Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 174 - 14. september 2004 Nr. 174 - 14. september 2004 9 Í Noregi eru ábøtur framdar á skipið, og betringar eru eisini gjørdar á verksmiðj- uni, soleiðis at surimi-framleiðslan kann gerast uppaftur betur til dygdar. - Endamálið er at fáa ein betri prís fyri vøruna, sum er ógvuliga avgerandi fyri raksturin, sigur Hanus Hansen, stjóri á JFK-Troli í Klaksvík FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá ið Næraberg fór úr Før- oyum til Noregs, varð ivi reistur um, hvørt skipið, sum hevur verið ein partur av okkara fiskiflota sein- astu fýra árini, mundi fara at koma higar til lands aftur. Men nú er eingin ivi longur um hetta, tí ein av komandi døgunum stevnir risatrolarin aftur úr Noregi til Føroya. Hanus Hansen, stjóri á JFK-Troli, sigur, at Næra- berg fer at halda fram við somu vinnu sum higartil. -– Dentur verður lagdur á surimi-framleiðslu úr svart- kjafti, umframt at skipið eisini plagar at hava nakað av mjøli, farsi og butterfly- fløkum. Betri vøra Stjórin á JFK-Troli sigur, at í Noregi eru ábøtur framdar á skipið, umframt at betr- ingar eru gjørdar á verk- smiðjuni, soleiðis at dygdin á surimi-vøruni kann gerast betur. – Seinast, tá ið broytingar vórðu gjørdar á verksmiðj- uni, var tað í fyrsta lagi við tí fyri eyga at fáa meira burtur úr hvørjum kilo av fiski. Hesaferð verður so roynt at gera vøruna upp- aftur reinari og betri, so- leiðis at betri prísur kann fáast fyri hana. Hanus Hansen sigur, at prísirnir á surimi úr svart- kjafti hava verið alt ov lág- ir, men eru nú uppeftir gangandi. – Vit vóna, at betringarn- ar av framleiðsluni og prís- rákið annars fara at gera, at vit fáa meira fyri surimi- vøruna. Hann sigur, at størstu marknaðarlondini í løtuni eru Japan og Frakland, men eisini onnur lond, eitt nú Spania og eystursjóvar- londini, eru í ein ávísan mun farin at keypa surimi úr svartkjafti. Long leið Tað eru bara tvey skip í øllum heiminum, sum gera surimi burtur úr svartkjafti. Tað eru Næraberg og ein franskur trolari. Í Suðurameriku eru eisini nøkur skip, sum gera surimi úr fiski, ið minnir um svartkjaft, og eisini her hevur kendi norski ríkmað- urin, Kjeld-Inge Røkke, sum er maðurin aftanfyri Næraberg, nøkur áhuga- mál. Hanus Hansen er fegin um, at norðmenn hava sýnt projektinum við Nærabergi so stóran áhuga, hóast raksturin hesi árini hevur givið hall. – Hetta hevur verið eitt kostnaðarmikið projekt, men við góðum vilja úr Noregi eru vit komin har til, sum vit eru. Hann vísir á, at nøgdirnar av surimi eru stórar, og tí kann ein bati í prísinum gera, at raksturin verður meira lønandi enn higartil. – Tað er avgerandi fyri okkum, hvussu prísirnir á surimi úr svartkjafti verða. Tí verður nú roynt at gera vøruna uppaftur betur, og vit vóna, at hetta fer at síggjast aftur í prísinum og rakstrinum av skipinum, sigur stjórin á JFK-Troli, Hanus Hansen. - Vantandi toskafiski- skapur, bíligur upsi, dýrari agn og olja tyngja nógv um hjá ísfiskaflotanum í løt- uni, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Væntandi er ikki, at hetta árið fer at roynast nakað serligt hjá ísfiskaflotanum. Formaðurin í Reiðarafel- agnum, Jákup Sólstein, vís- ir á, at trupulleikin hjá par- trolarum og lemmatrolar- um í fyrsta lagi er, at prísur- in á upsa framvegis er sera lágur, samstundis sum olju- útreiðslurnar í hesum árin- um eru nógv øktar. – Bara í hesum árinum eru prísirnir á olju til skip- ini øktir við 50%, og hetta tyngir ógvuliga nógv um raksturin hjá partrolarunum og lemmatrolarunum. Har- aftrat kemur, at upsaprísur- in, sum leingi hevur verið ógvuliga lágur, lítið og einki er øktur. Jákup vísir á, at tað, sum hóast alt hevur gjørt, at trolaraflotin hórar, er, at nøgdirnar av upsa leingi hava verið so stórar. – Fiskurin hevur verið ógvuliga smáfallandi, men á ávísum leiðum er upsin nú heldur frægari, eitt nú á leiðunum rundan um Føroyabanka. Tað er bara spell, at meira ikki fæst fyri hendan fiskin, heldur hann. Línuskipini Formaðurin í Reiðarafel- agnum sigur, at raksturin hjá línubátunum heldur ikki er hin sami, sum fyri bert einum ári síðan. – Sum eg havi skilt, royndist fyrri helmingur av árinum á eini leið, men í summar og í heyst hevur lítið verið at fingið hjá línu- skipunum. Fleiri skip rok- aðust um hesa tíðina í fjør, og eitt nú fingu tey nógvan tosk á Føroyabanka. Men nú er lítil og eingin toskur at fáa nakrastaðni, heldur ikki á Føroyabanka. Jákup vísir á, at øktu oljuútreiðslurnar eisini raka línuskipini, umframt at agnið er vorðið nógv dýr- ari. Her vísir hann á, at prís- irnir á høgguslokki eru økt- ir úr 10 krónum fyri kilo í ár upp í 16 krónur fyri kilo. – Í løtuni eru fleiri línu- skip undir Íslandi, har vit eiga eina samlaða kvotu upp á 5.600 tons. Ein van- lig kvota hjá einum línubáti er 218 tons, harav í mesta lagi 25% av veiðini kann vera toskur. Jákup Sólstein sigur, at hann um dagarnar hevur skilt, at línuskipini hava hampiliga góðan fiskiskap undir Íslandi, og hann hev- ur eisini skilt, at okkurt av skipunum hevur fingið upp í kassarnar. – Heystið og tíðin fram til ársskiftið plagar at royn- ast hampiliga væl hjá línu- skipunum undir Føroyum. So, vit kunnu vóna, at túr- arnir undir Íslandi og bøttur fiskiskapur undir Føroyum tað, ið eftir er av árinum, fer at gera, at árið 2004 ikki verður so galið hjá línuflot- anum hóast alt, sigur for- maðurin í Reiðarafelagnum at enda. Næraberg kemur nú aftur úr Noregi Tað eru bara tvey skip í øllum heiminum, sum gera surimi burtur úr svartkjafti. – Hetta hevur verið eitt kostnaðarmikið projekt, men við góðum vilja úr Noregi eru vit komin har til, sum vit eru, sigur stjórin á JFK-Troli, Hanus Hansen - Tað er avgerandi fyri raksturin av Nærabergi, hvussu prísirnir á surimi úr svartkjafti verða. Tí verður nú roynt at gera vøruna uppaftur betur, sigur Hanus Hansen, stjóri Línuskipini: Ein glotti undir Íslandi Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag. – Ísfiskaflotin er í tungum sjógvi í løtuni, men onkrir glottar eru fyri framman Frálíkt and- støðu- arbeiði Hegni at profilera seg um ein virkin andstøðuflokkur og ein sambands- sinnað samgonga er høvuðsorsøkin til, at Tjóðveldis- flokkurin hevur so stóra fram- gongd, heldur Jóanes N. Dals- gaard VELJARAKANNING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Teir hava dugað ótrú- liga væl at profilera seg hetta valskeiðið. Tjóðveldisflokkurin er skjótur at úttala seg í einstøku málunum, og flokkurin hevur eftir mínum tykki skipað seg væl við fram- søgufólki í hvørjum máli sær. Samfelagsfrøðingur- in, Jóanes N. Dals- gaard, er sannførdur um, at fremsta orsøkin til, at Tjóðveldis- flokkurin stendur seg so væl í veljarakann- ingini, er virkna and- støðuarbeiðið hjá flokkinum. – Tað hevur verið væl meir góðs í and- støðuni í hesum val- skeiðnum enn undan- farin valskeið. Skal eg arga hinar flokkarnar eitt sindur, ber til at siga, at veljarakann- ingin vísir, at arbeiðir tú seriøst, fært tú nakað burturúr, sigur Jóanes N. Dalsgaard Verri við fullveld- inum Í veljarakanningini fer Tjóðveldisflokkurin úr 21, 7% á løgtingsval- inum til 24,8 %. Um- framt at vera ein virkin andstøðuflokkur metir Jóanes N. Dalsgaard, at minkandi fokus á sjálvstýrismálið hjá sitandi samgongur kann vera ein orsøk til framgongdina hjá Tjóðveldisflokkinum. – Tað kann hugsast, at fullveldisvongurin mobiliserar seg ímóti sambandsamgonguni, tí sjálvsstýrismálið fyllir ikki nógv hjá sit- andi samgongu. Møguliga halda fólk, at støðan í sjálv- stýrismálinum í løtuni er hættislig, heldur Jóanes N. Dalsgaard. – Javnaðarflokkurin er eftir mínum tykki við at stabilisera seg aftur eftir fleiri tung ár. Jóannes Eides- gaard ger ein góðan figur sum løgmaður, og hann tykist eisini hava góða undirtøku millum fólkið. Javn- aðarflokkurin var ikki serliga konstruk- tivur andstøðuflokk- ur, og nýggi leiklutur- in sum samgongu- flokkurin hevur givið flokkinum nýggjan íblástur, heldur sam- felagsfrøðingurin, Jóanes N. Dalsgaard VELJARAKANNING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Atkvøður frá Stuttliga flokkinum. Samgongur- friður. Ein vælumtókur løg- maður. Hetta er uppskriftin hjá Javnaðarflokkinum til at gerast best umtókti flokkur í Føroyum í løtuni. Fríggjadagin almanna- kunngjørdi Útvarp Føroya feskastu veljarakanningina. Sosialurin hevur fingið samfelagsfrøðingin, Jóanes N. Dalsgaard, at gera við- merkingar til kanningina. – Framgongdin hjá bæði Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum vísir avgjørt eitt rák. Hjá hinum flokkunum er sveiggið so lítið, at tað er ógjørligt at gera nakra niðurstøðu um gongdina hjá hesum flokk- um, tí óvissan er so mikið stór, sigur Jóanes N. Dals- gaard. Hann vísir á, at vanliga verður mett, at veljarakann- ingar hava eina óvissu á hálvt triðja prosent báðar vegir, og tíheldur hann seg aftur at gera viðmerkingar um gongdina hjá øðrum flokkum enn Tjóðveldis- flokkinum og Javnaðar- flokkinum. Friður Samfelagsfrøðingurin dug- ir ikki at nevna nakra høv- uðsorsøk til, hví Javnaðar- flokkurin gongur fram við 3 % sammett við løgtings- valið í januar mánað. – Stríðið sum eyðkendi farnu samgongu er burtur, og friðurin, sum tykist at valda í sitandi samgongu kann vera ein orsøk til framgongdina. Samgongan hevur verið eitt sindur óheppin í málinum um lítla Petur og útlendingarnar, men tað tykist ikki sum málini hava elvt til stríð innanhýsis í samgonguni, heldur Jóanes N. Dals- gaard. Málið um lítla Petur hev- ur fingið stóra rúmd í fjøl- miðlunum í vár og í summ- ar, men sambært veljara- kanningini verða Javnaðar- flokkurin og Hans Pauli Strøm ikki revsaðir fyri handfaringina av málinum. – Tað er møguligt, at fólk hava sitið eftir við kensluni, at málið um lítla Petur varð rættiliga einvíst framstillað. Í fjølmiðlunum hava nógv- ar gitingar og illgitingar verið, og tá alt kom til alt vóru onnur ting, sum gjørdu seg galdandi í mál- inum, heldur samfelags- frøðingurin Úr Stuttliga flokkinum Sambært veljarakanningini gongur Javnaðarflokkurin úr 21, 8% á løgtingvalinum 20. januar til 24,8% í velj- arakanningini hjá Gallup. Spurdur úr hvørjum flokk- um nýggju veljarar hjá Javnaðarflokkinum koma, svarar Jóanes N. Dalsgaard, at tað kann væl hugsast, at fleiri teirra koma úr Stutt- liga flokkinum hjá Jóhan í Kollafirði. – Stuttligi flokkurin hevði ein sterkan sosialan profil, og tað kann hugsast, at fleiri av veljarunum hjá Stuttliga flokkinum hava leitað sær aftur til Javn- aðarflokkinum, vísir sam- felagsfrøðingurin á. Komin seg Jóanes N. Dalsgaard held- ur, at Javnaðarflokkurin er við at koma seg aftur eftir, at flokkurin ikki hevur gjørt so nógv um seg í fleiri ár – Javnaðarflokkurin er eftir mínum tykki við at stabilisera seg aftur eftir fleiri tung ár. Jóannes Eid- esgaard ger ein góðan figur sum løgmaður, og hann tykist eisini hava góða undirtøku millum fólkið. Javnaðarflokkurin var ikki serliga konstruktivur and- støðuflokkur, og nýggi leikluturin sum samgongu- flokkurin hevur givið flokkinum nýggjan íblástur, vísir Jóanes N. Dalsgaard. Javnaðarflokkurin úr dvalanum – Stuttligi flokkurin hevði ein sterkan sosialan profil, og tað kann hugsast, at fleiri av veljarunum hjá Stuttliga flokkinum hava leitað sær aftur til Javnaðarflokkinum, vísir samfelagsfrøðingurin Jóanes N. Dalsgaard á Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 9 8