Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 174 - 14. september 2004 Nr. 174 - 14. september 2004 5 Fólk ið hava forbrotið seg gjøgnum pro- millukoyring skulu kunna dømast í tvingsilsarbeiði ella í álagda rúsdrekkavið- gerð ístaðin fyri at verða sett í fongsul, meinar Innlendis- málaráðið LÓG OG RÆTTUR Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Innlendismálaráðið fyri- reikar broytingar í revsi- lógini, soleiðis at fólk ið koyra við kenning og aðrir lógarbrótarar skulu kunna verða dømd til tvingsils- arbeiði, ella "samfelags- tænastu" sum tað verður nevnt, ístaðin fyri treyta- leysa fongsulsrevsing; har- afturat verður lagt upp til at dómstólarnir skulu kunna døma treytaða fongsuls- revsing við sertreyt um rús- drekkaviðgerð. Sambært upplýsingar frá Innlendismálaráðnum er málið tikið upp eftir áheitan frá Kriminalforsorgini, sum skal hava víst á at royndir- nar aðrastaðni hava verið góðar við samfelagstæn- astu og treytaðari fongsuls- revsing við sertreyt um rús- drekkaviðgerð. Tað sum liggur í hesum hugtaki um samfelagstæn- astu er, sambært eitt skriv frá Innlendismálaráðnum, at rætturin kann áseta at ístaðin fyri at fara í fongsul skal ein persónur kunna dømast til at »arbeiða eitt ávíst tímatal í frítíð sínari« undir eftirliti av Kriminal- forsorgini; somuleiðis framgongur at »samfelags- tænasta er ólønt.« Kriminalforsorgin skal finna »hóskandi arbeiði« og arbeiðsplássið skal játta at taka inn tann dømda; somuleiðis skal arbeiðs- plássið avgera hvat við- komandi skal takast við. »Talan er altíð um upp- gávur ið annars ikki vórðu loystar,« verður víðari sagt, í undirstriking av at virk- semið er »ikki í kapping við lønt arbeiði.« »Tað er altíð rætturin sum dømir viðkomandi til samfelagstænastu ella til treytaðan dóm við sertreyt um rúsdrekkaviðgerð. Hetta verður gjørt við atliti at eini persónskanning sum kriminalforsorgin ger. Kriminalforsorgin kannar um viðkomandi er egnaður til samfelagstænastu ella um viðkomandi hevur ein viðgerðarkrevjandi rús- drekkatrupulleika.« »Samfelagstænasta og treytaður dómur við ser- treyt verður tó ikki nýtt tá talan verður um grovari brot, t.d. við persónsskaða, ella um bilurin er stolin. Tá er tað framvegis fongsuls- revsing.« Neyvan mótstøðu Í einum faldara frá Stats- fongslinum Nyborg verður greitt frá samfelagstænastu hugtakinum. Faldarin, sum fyrst og fremst vendir sær til brotsfólk, gevur eina heildarmynd av hugtakin- um í løttum máli, við praktiskum upplýsingum av ymiskum slag. »Ístaðin fyri at døma teg til at sita í fongsli kann rætturin avgera at tú skalt arbeiða eitt ávíst tímatal í tínari frítíð millum 40 og 240 tímar,« verður sagt. »Arbeiði tú ikki fært løn fyri.« »Hvørjir eru tínir fyri- munir við samfelagstæn- astu?« verður síðani spurt, og svarað: »Tú kemur ikki í fongsul. Tú verður búgv- andi heima. Tú kanst fram- vegis vera saman við tínari familju og vinum og passa títt arbeiði. Tú møtir nýggj- um fólkum, og tú fært møguleikan at finna nýggj áhugamál. Aftaná verður tað kanska lættari hjá tær at liva víðari í samfelagnum enn um tú hevði verið í fongsli. Tú rindar eitt sind- ur aftur til samfelagið upp á ein positivan máta.« Upp á spurning um hvussu ein persónur kann verða dømdur í samfelags- tænastu, svarar faldarin: »Tú skalt verða funnin sek- ur í einum lógarbroti ið kann revsast við fangilsi. Tú skalt verða við til at sannføra rættin um at tú bæði kanst og vilt útføra samfelagstænastu.« Og so framvegis. Enn er eftir at politiskt viðgera tær lógarbroytingar sum skulu til fyri at innføra eina praksis við samfel- agstænastu av hesum slag í Føroyum. Tað kann vera torført at ímynda sær at málið fær stórvegis mót- støðu. Sprittkoyrarar skulu gera arbeiði sum annars ikki verður gjørt Partafelagið Poul Michelsen gjørdu eina westernstyle framsýning og vunnu kappingina um vakr- asta bás á einari Vørumessu, sum aft- ur í ár eydnaðist væl VØRUMESSA Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Færri og færri vøruprøvar aftur við alsamt betri pre- sentatiónum og meira sann- førandi framsýningum. So- leiðis hevur trendurin verið innan fyri handilsstevnur tey seinnu árini, og tann ár- liga Vørumessan, í ár hildin 10-12. september, var í so máta einki undantak. Fyriskiparin av Vøru- messuni, Birgir Poulsen, er væl nøgdur við tiltakið og tað sama eru heilsølur vit hava tosað við. Keðiligt veður tann seinna dagin minti tó á tær heldur trong- ligu parkeringar umstøð- urnar kring Ítróttarhøllina á Hálsi. »Skulu vit taka nakað eyðkenni fram frá tiltak- inum í ár so vildi eg meint at básarnir vóru flottari enn nakrantíð fyrr,« segði Birgir Poulsen. »Hetta kann eisini kennast aftur í einum trendi hesi seinastu árini tá tað snýr seg um handilsstevnur í londunum rundan um okkum, nevniliga at nøgdin av vøruprøvum er mink- andi meðan dygdin í fram- sýningum og framløgum yvirhøvur er hækkandi.« Sum skilst vitjaðu 1900 fólk Messuna, og tað er 100 fólk fleiri enn árið fyri. Samstundis lata framsýn- arar væl at úrslitinum. »Við tí heldur keðiliga veðrinum í huga so haldi eg at 1900 fólk var rættiliga gott. Umstøðurnar til park- ering eru ikki tær bestu við høllina, har fyllist skjótt upp, og tá veðrið er illfýsið so kennist tað einki serligt at skula ganga nakran longri tein… Men fólk tóktust kortini nøgd og alt gekk væl.« Heilsølan Poul Michel- sen vann kappingina um ársins vakrasta bás. Bás- urin, ein western-style framsýning sum minti um ein cowboy bý við einum flottum torgi og øllum møguligum, dróg til sín eitt stórt tal av vitjandi. »Vit kunnu ikki annað enn lata væl at,« segði Gunnar Mohr, sølustjóri hjá Poul Michelsen. »Okkara framsýning var væl vitjað og úrtøkan sær fyribils út til at vera í lagi, nú áðrenn vit eru liðug at gera upp.« Poul Michelsen, sum fingu hjálp frá reklamu- virkinum Sansir til at gera básin, vunnu 12 ókeypis framsýningar fermetrar til Vørumessuna næsta ár. 1900 innkeyparar vitjaðu Vørumessu Omanlop í Ekstrablaðnum Ekstrablaðið skrivaði um skriðulopið á Við- areiðisvegnum í sunnudagsútgávuni hjá teimum. – Skriðulop og yvir- flóð hevur rakt partar av Føroyum eftir herviligt áarføri sunnunáttina. Hetta hevur serliga gjørt seg galdandi í teimum norðaru oyggjunum, har fleiri áir hava lop- ið. Føroyingar mugu tó brynja seg við toli, tí veðurforsøgnin til mánadagin boðar frá nógvum regni og vindi, stóð skrivað í Ekstrablaðnum sunnu- dagin. Tó var ikki talan um so grovt áarføri á Við- areiði mánamorgunin, so støðan var batnað munandi, sambært, vegaformanninum í norðoyggjum, Ernst Vágsgarð. – Tað regnar sum skilst munandi verri í eitt nú Klaksvík í dag, segði hann tíðliga mánamorgunin júst sum teir vóru farnir í gongd við at rudda av vegnum aftur. - sae - Vegurin opin aftur Mánamorgunin klokk- an sjey læt Viðareiðis- vegurin upp aftur fyri ferðslu. – Tað er nógv vatn á vegnum enn, og tvør- rennurnar eru tiptar, sigur Ernst Vágsgarð, vegaformaður í norð- oyggjum. Hóast vegurin læt upp aftur mánamorg- unin, so gjørdi Lands- verk av ikki at loyva stórum bilum norður- um. Eitt nú koyrdi skúlabussurin ikki. Annars sigur Ernst Vágsgarð, at fólk hava verið sera umhugsin hetta vikuskiftið, með- an áaførið hevur vart. – Tey hava ikki koyrt nógv, og tá tey eru farin, hava tey sýnt størsta varsemi, sigur hann. Mánamorgunin varð vegurin til Múla stongdur, tí har var eisini omanlop mána- náttina. – Men tað verður so at bíða, til vit hava fingið bøtt um støðuna á Viðareiðisvegnum, sigur vegformaðurin í Norðoyggjum. - sae - Fyri Marjuna á Høvd- anum Andreasen av Viðareiði skuldi bil- túrurin hjá henni frá Klaksvík til hús sunnumorgunin vísa seg at verða ein lagnutúrur. Herviligt áarføri var, og tað leyp í fleiri gilum fram við vegnum. Marjun rendi á eina grótrúgvu og aftan fyri hana – nakrar fáar metrar burtur – lá ein onnur grót- rúgva ÓHAPP Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Leitið: Klokkan er júst farin av hálvgum fimm sunnumorgunin. 24 ára gamla Marjun á Høvdanum Andreasen er í bili sínum á veg til hús. Hon býr á Viðareiði, og koyrir sum vanligt eftir bygdarveg- num. Tað er bølamyrkt, og regnið oysir niður uttanfyri. Tað er næstan, sum onkur stendur og spular inn á bilrútin. Marjun koyrir spakuliga, tí hon veit, at við ringum sýni er Viðar- eiðisvegurin ikki at spæla við. Hon er tó ikki bangin, tí hon er von við at koyra hendan vegin. Ger tað vanliga fleiri ferðir um dagin. Tankin um skriðulop er henni ikki nærri enn vanligt. Viðareiðisfólk hugsa ofta um, at tað kann brádliga leypa, tí tað er hent so ofta fyrr, men tað er ikki ein tanki, sum sleppur at taka yvir hjá teimum. Tá Marjun er komin niðan gjøgnum Leitis- brekkuna, sum er stutt frá bygdini, byrjar hon at kenna smásteinar undir hjólunum á bilinum. Men hon heldur tó leiðina áfram. Brádliga sær hon eina sera stóra grótrúgvu mitt á vegnum. Hon bremsar, men bremsurnar taka ikki rætti- liga við, og tað endar við, at hon rennur upp á rúgvuna. Marjun veit beinanvegin, hvat er á vási. Hóast tað er bølaniða og vánaligt sýni. Omanlop, hugsar hon við sær sjálvari. Fyrst roynir hon at bakka bilin av aftur rúgvuni. Ætlar at royna at sleppa sær burtur, men tað ber ikki til. Bilurin vikast ikki. Seinni vísir tað seg, at tað var gott tað sama, at hon ikki slapp av rúgvuni. Tí tað, sum Marjun ikki veit av, er, at longri niðri á Leitinum leypir eisini, og tí hevði hon bert sloppið nakrar metrar. Hon byrjar at blíva bang- in, men tíbetur hevur hon fartelefon. Eftir einari lítl- ari løtu hevur hon fingið fatur á pápa sínum og boðað honum frá. Tey gera av, at hon skal sita í bilinum og bíða, til hann kemur eftir henni. Túrurin frá heimin- um hjá teimum á Viðareiði til Leitið tekur vanliga onga tíð. Men hesa myrku nátt- ina í øllum regninum og óvissuni, tykist tað sum tímar, meðan hon situr og bíðar. Púra einsamøll í myrkr- inum í sínum vínreyða Peu- geot situr hon og lurtar eftir smásteinum, sum raka bilin. Túsund tankar fara í gjøgnum hennara høvur, meðan vatnið fossar tvørtur um vegin og framvið bilin- um. Av og á kennist tað sum at bilurin hevur hug at flyta seg, men Marjun sannførir seg sjálva um, at tað bert kennist so, tí hon er bangin. Pápin kemur so eftir henni, men hann sleppur ikki so nær, tí grótrúgvan er stór og breið. Marjun fer so úr sínum bili og má klúgva upp um rúgvuna, sum menn frá Landsverkinum seinni mettu at vera um tveir metrar til hæddar í støðum. Hon kemur í øllum góðum í bilin hjá pápa sínum. Fingið ein ordans skelk og er á kroppi, men annars ikki fingið nakran skaða. Pápin og hon koyra beint heim, har Marjun tástani kann anda lættliga og gleðast um, at hon slapp væl frá hesum álvarsliga tilburðinum, sum kundi, um illa vildi til, endað nógv verri. Hon setur ein film frá, tá ein løta er gingin, og tað endar við, at hon sovnar frá honum… Øll ringja Sunnudagurin kemur, og tað regnar framvegis líka illa. Allastaðni eftir Viðar- eiðisvegnum eru smærri og størri grótrúgvur, har lopið er í ógvusliga áarførinum. Onkrir menn siga seg ikki vita so ógvusligt áarføri fyrr. Vegurin er stongdur fyri ferðslu, fyri tað fyrsta tí at tað ikki er koyrandi fyri vatni og gróti, men eisini tí at tað framvegis regnar illa. Marjun er á fótum, og tíðindini um hennara til- burð eru langt síðani farin at ganga. Telefonin ringir nógv, og fólk fregnast at vita, hvussu hon hevur tað. Marjun sigur, at ræðslan, sum kom í hana, meðan hon sat í bilinum, ongantíð fekk takið á henni. – Men jú, eg var ræðuliga bangin. Tað var ólekkurt at sita har einsamøll í bili- num, sigur hon og leggur afturat, at tað ber ikki til at greiða frá, hvussu og hvat ein hugsar í slíkari støðu. – Eg dugi ikki at greiða frá tí. Men har var nú heldur ikki nógv annað hjá mær at gera enn at bíða. Eg slapp jú ongan veg, stað- festir hon. Hon heldur fram, at tá hon rakti grótrúgvuna ljóð- aði tað sum, at bilurin fór í knús. Men so var tó ikki. Tá hann um middagsleitið sunnudagin, varð tikin burtur frá staðnum, koyrdi hann. Men hann skal tó ein túr á verkstað, tí botnurin fekk eina harða viðferð. Marjun sigur, at hon nú fyrst og fremst fer at royna at koma yvir hetta. Hon hevur tað eftir umstøðunum gott. Men skelkurin situr í henni, og hon sigur, at um hon framhaldandi fer at hava tað, sum hon hevði tað sunnukvøldið, so verður tað ikki stuttligt at koyra eftir Viðareiðisvegnum framyvir. Veturin liggur fyri framman, og ofta eru keðilig líkindi tá. Sunnukvøldið svav Marj- un í Klaksvík, tí hon vildi sleppa undan at koyra á Viðareiðisvegnum longu aftur mánamorgunin. Og gott tað sama, tí mána- morgunin regnaði í sama lag. – Eg vóni ikki, at hetta heldur fram, tí eg má koyra eftir vegnum aftur. Eg kann ikki vera bangin fyri tí. Eg búgvi jú á Viðareiði og ar- beiði í Klaksvík, sigur Marjun á Høvdanum Andreasen. Fangað millum skriðulop Marjun her avmyndað á staðnum, sum óhappið hendi. Her hava fólk frá Landsverki ruddað rúgvuna burtur frá einum parti á koyribreytini, men tað er ongin ivi um, at rúgvan, sum kom oman á vegin hendan sunnumorgunin, hevur verið stór Tað sá hættisligt út. Bilurin hjá Marjuni á stóru grótrúgvuni á Leitinum. Tíbetur hevði Marjun fartelefon og fekk ringt eftir hjálp Mynd: Norðlýsið C M Y K 5 4