mánadagur 29. august 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
3
GEZA TURI
Hevði avgerandi bjarging
í longdu leiktíðini tá Bjartalíð
gjørdist fríur, men hevði annars
lítið at gera í Víkinga málinum
leygardagin.
4
GERT HANSEN
Var sannførandi í
verjuspælinum, og lukkaði væl
Hjalgrím Elttør niður. Var eisini
ein støðug hóttan við sínum langu
innkøstum.
3
ATLI GREGERSEN
Spældi sum heild skilagott,
og kom ongantíð í trupulleikar
undir dystinum. KÍ álopið hótti
sjáldan Víkinga verjuna stórvegis.
3
ERLING D. JACOBSEN
Hóast hann brendi avgerandi
brotssparkið, spældi hann væl
undir dystinum. Vann nógvar
duellir, og var annars sannførandi
í Víkinga verjuni saman við Atla.
3
HANUS JACOBSEN
Spældi sum heild eisini
ein góðan og stabilan dyst, og
hevði gott tak á í verjupartinum.
Kom tó ikki líka nógv framvið, í
álopsstøðu, sum tað onkuntíð fyrr
hevur verið sæð frá honum.
3
HEÐIN HANSEN
Loysti Hans Jørgen Djurhuus
av á miðvøllinum, og hóast hann
kom eitt sindur trilvandi inn í
dystin, spældi hann seg av álvara
upp í seinna hálvleiki. Hevur frálík
evni, men kundi verið í betri formi.
3
SORIN ANGHEL
Var eyðsýndur fyrstu 70
minuttirnar í dystinum, har hann
vann nógvar nærdystir og slapp
sær væl av við bóltin. Men fall
út úr dystinum aftaná tá orkan
gekk undan.
4
SØLVI VATNHAMAR
Lykleikarin á liðnum hjá
Víkingi. Var við í flest øllum góðu
støðunum, og var ein lykil til at
Víkingur spældi so væl í seinna
hálvleiki. Fekk tó ein harðan stoyt
miðskeiðis í seinna hálvleiki, sum
merkti restina av Víkinga liðnum
tað sum eftir var.
2
FILIP DJORDJEVIC
Er vanliga týðandi á liðnum,
men fekk lítið burturúr. Tað
skyldast tó eisini stórliga tí
at Mayowa Alli, sum dekkaði
hann, var eirindaleysur í øllum
nærdystunum.
2
HANS PAULI
SAMUELSEN
Er navnframasti leikarin á liðnum
hjá Víkingi, men tað sást lítið til
hann. Var tamur í álopsstøðu, har
hann annars vanliga er avgerandi.
5
ANDREAS LAVA
OLSEN
Dagsins leikari á Tórsvølli.
Skoraði mál, og var ein støðug
hóttan fyri Víking. Soleiðis sum
hann spældi leygarkvøldið,
var talan um ein leikara sum
hevði gjørt mun á føroyska
landsliðnum.
3
GUNNAR
VATNHAMAR
Kom inn fyri Sorin Anghel, og
kom væl inn í dystin. Fylti nógv
á miðvøllinum, og tordi at hava
bóltin.
3
JÁKUP V. OLSEN
Kom inn á høgra bakk
og gjørdi ein fínan innsats.
Vann nærdystir, og var annars
sannførandi í verjustøðu.
MAGNUS JARNSKOR
Inni ov stutt til at fáa meting
SPÆLARAMETING
1 til 6
FÓTBÓLTUR
Dómarin, Alex Troleis. Fólk
eru ofta skjót við atfinningum
tá dómarar døma illa.
Leygarkvøldið var tað tó eingin
sum grenjaði um dómaran Alex
Troleis, sum kom framúr væl
frá uppgávuni. Samanumtikið
leiddi hann dystin við greiðari
linju, sum annars var merktur
av nógvum hørðum duellum
Leikliga upplivilsi. Hóast
vit fingu longda leiktíð,
brotssparkskapping og neyðuga
nervan í finaluna, var talan ikki
um nakað leikligt upplivilsi. Tað
var lítið polerað fótbóltsspæl
og heldur ein fysiskt merktur
dystur sum var spældur.
VÆL ELDRI VÍKINGA LIÐ Tá hugt verður eftir miðal aldri fyri tey
bæði finalu liðini, var liðið hjá Víkingi leygarkvøldið væl eldri enn liðið
hjá KÍ. Miðal aldurin fyri teir fyrstu ellivu sum byrjaðu fyri Víking var
30,54 ár, meðan hann bert var 25,18 ár hjá KÍ fyri teir fyrstu ellivu
Myndir: Álvur Haraldsen
Sum nevnt í tekstinum, hava vit viðgjørt fimm orsøkir
til at Mikkjal Thomassen hevur megna at fingið KÍ til at
vinna nakað í bestu mansdeildini síðani 1999. Tað skal
sigast beinavegin at talan er um subjektivar metingar
1.
Fingið skil uppá skiftingarrúmið.
Tað tykist eingin ivi vera um, at virð
ingin fyri Mikkjali Thomassen í KÍ er
stór. Hann hevur ikki verið bangin
fyri at tikið avgerðir, og í fjør vísti
hann tað í verki í tveimum førum,
tá hann fyrst sendi Evrard Blé til
hús og síðani tá hann tordi at revsa
stóra KÍ profilin, Hjalgrím Elttør,
sum ikki hevði uppført seg soleiðis
sum Mikkjal hóvaði. Hann varð
sendur niður at spæla á næstbesta
liðnum í nakrar dystir, sum eftir
fylgjandi vísti at fáa ein heilt nýggjan
Hjalgrím Elttør aftur á besta liðið
hjá KÍ. Eisini tykist ikki líka nógv
óró at vera rundanum í KÍ sum tað
onkuntíð hevur verið, tá søgur hava
gingið um at leikarar hava verið
óseriøsir í lívsstíli og heldur ikki hava
uppført seg sum liðfelagar uttanfyri
skiftingarrúmið.
2.
Fingið fatur á røttu profilunum.
Onnur orsøkin til at árið í ár hevur
hilnast so væl hjá Mikkjali Thomas
sen og KÍ er eisini tann, at felagið í ár
hevur fingið á nøkrum markantum
profilum. Serbisku leikararnir, Semir
Hadzibulic og Ahmed Mujdragic,
eru sjónligir profilar í føroyskum
fótbólti, sum eisini eru í besta aldri.
Harafturat hevur tað eisini víst seg
at verið ein røtt avgerð hjá Mikkjali
Thomassen at skifta málverja, har
núverandi KÍ málverjin, Kristian
Joensen, nú er úttikin til a-landsliðið.
Eisini hevur hann duga at fingið fleiri
av profilunum, ið vóru har framman
undan, til at avrika optimalt. Dømi
um tað eru liðskiparin, Jonas Flindt
Rasmussen og álopsprofilurin, Páll
A. Klettskarð. Og so skal man heldur
ikki gloyma Súna Olsen, sum hevur
verið avgerandi fyri KÍ í fleiri førum.
3.
Fingið fólki og stuðlarnar við
sær. Tað er heldur eingin ivi um,
at Mikkjal Thomassen hevur duga
væl at selt vøruna, tá hann hevur
tosað um projektið sum hann hevur
verið í gongd við. Bæði fólki og stóru
stuðlarnir í Klaksvík hava stuðla væl
tí sum Mikkjal Thomassen er komin
við, og av tí sama hevur KÍ venjarin
fingið optimalar fyritreytir til at fáa
fatur á tí hópinum, sum hann hevur
ynskt sær. Hóast undirritaði ikki
hevur innlit í fíggjarviðurskiftini hjá
KÍ, er talan helst ikki um ein hóp sum
er í bíligara endanum av Effo-deildini,
og tað eiga stóru stuðlarnir eina stóra
æru av, at tað er borið til.
4.
Hevur funnið óslípaðu diamantar
nar. Hóast liðið hjá KÍ hevur fleiri
navnframar profilar, eru eisini leik
arar sum heldur óvæntað hava
fingið sítt gjøgnumbrot í felagnum
undir Mikkjali Thomassen. Harundir
kemur ein av stóru profilunum í
ár, Jóannes Bjartalíð, sum av fleiri
var uppgivin í fótbóltssamanhangi
áðrenn Mikkjal Thomassen tók yvir.
Eisini hevur Mikkjal verið djarvur tá
hann longu í fjør, gav blaðunga Jákup
B. Andreasen møguleikan. Hann
hevur ment seg til ein lyklaleikara
hóast sína unga aldur.
5.
Hevur eitt konsept, og allir kenna
sína uppgávu. Til seinast hevur
Mikkjal Thomassen eisini fingið ein
spælistíl at rigga í KÍ, har hann tykist
fáa tað optimala burturúr teimum
flestu leikarunum. Bestu dømini um
tað eru báðir bakkarnir, sum longu
hava fingið fleiri upplegg til mál. Tá
bólturin verður spældur breitt, hava
teir sjáldan serliga nógvar nertingar á
bóltinum. Heldur skjóta teir innleggið
tíðliga, og av tí sama koma teir sjáldan
í trupulleikar við bóltinum. Eisini
hevur Páll A. Klettskarð verið týðandi
fyri at konseptið hjá Mikkjali í KÍ er
komið at rigga so væl sum tað hevur
gjørt
ÓK STEYPIÐ
KÍ-Víkingur 1-1 (1-1)
Finala um løgmanssteypið
4652 áskoðarar
Á Tórsvølli leygardagin 27. august 2016 kl. 18.00
Dómarakvartett: Alex Troleis, Andrew Christiansen, Dan
Højgaard og Dagfinn Forná
1-0: Páll A. Klettskarð 14.
1-1: Andreas Lava Olsen 31.
Brotsparkskapping
1-0: Jóannes Bjartalíð
1-1: Atli Gregersen
2-1: Jákup B. Andreasen
2-2: Magnus Jarnskor
3-2: Páll A. Klettskarð
3-2: Erling Jacobsen upp um málið
4-2: Niels Pauli Danielsen
4-3: Hanus Jacobsen
5-3: Súni Olsen
KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Ahmed Mujdragic, Jonas
Flindt Rasmussen, Mayowa Alli – Ísak Simonsen (Heðin Klakstein,
91.), Semir Hadzibulic (Niels Pauli Danielsen, 116.), Jákup B.
Andreasen, Hjalgrím Elttør (Súni Olsen, 64.) – Jóannes Bjartalíð, Páll
A. Klettskarð
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Meinhardt Joensen, David
Langgaard, Tórur Justesen, Ólavur Nicalsen
Gult kort: Ahmed Mujdragic, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur
Kalsø
Venjari: Mikkjal Thomassen
Víkingur: Geza Turi – Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen,
Hanus Jacobsen – Sorin Anghel (Gunnar Vatnhamar, 87.), Heðin
Hansen (Jákup Vatnhamar Olsen, 102.) – Philip Djordjevic, Sølvi
Vatnhamar, Hans Pauli Samuelsen (Magnus Jarnskor, 116.) – Andreas
Lava Olsen
Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Sámal Jákup Joensen, Jón Krosslá
Poulsen, Hjalti Strømsten
Gult kort: eingin
Venjari: Sámal Erik Hentze