Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 174 - 14. september 2004 Nr. 174 - 14. september 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Vilja hava umteljing Demokratiski flokkurin í Hongkong hevði væntað sær eitt gott úrslit á valinum sunnudagin, men tá upptelj- ingin var um at vera liðug, hevði flokkurin als ikki fingið ta undirtøkuna, sum hann hevði roknað við. Demokratarnir høvdu undan valinum 17 av teimum 60 tinglimunum, sum veljararnir í Hongkong velja, og sambært teimum seinastu tølunum í gjár fingu teir ein tinglim afturat. Harafturímótii høvdu teir Kina-vinar- ligu flokkarnir stóra framgongd. Teir høvdu 12 ting- limir undan valinum, men hevur nú 30. Leiðslan í Demokratiska flokkinum sigur, at úrslitið kann ikki vera rætt, tí tað gevur ikki eina mynd av pol- itisku støðuni í Hongkong. Tí hevur floksformaðurin, Yeung Sum, heitt á valnevndina um at telja atkvøður- nar umaftur, men sambært Reuters fer nevndin neyvan at gera eftir áheitanini. Vandi fyri borgarakríggi Í Ísrael er Ariel Sharon, forsætisráðharri, í øðini inn á víðgongdar høgrasinnaðar kreftir, tí tær hava boðað frá, at tær fara at seta seg upp ímóti, at niðursetubygdirnar í Gaza-geianum verða avtoftaðar. Sunnudagin gingu fleiri túsund fólk mótmælisgongu í Jerusalem, har tey mótmæltu ætlanini hjá Sharon at avtofta niðursetubygdirnar. Samstundis hava politikar- ar á høgravonginum sagt, at hermenninir avgera sjálvir, um teir vilja taka lut í arbeiðinum at flyta niður- setufólkini burtur. Tað hevur fingið øði í Sharon, sum vil vera við, at høgrapolitikararnir eggja hermonnum til at seta seg upp ímóti leiðsluni. Við blaðið Haaretz sigur Sharon, at hetta er einki minni enn at mæla til borgarakríggj í Ísrael. Hann hevur samstundis biðið verjumálaráðharran, Shaul Mofaz, syrgja fyri, at herurin ger eftir boðunum frá stjórnini. Ein av teimum høgrasinnaðu flokkunum í stjórnar- samgonguni hjá Sharon kunngjørdi sunnudagin, at hann umhugsar at taka stuðulin til stjórnina aftur. Flokkurin er harðliga ímóti avgerðini hjá Sharon at flyta niðursetufólkini úr Gaza-geiranum. OL ov dýrt Grikska stjórnin kunngjørdi í gjár, at hallið á fíggjar- lógini í ár fer at svara til 5,3 prosent av landsins bruttu- tjóðarframleiðslu, og tað er næstan tvær ferðir meiri enn tað, sum ES hevur loyvt sínum limalondum. Costas Karamanlis, forsætisráðharri, gevur teirri undanfarnu sosialistisku stjórnini skyldina av tí stóra hallinum. Hann sigur, at stjórnin, sum fór frá í mars, hevði als ikki tikið allar útreiðslurnar við í fíggjarlóg- ina, og at uttanlandsskuldin er nógv størri enn mett. Sambært Karamanlis hevði tann sosialistiska stjórnin ikki tikið útreiðslurnar til herin og avdráttir við í fíggjarlógina, samstundis sum stjórnin hevði tikið lán, sum tingið einki visti um. Teir olympisku summarleikirnir í Athen vóru eisini teir dýrastu nakrantíð. Sambært stjórnini komst tað av, at trygdarkrøvini vóru nógv strangari, enn tey hava verið á nøkrum øðrum leikum. Harafturat kostaðu vall- ir og hallir nógv meiri enn væntað. Færri pengar til upplýsing Evropanevndin hjá danska Fólkatinginum kunngjørdi herfyri, at hon hevði gjørt av at játta meiri pengar til at geva dønum betri upplýsing um ES, men nú vísir tað seg koretini, at játtanin í veruleikanum er skerd, skrivar Politiken. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005 stendur, at stjórnin ætlar at nýta 60 milliónir krónur til ES-upplýs- ing tey næstu trý árini, og tað eru 10 milliónir krónur minni enn upprunaliga ætlað. Formaðurin í Evropa- nevndini, sosialdemokraturin Claus Larsen-Jensen, harmast avgerðina, men leggur afturat, at so ræður um at fáa so mikið meiri burtur úr pengunum. Umframt játtanina til ES-upplýsing hevur stjórnin gjørt av at nýta 25 milliónir krónur til at greiða dønum frá grundlógini hjá ES, sum danir einaferð skulu taka støðu til á einari fólkaatkvøðu. Í einari telefonsam- røðu við bretska utt- anríkisráðharran skal amerikanski uttan- ríkisráðharrin, Colin Powell, hava funnist hvassliga av sínum starvsfeløgum í am- erikonsku leiðsluni "Fucking crazies". Tað vóru orðini, sum Col- in Powell nýtti um varafor- setan Dick Cheney, verju- málaráðharran Donald Rumsfeld og varaverju- málaráðharran Paul Wolfo- witz, tá hann tosaði í telefon við bretska uttanríkisráð- harran, Jack Straw, ein dag- in nakað fyri kríggið í Irak. Tað skrivar BBC-tíðinda- maðurin James Naughtie í nýggju bók síni "Blair's Wars". Politiski blaðstjórin á New Statesman, John Kampfer, sigur við blaðið The Guardian, at Powell og Straw gjørdust rættiliga góðir vinmenn á sumri í 2002, og at teir tosaðu næst- an dagliga í telefon. Hann vil vera við, at bretska stjórnin nýtti Powell sum millummann, tá hon helt seg hava okkurt at siga George W. Bush, forseta, men hann vil eisini vera við, at Powell nýtti Tony Blair sum mill- ummann, tá hann helt seg hava onkur góð ráð at geva Bush. Sambært The Guardian hava bæði Colin Powell og Jack Straw roynt at forða fyri, at orðalagið hjá Powell skuldi koma á prent. Ódnin Ivan er ein tann harðasta, sum veðurmenn nakrantíð hava skrásett í Karib- iska Havinum. Hon hevur longu kravt fleiri mannalív, og íí Kuba og USA flýggja milliónir undan henni ÓDNARVEÐUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Í gjár hevði tropiska ódnin Ivan kravt 46 mannalív. Ódnin hevði serliga gjørt um seg á Cayman Islands, Grenada og Jamaica, har minst 19 fólk doyðu í ódn- arveðrinum. Reyði Krossur metir, at umleið 60.000 av teimum 90.000, sum búgva á Grenada, eru vorðin heimleys av ódnini. Í høv- uðsstaðnum á Jamaica, Kingston, eru nógv hús illa farin, og skriðulop hava oyðilagt vegirnar nógva- staðni. Á Jamaica elvdi Ivan til eina fimm metrar høga flóðaldu, sum legði stór øki undir. Í gjár var miðdepilin ella eygað í ódnini einar 180 fjórðingar sunnan fyri Kuba, og myndugleikarnir hava flutt meiri enn hálva aðru millión fólk burtur úr teimum økjunum, sum eru serliga hótt. Kubansku myndugleikarnir vænta, at Ivan fer at elva til stóra vatnflóð nógvastaðni, og teir kubansku veðurmenn- inir siga, at Ivan kann ger- ast tann ringasta ódnin, sum hevur herjað landið seinastu 40 árini. Myndugleikarnir stúra eisini fyri, at nógvir av teimum søguligu bygning- unum í høvuðsstaðnum Havana kunnu fáa stóran skaða av ódnini, tí fleiri av bygningunum eru í vána- ligum standi. USA hevur boðið sær til at senda kub- anum hjálp, men Fidel Castro, forseti, hevur gjørt greitt, at Kuba tekur fegið ímóti hjálp frá sínum vin- um, men at USA telist ikki teirra millum. Í Meksiko fyrireika myndugleikarnir seg eisini til ódnina. Fólk eru flutt burtur av fleiri smáum oyggjum, og aðrastaðni hava myndugleikarnir biðið fólk halda seg burtur frá strondini. Amerikonsku veður- menninir hava longu sent sínar ávaringar út, og Jeb Bush, guvernørur, hevur sett statin í undantaksstøðu. Ivan er tann triðja tropiska ódnin, sum rakar Florida tann seinasta mánaðin. Tær báðar fyrri, Charley og Frances, gjørdu skaða fyri einar 120 milliardir krónur. Milliónir flýggja undan Ivani Teir eru óðir í høvdinum "Fucking crazies" kallaði Colin Powell Dick Cheney, varaforseta, Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra og Paul Wolfowitz, varaverjumálaráðharr C M Y K 3 2