mánadagur 29. august 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 29. august 2016 · Nr. 98
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Nógv var at gleðast um aftaná finaluna í
kappingini um løgmanssteypið, sum var spæld
farna leygarkvøld. Vit høvdu eina metstóra
áskoðarafjøld til ein dyst millum tvey føroysk
lið. Heili 4.652 áskoðarar vóru til finaluna millum
KÍ og Víking, og tey sóu eina minniliga finalu.
Finalan var ikki minnilig orsaka av góðum
og poleraðum fótbóltsspæli, men minnilig
takkað verður dramatisku leikgongdini og
endanum, og fremst av øllum minnilig, takkað
verið ótrúligu áskoðarunum hjá KÍ og Víkingi.
Sjáldan, fyri ikki at siga aldrin hevur ein
uppliva ein so ótrúligan stemning til ein dyst
millum tvey føroysk fótbóltslið. Dysturin um
at verða bestur at stuðla sínum liði var bæði
intensur, væl skipaður, og hartil stuttligur, og
gav ein ótróligan róm á Tórsvølli. Vit eiga tí at
fagna fjepparafelagnum hjá Víkingi, Ultras, og
fjepparafelagnum hjá KÍ, Bláu Bylgjuni fyri at
skapa tann besta rómin, sum upplivast kann her
á landi. Hugflugið við bannarum var eisini ríkt,
og bannararnir hjá báðum fjepparafeløgunum
prýddu eisini væl kring allan leikvøllin. Hugflogið
var eisini ríkt, tá tað kom til andlitsmáling,
troyggir og annað. Stuttligt var eisini at síggja
ljósabláu jólamennirnar hjá Víkingi, og at síggja
KÍ-fjepparar, sum vóru ílætnir andlitini hjá
KÍ-spælarum, venjarum, og enntá liðleiðarum.
Ultras tyktist tó at verða eitt lítið sindur vanari
við stóra høvið, nú tey í Eysturkommunu á fimta
sinni á rað vóru til eina steypafinalu, og tað var
ótrúliga konstant og væl skipað hjá Ultras. Tað
vóru fleiri klaksvíkingar enn eysturbúgvar til
finaluna, og tað vóru sanniliga nógvar og góðar
løtar, har tey øll ressaðust, ikki minst tá tey
tóku til íslendska huh-rópið. Fyri uttanveltaða
áskoðaran blivu Ultras og Bláa Bylgjan ein
ógvuliga stórur prosentpartur av samlaðu
upplivingini á Tórsvølli farna leygarkvøld.
Fólkini aftanfyri Ultras, og fólkini aftanfyri Bláu
Bylgjuna eiga eina hjartans tøkk uppiborna
fyri at skapa hendan ótrúliga stemningin. Ikki
bara á sjálvum dystardegnum, men eisini tann
stemningin, sum fjepparafeløgini hava skapt í
sínum heimbýum og heimbygdum. Ultras vóru
ótrúliga óførir at fáa øll í Eysturkommunu at
gerast partur av stemninginúm við at koyra
bygdirnar í Eysturkommunu í konvoj dagarnar
undan finaluni um løgmanssteypið. Hjá Bláu
Bylgjuni hava tey verið ótrúlig at finna uppá
stuttligar stuðulssangir, sum hava rungað til
dystirnar hjá KÍ tey seinastu mongu umførini.
Eisini var tað ein flott sjón, at KÍ-fjepparar í
stórum tali fóru gjøgnum miðbýin í Havn og
niðan í Gundadal. Slíkt setur kulør á tilveruna.
Nú er stemningsstafettin latin yvir til Skansan,
sum skal syrgja fyri, at vit enn einaferð hava ein
góðan stemning til ein landsdyst á Tórsvølli, tá
vit spæla ímóti Ungarn, týskvøldið 6. september.
Tá eru vit øll í parti.
Takk
Ultras
og Bláa
Bylgjan
KLUMMAN
Heri sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Hallur Hansson hevur í ár
verið
millum
drúgvastu
spælararnar hjá AC Horsens,
men tað hevur ikki eydnast
at umseta møguleikarnar
til mál – fyrr enn nú. Tað
fegnast landsliðsmiðvallarin
um.
– Jú tað er deiligt. Eg havi
leitað eftir hasum málinum í
nakrar dystir nú. Eg havi havt
nakrar stórar møguleikar í
hinum dystunum, so bæði
viðspælarar
og
venjarar
hava prikað til mín, men nú
skuldi tað so verða. Vónandi
tað fyrsta av nógvum, sigur
Hallur
Hansson,
sum
í
næstum kemur til Føroyar
at spæla landsdyst móti
Ungarn.
AC Horsens hevur nú
vunnið tveir dystir upp í
slag í superliguni. Tað hevur
gjørt, at stemningurin er
góður í felagnum.
–
Tað er einki at ivast
í at stemmningurin er góður,
serliga aftaná at hava vunnið
tveir teir síðstu dystirnar. Vit
leggja nógvan dent á gott lag
og samanhald, so tað koyrir
væl. Persónliga gevur tað
bara meira blóð upp á tonna,
at tað gongur væl, sigur
Hallur Hansson.
Hann
leggur
ikki
so
nógv í, at hann var við til
at vinna á júst Jóan Símuni
Edmundsson.
–
Nei tað vil eg ikki
siga. Tú vil sjálvandi vinna
allar dystir, men um eg kundi
valt, so hevði eg heldur tikið
trý stig frá onkrum øðrum
enn akkurát honum, sigur
Hallur Hansson um at vinna
á landsliðsliðfelagnum.
Hann gleðir seg nógv
til komandi uppgávuna á
landsliðnum.
– Landsdystir eru altíð
hæddarpunkt, sum tú sær
fram til hvørt ár. Eg gleði
meg
sum
eitt
smábarn.
Leygarkvøldið sæt eg fyri
einaferð
skyld
aftanfyri
skermin og sá hvussu ein
fullur Tórsvøllur sær út.
Vónandi
fer
Tórsvøllur
at síggja líka út til dyst
móti Ungarn, sigur Hallur
Hansson.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Tað sigur Hallur Hansson, sum í gjár skoraði sítt fyrsta
mál í superliguni, sum samstundis var sigursmálið, tá AC
Horsens vann 1-0 á Jóan Símuni Edmundsson og OB.
HAVI LEITAÐ
EFTIR MÁLINUM