Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1 til 6 FÓTBÓLTUR SÚNI OLSEN TANN EINASTI Á KÍ liðnum leygarkvøldið var talan um nógvar mans sum fyri fyrstu ferð vunnu kappingina um Løgmanssteypið. Ja, faktiskt so mikið nógvar, at tann einasti sum hevði vunnið hana fyrr var Súni Olsen, sum hevur vunnið har fyri júst Víking DYSTURIN HESA VIKUNA 3 KRISTIAN JOENSEN Spurningurin er, um hann kundi gjørt nakað við málið hjá Andreas Lava Olsen. Tað kundi sæð soleiðis út. Annars stóð hann eftir umstøðunum væl, men hann hevði ikki serliga nógv at gera. 3 SØRMUNDUR KALSØ Spældi sum heild, og hevði gott tak á Hans Paula Samuelsen. Sær út til at passa væl í KÍ konseptið hjá Mikkjali Thomassen. 3 AHMED MUJDRAGIC Tók eitt neyðugt gult kort tíðliga í dystinum, og stóð annars stinnur í KÍ verjuni. Var í nærdysti við ’Lava’ tá hann skoraði sum hann tapti, men spældi annars ein fínan dyst. 3 JONAS F. RASMUSSEN Var uttan iva tann leikarin sum hevði strævnastu uppgávuna leygarkvøldið. Dekkaði Andreas Lava Olsen, og hóast hann til tíðir sá heldur klossutur út, skerst tað ikki burtur at hann var drúgvur í verjustøðu. 4 MAYOWA ALLI Var tann leikarin í KÍ verjuketuni sum stóð sterkast í myndini. Var eirindaleysur í nærdystunum, og var ein støðug hóttan við sínum longu innkøstum. 4 SEMIR HADZIBULIC Hóat hann ikki varð spældur rætt leygarkvøldið, og hóast at dysturin ikki lá so væl til hann, kom hann væl frá uppgávuni. Var tryggur og skilagóður tá hann hevði bóltin, og vann týðandi nærdystir á miðvøllinum. 3 JÁKUP B. ANDREASEN Hóast sín unga aldur, smæddist hann ongantíð burtur. Var í nógvum nærdystum og stríddist væl á miðvøllinum. Var eisini kul tá hann skoraði uppá brotsspark. 2 ÍSAK SIMONSEN Spældi á ókendum plássi, og fyrr komin betur frá uppgávunum. Stríddist, men var lítið sjónligur. 2 HJALGRÍM ELTTØR Var ikki so avgerandi sum onkuntíð fyrr. Hevði tað torført yvirfyri Gert Hansen, og var tíðliga útskiftur í seinna hálvleiki. 2 JÓANNES BJARTALÍÐ Var lítið sjónligur og fekk lítið at bera til. Mundi blivið hetjan í longdu leiktíðini, men misnýtti stóra málmøguleikan. Skoraði tó trygt uppá brotsspark. 3 PÁLL A. KLETTSKARÐ Hóast væl dekkaður allan dystin, var arbeiðsinnsatsurin í topp. Vann nógvar bóltar, men tað komu sjáldan góðar støður burturúr rundanum hann. 3 SÚNI OLSEN Átti avgerandi sparkið í dystinum, men var annars ikki so sjónligur í opna spælinum. Kom einaferð til skot, men rakti liðfelagan Páll Klettskarð. 2 HEÐIN KLAKSTEIN Kom inn í longdu leiktíðini, men hevði torført við av álvara at blíva eyðsýndur í dystarmyndini. NIELS PAULI DANIELSEN Inni ov stutt til at fáa meting SPÆLARAMETING Súni Olsen gjørdi leygarkvøldið tað ónda við fyrrverandi liðfelagarnar úr Víkingi, tá hann sparkaði avgerandi brotssparkið í netið, soleiðis at Løgmanssteypið fór úr Víkingi – har Súni Olsen í fjør spældi - til KÍ. Vit hava eisini hugt nærri at, hví Mikkjal Thomassen hevur fingið tað at rigga í KÍ SÚNI OLSEN T VIÐ SÆR TIL KLAKSVÍKAR André Olsen Gøtumaðurin, Súni Olsen, sum undan kappingar­árin­ um merkti størri áhuga frá KÍ enn frá Víkingi, var leygar­kvøldið leikarin sum skeyt avgerandi brots­ sparkið í steypa­finaluni, og tryggjaði KÍ fyrsta stóra steypið í hesari nýggju øldini. Hann tók tí Løgmans­ steypið við sær úr Víkingi, har hann í fjør vann tað – til KÍ og Klaksvík, sum eftir eina langa oyðimarkar­gongd endiliga kundu fegnast um at vinna eina finalu í bestu mansdeildini leygarkvøldið. Hava rakt rætt við Súna Olsen Tað er eingin ivi at KÍ venjarin, Mikkjal Thomas­ sen, hevur troffið væl tá hann í vetur heintaði fyrr­ verandi lands­liðs­profilin og fyrr­verandi Víkinga profilin, Súna Olsen, inn á liðið hjá KÍ. Hóast stór spurnartekin vóru sett hvat fyri mun ein aldrandi Súni Olsen kundi gera á einum KÍ liðið sum í fjør endaði á einum heldur skuffandi fimta plássið, hevur Mikkjal Thomassen alla tíðina verið sann­førdur um at Súni Olsen hevði nakað eftir í sær. Og hendan seinasta mánaðin hevur Súni Olsen so av álvara prógva sítt virðið í bláu KÍ troyggjuni. Hóast Súni Olsen hevur verið skaddur ein stóran part av árinum, og tí hevur mist ein part av kappingarárinum, hevur hann hendan seinasta mánaðan víst seg at vera gull verdan. Seinastu tríggjar dystirnar hjá KÍ hevur Súni Olsen havt avgerandi fótin á at klaksvíkingar hava havt nakað at fegnast um eftir dystirnar, og at teir í løtuni eru á kós móti at blíva greipuvinnarar, sum teir ongantíð hava verið síðani 1999, sum eisini er seinasta ferðin at besta mansliðið hjá KÍ hevur vunnið nakað sum helst. Karmar á altjóða stigið Hóast dysturin leikliga ikki var heimsins størsta upp­ living leygar­kvøldið, var tó alla tíðina ein neisti í dyst­ in­um sum gjørdi at dyst­urin var spennandi. Eisini var dysturin ser­stak­liga intens­ ur, har tað heldur vóru harðir nærdystir, ið eyð­ kendu dystarmyndina held­ ur enn gott fótbóltsspæl. Men á einum ávísum fronti var dysturin á høgum al­tjóða stigið. Tað var tá kom til karmarnir til dystin, og tað sum áskoðararnir av­rikaðu fyri dagin. Tað er ongan­tíð sæð nakað líknandi í føroyskum fótbólti, sum tá leikararnir gingu út á vøllin til dystin leygarkvøldið. Øll lang­síðan reint sagt kókaði, og ein fekk næstan ikki tosað rund­ an­um leikvøllin, so nógv sum áskoðararnir larmaðu. Hetta var frálíkt, og hetta minti akkurát um at vera til ein stóran altjóða dyst við frá­líkari fjeppara­ment­ an. Har eiga bæði Ultras og Bláa Bylgjan stórt rós fyri at hava fyri­reika og píska finaluna upp til nakað heilt serstakt. Og tað er at vóna at dysturin leygar­kvøld­ið hevur sett ein heilt nýggjan standard fyri steypa­finalur í føroyskum fótbólti, har áskoðararnir hjá liðunum í komandi árunum í øllum førum hava nógv at livað upp til. Mikkjal hevur fingið tað at bera til Endin var altso at KÍ leygar­ kvøldið steðgaði steypa sigurs­røðini hjá Víkingi sum annars hevur vart heilt síðani 2012. Sum meistari aftan­fyri meistarliga avrikið stendur havna­maðurin Mikkjal Thomassen, sum fyri skjótt tveimum árum síðani varð settur sum høvuðs­venjari í KÍ. Tað er eingin ivi um, at seinastu nógvu árini hjá KÍ hava verið heldur turbu­lent. Hóast felagið fleiri ferðir hevur havt kappingar­ førar hópar, er tað ongan­tíð eydnast felagnum at vinna nakað steyp í bestu mans­ deildini síðani 1999. Men leygarkvøldið eydnaðist tað. Og hóast árið í fjør ikki hilnaðist eins væl og eydnað fyri klaksvíkingar, hevur Mikkjal Thomassen alla tíðina duga at róliga klaksvíkingar um, at tað sum hann hevur verið í gongd við í Klaksvík hevur tikið tíð. Vit hava tí hugt nærri at fimm orsøkum sum hava gjørt tað, at Mikkjal Thomassen hevur megna at fingið KÍ aftur til eitt topplið í føroyskum, har teir í løtuni stevna móti greipuni.