Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. august 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hey Olga Kristina! Hvussu eru tit nøgdar við avrikini á Kýpros? Vit eru sum heild væl nøgdar. Inn­ satsurin hjá øllum leik­ar­un­um var ótrúliga góður í øllum dystunum. 5-0 í tí fyrsta dystinum var eitt ov stórt tap og av­speglar ikki heilt dystin, haldi eg, sjálvt um tær klárt vóru betra liðið. Í hinum báðum dystunum kundu vit farið avstað við øllum stigunum um hepni var við okkum, men bæði grikska liðið og liðið úr Kosovo vóru sterk við tekniskt góðum og kvik­um leikarnum. Hvat hava tit gjørt fyri at klára tykkum í nógva hitanum? Hitin hevur ligið um 35-40 hita­ stig ímeðan vit hava verið her, so vit hava verið ógvu­liga upp­merk­ samar uppá at drekka nokk. Til dystirnar hava vatn­pausur verið í hvørjum hálvleiki. Sóu tit steypafinaluna hjá monnum leygardagin? Leygarkvøldið høvdu vit leigað eitt høli í gamla býarpartinum í Limassol og sótu allar saman og hugdu eftir steypafinaluni. Ein ótrú­liga spennandi dystur og lagið var sjálvsagt ógvuliga gott eftir dystin. Tað varð sungið í buss­in­um allan vegin heim aftur á hotellið Byrja tit at lukta enn eitt FM-heiti, nú EBS/Skála tapti um vikuskiftið? Vit hava enn meir enn ein triðing eftir av landskappingini at spæla, so einki er avgjørt enn. Vit royna bara at fokusera uppá okkum sjálvar og vinna okkara dystir. Vónandi røkkur tað Hvussu sær út hjá tær – hvussu leingi heldur tú fram í KÍ? Eg fari niður aftur at lesa nú, so allarhelst havi eg spælt mín síðsta dyst fyri KÍ ár. Vikan ið fór KÍ vinnur løgmanssteypið við sigri á Vikingi. Tað endar 1-1 eftir vanliga leiktíð og einki mál kemur í longdu leiktíðini. Súni Olsen skorar avgerandi brotssparkið, sum tryggjar KÍ fyrsta steypagullið síðani 1999 Jákup á Borg boðar frá, at hann gevst sum fótbóltsspælari. Hann er 36 ára gamal og sigur, at kroppurin orkar ikki meir. Hann vónar at fáa ein seinasta møguleika at siga farvæl við B36 áskoðararnar EB/Streymur tapir fyri fyrstu ferð í ár í 1.deild hjá monnum. Teir tapa 4-2 fyri 07 Vestur, sum er á gáttini at flyta upp saman við sundalagsmonnum KÍ kvinnurnar luttaka í Champions League og fáa samanlagt tveir javnleikir í trimum dystum. Størstu gávuna fáa tær frá B36, sum í heimligu kappingini vinnur á EB/Streymi Hallur Hansson skorar sítt fyrsta Superligamál, tá AC Horsens vinnur 1-0 á OB og Jóan Símun Edmundsson. Toftamaðurin rakar stongina ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Ein krimi frá veruleikanum, har Brett Forrest leitar sær inn í avtalaða fótbóltsheimin. Tað er nógvir pengar at heinta, men tað er ikki heilt uttan vandar. Avtalað spæl í fótbólti er nógv meiri umfatandi enn vit geva okkum far um í Føroyum. Í ávísum asiatiskum landskappingum eru upp til fleiri dystir í hvørjum umfarið. Ferðin tekur Brett Forrest kring tað mesta av heiminum. Bæði landspartar, har avtalað spæl er ein vanligur partur av fótbóltinum, men eisini lond nær okkum. Millum annað endar hann í Finnlandi, har nakrir spælarar eru so góðir, at teir kunnu ávirkað úrslitini báðar vegir. Í bókini verður leitað eftir Wilson Raj Perumal úr Singapor. Hann er ein maður, sum skipar fyri avtalaðum spæli. Hann er ikki til at fáa eyga á, men er sinnaður í longri tíð at samskifta. Tað mest skakandi í bókini er hvussu útbreitt avtalað spæl er, og hvussu lítið FIFA leggur í at steðga tí. Altjóða fót­bólts­ samgongan sær tað sum ein trupul­leika hjá teimum einstøku fót­bólts­sam­bondun­um, at steðga tí. Søgan um Wilson Raj Perumal er góð og spennandi forteljing um eina av skuffasíðunum í altjóða fótbólti. LES UM: Tær dámdi bókina ”The Fix” og annars ynskir at vita meiri um avtalað spæl IKKI LES UM: Tú ynskir eina reina mynd av fótbóltinum í heimshøpi HVUSSU ER AT LESA: Bókin er nærmast skrivað sum ein krimi. Spennandi, upplýsandi og væl skrivað HVAT SIGUR TÚ: Match Fixeren og The Fix er tvær bøkur um sama evni, men tú kanst gott lesa báðar. Hetta er ikki ein bók um taktik og teknik á vøllinum, men verd at lesa. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ Atli Gregersen um brotssparkið hjá Súna Olsen Súni Olsen um at skjóta avgerandi brotssparkið – Eg ynskti so inniliga at hann brendi, men tað hevði eisini gjørt um tað var ein hvør annar spælari hjá KÍ – Hetta er við blandaðum kenslum. Tað stóð nógv á Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Olga Kristina Hansen Aldur: 26 Starv: Fótbóltsspælari (KÍ) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Undan sigrinum leygarkvøldið – nær vann KÍ seinast løgmanssteypið? 2 Tá vann KÍ 3-1 á B36. Hvør skoraði málini hjá KÍ? 3 Hvussu nógv løgmanssteyp hevur Víkingur vunnið samanlagt? 4 Nær vann Víkingur løgmanssteypið fyrstu ferð? 5 Hvørjir fimm skoraðu í brotssparkskappingini fyri KÍ? 6 Jonas Flindt Rasmussen lyfti steypið fyri KÍ – hvat nummar hevur hann á rygginum? 7 Hvør skoraði í brotssparkskappingini fyri Víking? 8 Hvør er spælarin á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: 1999 2: Rógvi Jacobsen, Kurt Mørkøre og Arnold Joensen 3: 5 4: 2009 3-2 á EB/Streymi 5: Jóannes Bjartalíð, Jákup Andreasen, Páll A. Klettskarð, Niels Pauli Danielsen og Súni Olsen 6: 4 7: Atli Gregersen, Magnus Janskor og Hanus Jacobsen 8: Hjalgrím Elttør ÍTRÓTTAR UMMÆLI BÓKIN: Match Fixeren