týsdagur 14. september 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 174 - 14. september 2004
Nr. 174 - 14. september 2004
7
– Hetta hevði skapt
35 nýggj, almenn
arbeiðspláss í Vági og
tað átti at verið kær-
komið, sigur Hans
Pauli Strøm, lands-
stýrismaður. Men
Vágs Býráð tók ikki
undir við ætlanini
MENNINGARÆTLAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg haldi, at hetta var eitt
kærkomið tilboð til vágb-
ingar. Tí kom tað óvæntað,
at Vágs Býráð ikki tók av.
Eisini Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður
í
al-
manna- og heilsumálum, er
bilsin av at Vágs Býráð ikki
tók av tilboðnum frá lands-
stýrinum um at flyta mið-
námsskúlan til Hovs og
heldur byggja røktarheim á
stykkinum, sum er grivið út
til miðnamsskúla.
Hann sigur, at Hetta var
ein liður í royndunum hjá
landsstýrinum at seta tiltøk
í verk, sum kunnu menna
Suðuroynna.
– Ætlanin var at leggja
eitt heildaruppskot fyri
Vágs Býráð, sum hevði
verið eitt stórt framstig fyri
Suðuroynna, og serliga fyri
Vág og syðru helvt sum
heild, sigur Hans Pauli
Strøm.
Samstundis er hetta eitt
tilboð, sum hevði loyst
nakrar ítøkiligar trupul-
leikar.
– Annar parturin í tilmæl-
inum var at loysa hølis-
trupulleikarnar hjá mið-
námsskúlanum og heilsu-
skúlanum. Høvdu báðir
skúlarnir verið fluttir til
Hovs, høvdu vit sloppið
undan at bygt tveir skúlar.
Men hin parturin var at
seta eina tænastu á stovn í
Vági, sum alstórur tørvur
er á.
Hans Pauli Strøm sigur,
at tilboðið til vágbingar var,
at stykkið, sum er grivið út
til miðnámsskúlan, skuldi
heldur brúkast til eitt røkt-
arheim.
Tað, sum er goldið fyri
útgrevsturin, kundi eisini
inngingið sum parturin hjá
kommununi av byggingini.
Suðuroy ringast fyri
– Suðuroyggin er ein partur
í landinum, sum er eina
ringast fyri til ellis- og røkt-
arheimspláss. Ein tørvs-
meting fyri nøkrum árum
síðani vísti, at tørvurin er á
gott 40 plássum.
Hans Pauli Strøm sigur,
at serliga stórur er tørvurin
á røktarheimsplássum.
Og tað var júst tilboðið til
Vágs Býráð.
– Vit skutu upp at ístaðin
fyri miðnámsskúla, skuldu
vit byggja eitt røktarheim
til 35 fólk í Vági.
Hann sigur, at trupulleik-
in við eldrasambýlunum er,
at tey eru ikki útgjørt til at
taka sær av røktartørvum.
Tí her hetta ein íløga sum
tað avgjørt er brúk fyri,
samstundis sum hon kundi
lætt trýstið á sambýlini.
– Men eitt røktarheim
krevur eisini rættiliga nógv
starvsfólk. Tað krevur eitt
starvsfólk fyri hvørt bú-
fólk. Sostatt hevði talan
verið um eini 35 almenn
starvspláss, sum vit ætlaðu
at seta á stovn í Vági.
Hans Pauli Strøm sigur,
at talan er um 35 góð ar-
beiðspláss, sum krevja út-
búgving til sjúkrarøktar-
frøðingar o.s.fr. Talan er
eisini um 35 arbeiðspláss,
sum
eru
fullkomiliga
óávirkað av sveiggjum í bú-
skapinum og vánaligum
fiskiskapi. Tí er hetta 35
trygg og støðug arbeiðs-
pláss, við hampiliga góðum
inntøkum.
– Og tað er fyri nógv
størsta partin arbeiðspláss
til konufólk, sum stórt trot
er á.
Hans Pauli Strøm sigur,
at fyrimunurin hjá komm-
ununi er eisini tann, at
kommunurnar partur av
byggingini er lítil, tá ið tað
snýr seg um røktarheim og
harafturat betalir landið
allan raksturin.
– Sostatt hevði tað borið
til at skapt rættiliga nógv
arbeiðspláss fyri eina lut-
falsliga lítla íløgu.
Hann sigur, at tey 35
størvini høvdu tilsaman
fingið eina løn upp á 15
milliónir um árið, sum so
høvdu komið í umfar í Suð-
uroy, umframt inntøkurnar
av skattinum.
Men vágbingar siga, at
tað hevði bara ført við sær,
at teir vágbingar, sum ar-
beiða á sjúkrahúsinum og
ellis- og røktarheiminum á
Tvøroyri, høvdu bara flutt
suður og so hevði ongin
vinningur verið sum so?
– Lat so nakrar vágbingar
skifta starv. Men so má
onkur annar setast í starv á
Tvøroyri.Og tað skerst ikki
burtur, at her er talan um 35
nýggj, almenn arbeiðspláss
í Vági og tað átti at verið
kærkomið,
sigur
Hans
Pauli Strøm.
Og av tí, at grundstykkið
er at kalla klárt og grivið út,
kundi arbeiðið farið ígongd
beinanvegin, leggur hann
afturat.
Men ístaðin fyri at taka
av hesum tilboðnum, boð-
aði Vágs Býráð frá, at tað
hevði onki ímóti, at lands-
stýrið helt fram at byggja
røktarheimið á Tvøroyri út.
Eitt serligt tilboð
Hans Pauli Strøm sigur, at
hetta var eitt serligt tilboð
til Vágbingar í eini roynd at
skapa
arbeiðspláss
og
menning í økinum.
Men taka vágbingar ikki
av, verður nýtt røktarheim
heldur ikki bygt í Suðuroy -
í hvussu so er ikki enn.
– Taka vágbingar ikki av
tilboðnum, dettur tilboðið
burtur og so verður røktar-
tørvurin í Suðuroy mettur í
eini heild, saman við tørv-
inum í øllum landinum og
so er ikki til at siga, hvar
málið endar, sigur Hans
Pauli Strøm.
Hava vágbingar ráð
til at siga nei til 35-40
almenn arbeiðspláss í
Vági, skilji eg onki,
sigur Johan Dahl,
løgtingsmaður.
Hendrik Old má hava
nakrar dagar at
summa seg í
MENNINGARÆTLAN
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Johan Dahl skilir onki.
Hendrik Old má hava
nakrar dagar at summa seg
í.
Tað er støðan eftir ein
fund í Vági leygardagin
ímillum
landsstýrið
og
Vágs Býráð.
Tað vóru landsstýrismað-
urin í skúlamálum, Jógvan
á Lakjuni og landsstýris-
maðurin í almanna- og
heilsumálum, Hans Pauli
Strøm, við sjálvum løg-
manni á odda, sum høvdu
fund við Vágs Býráð leyg-
ardagin.
Á tí fundinum skeyt
landssstýrið upp, at mið-
námsskúlin, sum grivið er
út fyri í Vági, verður fluttur
til hovs ístaðin og bygdur
sum ein partur av einum
skúladepili har.
Afturfyri skal eitt røktar-
heim til 35 fólk byggjast,
har miðnámsskúlin varð
ætlaður í Vági.
Men sum tað sæst aðra-
staðni í blaðnum, vísti Vágs
Býráð ætlanini frá sær.
Skilji onki
Johan Dahl er løgtingsmað-
ur fyri Suðuroynna og hann
er hartil limur í samgong-
uni og limur í politiska ar-
beiðsbólkinum, sum skuldi
royna at vísa á tiltøk, sum
kundi fáa gongd aftur á í
Suðuroynni.
Hann var við fundinum í
Vági sum eygleiðari. Og
hann skilir ikki støðuna hjá
Vágs Býráð.
– Vit hava hugsað um
ymsar møguleikar at seta
almenn
arbeiðspláss
á
stovn í Suðuroy, sum krevja
útbúgvingar.
– Og eitt røktarheim í
Vági til 35 fólk, er eisini
eitt støðugt, alment ar-
beiðspláss til 35-40 fólk.
Umframt starvsfólkini á
sjálvum røktarheiminum,
førir tað nógv avleitt virk-
semi við sær, eitt nú
vaskarí, køk o.s.fr.
– Hava vágbingar ráð til
at siga nei til 35-40 almenn
arbeiðspláss, skilji eg onki,
leggur hann afturat.
Tí kom tað ógvuliga
óvart á løgtingsmannin, at
Vágs Býráð havnaði ætlan-
ini.
Hann vísir eisini á, at
hetta eru støðug arbeiðs-
pláss, sum eru fullkomiliga
óávirkað av gongdini í
fiskivinnuni ella sveiggjun-
um í búskapinum annnars.
Og so er tað næstan bara
talan um konufólkastørv,
sum tað er harðliga brúk
fyri í Suðuroy.
Hann sigur, at orsøkin til,
at miðnámsskúlin og røkt-
arheim eru tengd saman er
fyri at fáa politiska undir-
tøku fyri ætlanini, tí við at
leggja bæði heilsuskúla og
miðnámsskúla saman í
Hovi, verður tað bíligari.
Johan Dahl sigur, at hetta
var bara eitt tilboð.
– Bólturin liggur nú hjá
Vágs Kommunu og so má
býráðið hava málið til um-
hugsunnar og taka eina
endaliga støðu.
Hann sigur, at annars
verður arbeitt við øðrum
ætlanum fyri Suðuroynna.
– Men tað er ikki í hesum
málistokkinum,
leggur
hann afturat.
Summa seg
Hendrik Old, sum er hin
løgtingsmaðurin úr Suð-
uroy, sum situr í samgongu,
hevur onga viðmerking í
løtuni.
Hann var eisini við á
fundinum sum eygleiðari.
Og at kommunan havnaði
tilboðnum, kom so óvart á
hann, at hann má fáa nakrar
dagar at summa seg í, sum
hann tekur til.
Ætlaðu at skapa 35 almenn arbeiðspláss
í Suðuroynni
– Hetta var eitt serligt tilboð til Vágs Býráð. Tekur býráðið ikki
av, verður røktarheimið heldur ikki bygt nú, tí so verður
tørvurin í Suðuroy viðgjørdur íeini landsætlan, sigur Hans
Pauli Strøm
Bólturin liggur nú hjá Vágs Býráð
Bæði Johan Dahl og Hendrik Old eru bilsnir av støðuni hjá
Vágs Býráð.Johan Dahl skilr onki og Hendrik Old má summa
seg aftur
Landsstýrið var um
vikuskiftið á fundi
við Vágs Býráð, har
tað á kunnandi fundi
førdi fram eina hugs-
an um at byggja røkt-
arheim á økinum, har
grivið er út fyri kom-
andi miðnámsskúla
POLITIKKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Ein skúladepil skal so í-
staðin byggjast í Hovi. Eitt
røktarheim hevði ført við
sær eini 35 almenn arbeiðs-
pláss og tað er við skúla-
politiskum hugsanum og
við støðuni í Suðuroyar
syðru helvt í huga, at lands-
stýrismenn kunna um hugs-
anir sínar, men Vágs Býráð
takkaði einmælt nei til til-
boðið.
Tað er ikki á hvørjum
degi, at eitt væl umboða lið
úr landsstýrinum vitjar
Suðuroynna,
men
um
vikuskiftið
vitjaðu
3
landsstýrismenn
Vágs
Býrað.
Hans Pauli Strøm og
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismenn, og løgmaður
Jóannes Eidesgaard, hildu
kunnandi fund við Vágs
Býrað í samband við hugs-
anir um skúlapolitikk og
vánaligu støðuna í Suður-
oynni, serliga í syðru helvt,
tá hugsa verður um vinnu
og arbeiðsloysi.
Landsstýrið kunnaði um
hugsanir sínar, sum inni-
bera at leggja eitt røktar-
heim har, ið grivið annars
er út fyri miðnámsskúla.
Ístaðin skal so ein skúla-
depil gerast í Hovi, har
fyrst
miðnámsskúli
og
heilsuskúli skulu húsast,
men síðani kanska annað
eisini, so sum kanska hand-
ilsskúli.
Sostatt
skuldi
heilsuskúlin á Tvøroyri
eisini flutt til Hovs.
Við einum røktarheimi
hugsar landsstýrið sær, at
eini 35 almenn arbeiðspláss
fylgja og gevur hetta eini
15. milliónur krónur í løn-
um og harvið vaksandi
skattainntøkur.
- Talan er ikki um eitt
tilboð, men um kunning um
nakrar hugsanir í samband
við fíggjarlóg og skúla-
hugsanir, eisini havandi
støðuna í Suðuroyar syðru
helvt í huga. Skattainntøk-
urnar í Vági eru fallandi,
Miðnámsskúlaætlanin er
koman hartil, at skal nakað
endurskoðast, so skal tað
vera nú og skúlapolitiskt
verður víst á ein møgu-
leika, sigur Jóannes Eides-
gaard.
– Í Hovi skuldi so heilsu-
skúli
og
miðnámsskúli
verið í einum sjálvstøð-ug-
um skúladepli, har tað ikki
sum nú viðvíkjandi mið-
námskúlanum er talan um
eina deild ev skúlanum í
Hoydølum, vísir løgmaður
á.
Upp um kommunu-
mørk
– Landsstýrið vísir á, at
tørvurin fyri einum røktar-
heimi er til staðar og 35
stovnspláss geva eini 35
støðug
arbeiðspláss
av
ymsum slag og talan verður
eini 15 milliónur krónur í
lønum, sigur løgmaður,
sum leggur dent á, at talan
bert hevur verið um kunn-
andi fund, har nakrar
hugsanir hjá landsstýrinum
hava verið uppi at venda, tí
tá talan er um røktarheim,
so er hetta nakað, sum eig-
ur at koma frá kommunun-
um sjálvum.
– Ein skúladepil í Hovi
kann kanska bróta ísin og
vísa, at vit standa saman.
Og kanska er Hov partur av
Vágs kommunu um nøkur
ár, hvør veit? Vit mugu
lyfta
okkum
upp
um
kommunumørkini,
sigur
Jóannes Eidesgaard, og
spurdur, um hann við
hesum ætlar at flyta heilsu-
skúlan úr valdøminum,
sum hann er valdur í, so
sigur hann, at tað má hann
við hesum taka á seg.
Eitt samt nei í
býráðnum
Men Vágs Býrað takkaði
einmælt nei til ætlanirnar
hjá vitjandi landsstýris-
monnunum.
– Hetta er eitt tilboð, sum
gongur út yvir okkurt ann-
að, sigur Jógvan Krosslá,
borgarstjóri í Vági, og vísir
á ætlanirnar við miðnáms-
skúlanum.
– Ongar ætlanir eru um
røktarheim og tað er ein
kommunal uppgáva, ið
eigur at koma frá kommun-
unum sjálvum. Harafturat
hava vit stríðst fyri at fáa
miðnámsskúlan. Men um
landsstýrið
vil
byggja
røktarheim, so hava vit
onki ímóti tí. Tað eru teir
vælkomnir til. Líkamikið
hvar tað so liggur, tí tá eru
vágbingar eisini við, tí
kommunurnar eru felags
um røktarheim, sigur Jógv-
an Krosslá.
– Vit eiga eitt røktarheim,
sum liggur á Tvøroyri.
Allar kommunurnar eiga
tað í felag og hava vit verið
stak væl nøgd við tað. Har
starvast eisini eini 15 - 18
vágbingar, sigur Jógvan
Krosslá, sum harvið eisini
vísir á, at eitt møguligt
røktarheim í Vági ikki so
víst bert gevur størv til
vágbingar.
Men missir ein ikki
meira fyri minni við at siga
nei? Er tað, at fáa eini 35
almenn størv til Vágs ella
Suðuroyar, ikki eitt tilboð,
sum er ov gott at takka nei
til?
– Vit hava onki ímóti, at
eitt røktarheim verður bygt
og heldur ikki nakað ímóti
einum skúladepli. Men hví
ikki gera tað har, ið tað er
frammanundan?
Hesar
ætlanir hava vit ikki kravt
ella biðið um og vit skilja
tað ikki. Og hví skal ein
møguligur
skúladepil
treytaleyst liggja í Hovi?
Hví ikki her, sum skúli nú
verður bygdur? Kommun-
urnar eiga í felag eitt
røktarheim og tað liggur á
Tvøroyri og tað hevur verið
fínt og vit hava tað gott við
tí. Hví aftur nú fara og at
flyta Miðnámsskúlan, tá
hann er í Vági, og aftur fáa
klandur í? Og ein depil
kann eins væl vera her,
sigur Jógvan Krosslá, sum
altso heldur sær eindirnar
lagdar har, ið tær framman-
undan eru.
Hann vísir eisini á, eins
og løgmaður, at tað al-
menna fíggjar helmingin av
einum røktarheimi, meðan
kommunurnar í felag fíggja
hin helmingin. Raksturin er
landsuppgáva.
– Hinvegin er miðnáms-
skúlaætlanin 100 % ein
landsuppgáva, vísir Jógvan
Krosslá á og hann minnir á,
at óhugsandi er ikki, at
eldraøkið um heilt fá ár
verður lagt til kommunur-
nar at umsita.
Løgmaður skilir
støðuna
Spurdur um landsstýris-
menn vóru vónbrotnir eftir
fundin, ella um løgmaður
skilir einmæltu støðutakan-
ina hjá Vágs Býrað, sigur
Jóannes
Eidesgaard,
at
talan er bert um eitt útspæl.
– Men um býráðið metir,
at landsstýrið ætlar at
forkoma ætlanini um mið-
námsskúla, so skilji eg
støðuna, men tað er tað als
ikki talan um. Men hetta er
bert eitt útspæl og ein part-
ur av nøkrum hugsanum,
men ein missir altso ikki
nakað við hesum, sigur
Løgmaður, sum - saman
við
landsstýrismonnum
sínum - ikki fekk sannført
Vágs Býrað um framtíðar-
hugsanir sínar, men báðir
partar fegnast um fundin,
sum var sámuligur og
góður, hóast staðfestast
kann, at onki ítøkiligt kom
burturúr fundinum.
Takka nei til røktarheim
fyri miðnámsskúla
Økið, har grivið er út fyri
miðnámsskúla í Vági. Ætlan-
ir landsstýrisins um at leggja
eitt røktarheim ístaðin, og
flyta skúlan til Hovs,
svnsmynd
Tað hevði verið
stórur fyrimunur
at lagt ein
skúladepil í Hovi
við
miðnámsskúlam,
heilsuskúla og
kanska øðrum
skúlum við, sigur
landstýrismaðurin
í skúlamálum
MENNINGARÆTLAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er burturvið at vit
skulu vera noydd til at
byggja tveir skúlar, táið
ta bara er neyðugt at
byggja ein.
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður í skúl-
amálum, heldur, at tað
var eitt sera gott tilboð,
sum landsstýrið gav
Vágs Býráði á fundi
leygardagin og sum les-
ast kann um á síðu sjey
ogí hinum greinunum
her á síðuni.
Hann sigur, at grivið
er út fyri nýggjum mið-
námsskúla í Vági. Sam-
stundis verður tað neyð-
ugt at útvega heilsu-
skúlanum á Tvøroyri
nýggj høli.
– Tað hevði verið
sjálvsagt at tengt hesar
báðar skúlarnar saman í
ein skúladepil so at vit
sleppa undan at byggja
tveir skúlar, tá ið tað
bara er neyðugt at
byggja ein.
Hann sigur, at tað
hevði ført til sparingar,
bæði í bygging og í
rakstri.
– Tað er tað einasta
rætta, leggur hann aft-
urat.
Men hann sigur, eis-
ini, at skal nakað henda
á hesum øki, skal tað
vera nú, tí miðnáms-
skúlin skal bjóðast út
seinni í ár.
Tað ganga einir 90
næmingar í miðnáms-
skúlanum. Hin skúlin er
minni, men teir næm-
ingarnir eru nokk so
nógv í starvsvenjing og
tí er skúlagongdin ikki
so nógv.
– Tað hevði tí verið
sjálvsagt at lagt báðar
skúlarnar saman, sigur
landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at ætlanin
var avgjørt ikki at taka
nakað frá vágbingum,
ella suðuroyingum sum
heild.
– Ætlanin var hinveg-
in at geva suðuroying-
um
nakað
afturat,
skoytir hann uppí.
Hvørja ávirkan hetta
fer at fáa á heilsuskúlan
er ilt at siga, tí har má
okkurt gerast.
– Men høvdu vit havt
eina loysn, ger tað ar-
beiðið nógv lættari og í
longdini hevði tað ført
stórar sparingar við sær.
– Fekst semja við
Vágs Býráð um ætlan-
ina, hevði landsstýrið
farið undir ætlanina
beinanvegin,
sigur
Jógvan á Lakjuni.
Kortini skilir hann
partvís vágbingar, tí
hann teir hava arbeitt
nógv við skúlanum.
Stórur fyri-
munir at lagt
skúlan í Hovi
C
M
Y
K
7
6